leygardagur 19. oktober 1974síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 19. oktober 1974
sosialurin
Privata fyritakssemið
So var tað har, »sosialistafor
skrekkilsid«, í seinasta Dagblað
Nytt er tað ikki, borgarligir
flokkar hava brúkt tað, so leingi
javnaðarrorslan hevur gjørt um
seg.
Ég skrivaði í seinasta SOSI-
ALI, at borgarligu flokkarnir
kunnu ikki skapa eina rættvisa
skattalóggávu, tí so mugu teir
slakta heilagu kúnna: privata
fyritakssemið. Hetta fær ein
greinskrivara í Dagblaðnum til,
at javnaðarflokkurin vil slakta
privata fyritakssemið sjálvt, og
lata alt vald og fyritakssemi til
ein embætismannastætt.
Javnaðarflokkurin slaktar
einki gagnligt fyritakssemi, men
hjá okkum javnaðarmonnum er
privata fyritakssemið ikki nokur
heilag kúgv, og ti hava vit einki
at slakta.
Í grundsjónarmiðum javnað-
arflokksins verður m. a. sagt:
>A búskaparliga okinum .
má samfelagið ganga á odda og
taka tey stig, ið neyðug eru fyri
at náa málinum: storst mogulig
framleiðsla og rættvist byti av
ágóðanum
Hetta verður at loysa á ym-
iskan hátt. ...
Í summum forum er tað neyð-
ugt, at landið átekur sær hitt
búskaparliga virksemið.
Í oðrum forum eru kommunal
og felagskommunal tiltok betur
hóskandi.
A summum økjum er rættast.
at framleiðsla og handil verða
rikin á samvinnugrundarlagi.
A ødrum økjum er privat drift
betur hóskandi.
Nvgerandi fyri hina praktisku
loysnina í hvorjum einstokum
føri verður, hvat ið gagnar heild-
ini, fólki og landi best. Sosial-
iseringin hevur eittans endamál:
at økja um framleiðsluna og
urtøkuna, javnari byti av urtøk-
uni og størri tryggleika fyri øll,
ið arbeiða í teimum ymisku
vinnugreinunum. ØIL tiltok
skulu tæna landsins åhugamål-
um og vera í samsvar við vilja
folksins.«
Eisini verður sagt:
»Har sosialiseringin fer fram,
má øll óneyðug sentralisering
haldast burtur. og persónligur
virkishugur og ágrýtni, ið gagn-
ar framleiðsluni. stuðlast og
mennast.«
Tá talan er um at landið skal
átaka sær búskaparligt virk-
—ý
semi, er tað at borgarligu
flokkarnir raðast. ti nú er sosi-
alisman í durðunum
Hvussu væl er privata fyri
takssemið so fort fyri at bjarga
arbeiði til allar hendur? Ja, tað
er jú ollum kunnugt. at fleiri av
teimum størru privatu virkjun
um vóru farin á húsagang, um
ikki tað almenna við skatta
peninginum hjá vanligum borg-
aranum tók um endan, og tað
hevði mangan sæð ljótt ut, um
hetta ikki varð gjort. Ella,
hvussu langt hevði privata fyri-
takssemið rokkið í uppbygg-
ingini av skipaflotanum, um ikki
skattaborgararnir lótu studning
til skipabygging.
Javnaðarflokkurin vil fram-
vegis stuðla einum og hverjum
gagnligum fyritakssemi, eisini
privatum. Men flokkurin vil eina
størri útbygging av vinnulív-
inum, eisini í teimum pørtum ax
landinum, har lítil peningur er
tøkur. Tá kunnu almennar iløgur
gerast neyðugar. Harvið er ikki
sagt, at tilíkar fyritokur skulu
stjórnast úr Tinganesi, tað kann
líka so væl vera fóikið á staðn
um, sum stjórnar. Tað ger ikki
livid fátækari, at vera vid í
einum tílíkum felagsskapi.
Lat meg taka uppaftur, at vit
fáa ikki eina rættvísa skattalóg-
gávu, fyrr enn vit kunnu halda
skatt fyri seg og vinnulívsút-
bygging fyri seg. Fyri at hetta
kann gerast, er neyðugt, at
javnaðarflokkurin verður styrkt-
ur munandi. Seinastu broyt-
ingarnar í avskrivingarlógini
hjálptu væl, men so leingi
skattalóggávan skal nýtast til at
stuðla vinnulivsutbyggingini,
verdur hon ikki rættvis
Kári D. Petersen
AAA AAA AA AL
arbeidi.
Skrivstovumaður
Til skrivstovu okkara í Havn sekja vit 25—30 ára gamlan
mann við hægri handilsprógvi og kunnleika til skrivstovu-
P/f Esso
telf. 11133
— ein serviettur, nøkur ljós
og Rosamunde
Tá sett er á borðið til eina hugnaliga løtu, so er Rosamunde-
koppastellið hitt besta. Hitt blómuta koppastellið.
Skulu tygum borðreiða fyri døgurdagestum, ella skulu tygum
bert borðreiða fyri tveimum við einum kaffimunni og einum glasi,
so er Rosamunde hitt besta til endamlaið.
Ein hugnalig borðreiðing ger eisini sítt til, at betur smakkar, og
ein betri smakkur nýtist ikki at kosta nakað eyka.
Rosamunde er eitt porcelenstell við vakrari rósudekoratión.
TORSHAMAR P/F
HOYDALSVEGUR 8, TLF. 11200
Goodtemplaravitjan
i Føroyum — fyrireik-
ingar gjørdar til
norrøna stevnu
I hesum døgum hevur Good-
templarafelagskapurin i Føroy-
um vitjan ur Svøriki. Annars
frætta vit ur Losjuni, at har er
bindikvøld fyri kvinnur hvørt
månakvøld kl. 20.00. Mikudag
er frítíðararbeiði fyri børn.
Komandi viku byrjar barna-
dansurin (foroyskur) fyri born.
Týskveld hevur ungmannafel-
agið opið hús, har oll ung eru
vælkomin. Hvert friggjakvøld
er fundarkvøld hjå Losjuni »Støt
Viljen«, hesi kvøld eru eisini
limir av bygd vælkomnir.
Norrønt skei 1975
Hvørt summar hevur norrøna
samskipanin hjá goodtemplara-
rørsluni skeið í einum av norðan-
løndunum. I 1975 er skeiðið
ætlað at verða í Feroyum. 1
hesum sambandi er aðalskrivar
in, sviin Karl Wennberg saman
við skrivara sínum í Feroyum til
at leggja til rættis hetta skeið,
sum vanliga verður vitjað av
150—200 fólkum úr øllum Norð-
urlondum. Skeiðið varir í 10
dagar og verður væntuliga í juli.
Seinast var hetta skeið í
Føroyum í 1967 í skúlanum i
Hoydelum.
SS
Gevið
tykkum
or
sjálvum medåvir
samfelagid gjøgnum javnadarflokkin