Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 1974síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 57 — 19. oktober 1974 Grundsjónarmið javnaðarfloksins — vegurin til sosialistiska vælferðarsamfelagið 14 1. Foroyski javnadarflokkurin, sum stendur óheftur av øllum útlendskum flokkum, men í dyggastu samvinnu við og á grundarlagi demokratisku al- heimssosialismunnar, vil at Før- oyar skulu byggjast sum eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag. Flokkurin ásannar, at Foroya land er Foroya fólks, tess íbúgva ogn, og tað er landgrunnurin eisini. 2. Ut frá hesari grundstødu heldur flokkurin tad vera skyldu teirra, ið hava ta stjórnarligu ábyrgdina, at skipa fyri, at henda ogn fólksins verður at geva hina mestu framleiðslu og úrtoku, ið allir landsins teknar eiga javnrætt til. 3. Alt samfelagsgagnligt virk- semi má skipast út frá umsorgan fyri felags áhugamálum og fyri at fremja vælferð fólksins. Øll menniskju skulu hava somu rættindi at taka lut í arbeiðinum fram móti størri vælferð og ein- um ríkari lívi. 4. Hetta kann bert fremjast í einum samfelag, har allar greinir av samfelagslivinum eru í væl skipaðari samvinnu undir vilja og eftirliti fólksins. Øllum skal tryggjast tað, ið er grund- leggjandi fyri livseydnu menn- iskjans arbeiði, hvíld, mat, bústað, uppaling og andlig menning. 5. Oll stig á leiðini fram móti hesum samfelag skulu fremjast á fólkaræðisligari grund. Fólka- ræðið skal umfata alt samfelags- lív, ikki minst hitt figgjarliga. Við forpliktandi samvinnu og planøkonomiskari leiðslu skal persónliga frælsið og innløga einstaklingsins tryggjast og tryggleiki skapast fyri oll. Einstaklingurin og fólkaræðið 6. Fólkaræðið er stýri skapað av fólkinum gjøgnum fólka- valdu umboð. Tað verður eingin politiskur myndugleiki at finna, ið ikki er sprottin av frælsum loyniligum valum. tess 7. Fyri at verja og tryggja fólka- ræðið. er tað neyðugt, at upp- aling til fólkaræði verður sett frammalaga í heimi og skúla, á arbeiðsplássunum og fólkaupp- lýsingini, soleiðis at hon verður at kynda undir ábyrgdarkenslur og skyldur einstaklingsins yvir fyri ella móti medmenniskjum og samfelagnum sum heild. Búskapur landsins 8. Á búskaparliga økinum figgjarliga, vinnuliga, búnaðar- liga og å annan hått må samfelagid ganga å odda og taka tey stig, ið neyðug eru fyri at náa málinum: megulig framleiðsla og rættvist byti av ágóðanum. størst 9. Hetta verður at loysa á ym iskan hátt á teimum ymisku vinnuligu, figgjarligu, búnaðar- ligu og samfelagsligu okjum. Í summum førum er tað neyðugt at landið átekur sær hitt búskaparliga virksemi. Í øðrum forum eru kommunal og felagskommunal tiltøk betur hóskandi. Á summum økjum er rættast, at framleiðsla og handil verða rikin á samvinnugrundarlagi. Á ødrum økjum er privat drift betur hóskandi. 10. Avgerandi fyri hina prakt- isku loysnina í hverjum einstak- um føri verður, hvat id gagnar heildini, fólki og landi best. Sosialiseringin hevur eittans endamál: at okja um framleiðsl- una og úrtekuna, javnari býti av úrtekuni og størri tryggleika fyri oll, ið arbeiða í teimum ymisku vinnugreinunum. 911 tiltok skulu tæna landsins áhuga- málum og vera í samsvar við vilja fólksins. 11. Har sosialiseringin fer fram, má øll óneyðug sentralisering haldast burtur og persónligur virkishugur og ágrýtni, ið gagn- ar framleiðsluni, stuðlast og mennast. Sýslur, kommunur og privat fyritakssemi mugu fylkjast og ganga á odda, tá tað ræður um at skapa áhuga fyri og gera nyttu burtur úr teimum møgu- leikum, ið finnast á ávísum staði ella stoðum eins og innan fyri nærri avmarkað oki. Fylking av ollum góðum og skapandi kreft- um í bestu samvinnu í felags málum verða at skapa sterri og ríkari framgongd fyri fólk og land. Arbeiði til allar hendur 12. Qll hava rætt til arbeiði. Tað er eitt samfelagsmál at tryggja ollum arbeiði og rættvisa úrteku av arbeiðinum, soleiðis at stød- ugur framburður verður at skapa stødugt betri livilíkindi. 13. Sterkasta fylking av ollum arbeiðandi fólki á sjógvi og landi til verndar og verju av áhuga- málum lentakaranna, fiski- manna og arbeiðaranna, til av- gerandi ávirkan á og til samræði á fíggjarliga og vinnuliga sosiala lív og virksemi landsins, er neyðugt og týdningarmikið lið í uppbyggjanini av sosialistiska samfelagnum. Á ellum arbeiðsplássum skulu menniskjuni kenna seg sum limir í einum samfelag, sum í ollum lutum byggir á fólkaræð- isligari grund. Hin luttakandi andliga og handliga, menniskjansliga arb- eiðskraftin eigur ti at vera við í ráðum, stjórn og fyrisæti virk- isins. 14. Undir sonnum fólkaræði verður samfelagið betri fert fyri at samskipa allan framburð á breiðari grundarlagi og betur fort fyri at leggja til rættis alla framleiðslu, allan inntøkupol- itikk og nýggj framtøk yvir longri áramál. 15. Planøkonomisk samskipan av landshúsarhaldinum verður at skapa hin javna framburðin við arbeiði til allar hendur uttan storri figgjarkreppur, ið eyd- kenna kapitalistiska samfelagið. Eitt lítið land sum okkara er sera lætt ávirkiligt av ellum hendingum úti í heiminum; men tess longur vit eru komin í tjóðskaparliga planhúsarhaldin- um, tess betur eru vit fer fyri at standa ímóti árinum uttanifrá, betur for fyri at bera byrðurnar og halda arbeiðinum gangandi. 16. Við rationellum politikki kunnu vit útbyggja landið skjótari, enn tað annars er gjør- ligt. Við samskipan og sam- vinnu kann Feroya fólk beta stórvegis um livilíkindini. Við samskipan og samvinnu kunnu vit best troyta allar teir møguleikar, landið hevur at bjóða okkum. Landgrunnurin verður allur foroysk ogn og væl og virðiligt vardur; løgrættumyndugleikin verður eisini at fáa til foroyskt vaktarskip. Farmasigling verður gjørd týðandi táttur í sjóvinnuni, soleiðis at teir hundraðir av skipsførarum, styrimonnum, maskinmonnum og siglandi sjó- monnum okkara, sum eru úti, annars kunnu manna okkara egnu skip. Nýggjar vinnugreinir verða royndar og nýggj virki sett á stovn á samvinnugrundarlag! og í selu og keypi í samvinnu við nordurlendsku/alheimskoop- erationina. Fyri at fáa verurnar, vit keypa, ódýrast og hægsta prís fyri egnu framleiðslu, verður uttanlandahandilin skipaður á landsdeilsgrundarlagi. Øll umsitings má gerast tidar- hóskandi. Bygdir ella eki av landi okkara, sum eru í afturhond, mugu koma undir skjóta út- bygging. Við tíðarhóskandi lestra- og lærulikindum, visindaligum kanningum og tekniskum snild- um. skulu vit gerast betri og skjótari fer fyri at loysa málini. Við at troyta hesar megu- leikar og fremja hesi framtøk skal framleiðslan økjast í stórum og koma øllum fólkinum til góðar. 17. Allastaðni har sosialiseringin fer fram, ella plan-húsarhaldið krevur broytingar í ognarviður- skiftunum, letur samfelagið fult endurgjald. 18. Einari betri inntøkutryggjan og javnvág samsvarandi fólksins áhuga og krøvum, skipar samfelagið fyri m. a. pris- eftirliti, rættvísari sosiallóggávu og inntøkuåbotum og eftirliti. Skattur eftir evnum 19. Skattaáleggii.gin hevur til endamáls at útvega hin neyðuga peningin til útbyggjag samfel- agsins og fremjan av felags áhugamálum og skal harafutrat minka um ójavnan í inntoku. Øll skattaálegging má fara fram á tann hátt. at hon ikki forðar virkishug ímillum manna. Inntøkur, ið svara til neyðuga minstamarkið fyri lívsins uppi- haldi hjá einari familju, eiga ikki at verða skattaðar. Menniskjan og samfelagið 20. Málið er. at oll menniskju skulu fáa nóg mikið til livsins uppihald og kunnu troyta allar teir møguleikar, ið tjóðin hevur at bjóða teimum til eitt ríkari samfelagsliv. Við skilagóðum og rættvisum byti av inntøkum og samfelags- góðum verður stattarmunurin at hvørva, og nýtt grundstoði verður at skipa fyri betri sam- vinnu og einari tryggari og HOs- ari tilveru. 21. Bert eitt samfelag, har órættur og neyð er burtur, kann av sonnum gerast eitt fólka- heim. Eitt slíkt samfelag krevur samhug og åbyrgdarkenslu av ti einstaka. Øll hava skyldu eftir evnum at gera sitt besta fyri samfelagið. Aftur fyri hevur samfelagið ábyrgd fyri ollum og skyldu at tryggja ollum vælferð uttan mun til lit, trúgv, kyn, starv ella inntøku. Oll skulu kunna fram sína hugsan uttan ótta. QII eru líka fyri lógini, og eingin kann revsast uttan lóg og dóm. Tryggjað verður ollum talu-, trúar-. organisatións- og talu- bera frælsi. Øllum verður tryggjað sama og javnbjóðis start í lívinum, sama og javnbjóðis rætt og atgongd til arbeiði og hvíld, til heim og vælferð og bestu atstød- ur at brúka fritid og friløtur. Øllum borgarum samfelagsins verður veittur sosialur trygg- leiki. og samfelagið ber útreisð!- sjúku, inn- standast av vanlukku, elli, tøkumissi ella hendingum og umstødum, ið fora við trongd til trygd og hjálp at troyta eina tilveru uttan sakn og trot. Øllum arbeidandi menniskjum verdur tryggjad eitt minstamark av løn og ollum óarbeiðsforum ella treingjandi sosial trygd, ið svarar til tað, ið neyðugt er til livsins uppihald. Kvinnur og menn eru í ollum lutum javnstillað. og mødrum skulu tryggjast teir fyrimunir, ið svara til ábyrgdina fyri tí upp- vaksandi ættarliðnum. og verð- ur tí til verndar og tryggleika fyri heimið og tí uppvaksandi ættarliðnum mødrum goldid í hondina eitt skattafrítt barna- tilskot. Øl skulu hava sama rætt og javnbjóðis atgongd til lærdóms urnar. ið avlamni, sær 34, KAHEIMIÐ FØROYAR og luttøku í mentunnar- - menningarlivi tjóðarinnar Fræls og frí menniskju mál er skapa fræls og fri menniskju o til tess krevst eisini andali; frigering og vælferð. Andslivið skal vera tralst. Samfelagið skal á besta hát: og í størsta mun styðja all folkaupplysing, alla gransking alla list og alt mentunnar o; menningarliv, allan lærdóm at útbúgva og dubbing til arbeiðis Ti uppvaksandi ættarliðnur verður ikki bara tryggjadu javnbjóðis rættur og atgongd ti hin hollasta og mest tíðarhósk andi og staknutimans útbygda lærdóm; men eisini verður allu lærdómur ókeypis. Til skapan og verndar av ein um frískum og sunnum ung dómi, bæði likamliga og andliga verða við dyggasta og mesta 29. Søsialismunar fritt o; stuðli hins almenna bygdi ítróttarvellir, bygdar ítróttar hallir, reist bygdahús til øl listar-, mentunnar- og onnur góð og gagnlig endamál, gjørd fritid arstoð og annars skipaðir stovn ar, ið rokja skulu áhugamál ung dómsins eins og fólksins sun heild. Stovnað verða bókasovn o; skipaðir mentunnarstovnar, tryggja skulu ollum — utta mun til, hvar ein í landinum bý ríkiligan lut i og javnbjodi atstødur at troyta mentunnar og menningarkeldur landsins. Samfelagið skal í ollum lutun tryggja tí uppvaksandi ættar liðnum — bernum og ungdómin um — í heimi og skúla í leiki o arbeiði, hini bestu uppvakstrar líkindi, eina sunna og fræls uppfostran Føroyar og útheimurin 23. Heimurin er alt meir og me vorðin ein heild, har eingin tjóð hevur ráð til ella kann stand cinsamøll heldur ikki vit fyrstu syftu mugu vit menna - útbyggja samvinnuna Vi grannalondini norðurlond og sum sætta tjóðin á jovnur foti taka lut í ollum norðurland samarbeiði. Men samarbeidis- og vinnuhugurin røkkur víðari; o allastaðni. har vit hava serskil áhugamál at røkja, verður hett gjørt annaðhvort við beinleið foroyskari umboðan ella umbo“ an umvegis ríkisfelagsskapin. so litið v san x 23. Føroyar skulu enn evna gera sitt til fram fyri fridi og semju millum alla! tjóðir og á besta hátt og eft forimuni stríðast móti militar ismu. Ríkisfelagsskapurin 25. Hin 400 gamli felagsskåpurin Foroyar og Dar markar ímillum eigur, sum lagt Framhald á síðu 7 ára ríki