leygardagur 19. oktober 1974síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 19. oktober 1974
Ungu Føroyar
Nú fara vit skjótt aftur at saml-
ast um valhelini, og ivaleyst er
mangur ungur ivasamur í,
hvønn flokk hann eigur at velja.
Kanska hann ongatíð hevur
verið á vali fyrr og ti ikki hevur
nakra veruliga politiska hug-
sjón. Hver flokkur man nú tæna
áhugamálum okkara best?
Tað er nógv, tú má kanna,
áðrenn tú setur tín kross, tí av-
gerð tín kann verða við til at fáa
framtíð okkara ungu í eina legu,
sum lætt kann verða til óbóta-
ligan skaða fyri ungu Feroyar.
Munnu vit ungu ikki fyri nógv
størsta partin flokkast um
vinstravongin i føroyskum poli-
tikki? Eg vil næstan siga sjålv-
andi. Tad kann als ikki vera
hugsanin hjå okkum, at alt
valdið eigur at liggja hjá nokrum
fáum, sum hava kapitalin um
hendur, og vit soleiðis bert koma
at vera amboð hjá hesum sama
kapitali. Nei, vit ungu í dag
verða at standa saman sum ein
eind fyri at megna at gera enda á
kapitalismuni — t. v. s. høgra-
flokkunum í Føroyum. Hverjir
eru so hegraflokkarnir?? Ja,
frammanundan einum vali hend-
ir altíð tað logna, at tað er ilt at
fáa eygað á teir. Teir skifta ham
sum slanga, tí tá tora teir jú av
góðum grundum ikki at vísa
verunliga andlit sitt. Tað vildi
fingið oll okkum ungu at vent
teimum bakið við spýggjuni í
hálsinum. Teir fara allir fýra í
ein ljósareyðan ham og ganga
entá so vitt sum at kalla seg
sosialistiskar (um tú vil hava
prógv, so les fyrsta petti í
stevnuskrá fólkafloksins).
Og soleiðis royna teir at balla
seg inn og tosa pent, men teir
kunnu nú ikki heilt leypa frá, tí
tað kundi fingið onkran kapital-
So løtt er hon —
ist at ivast, so tað kann altid les-
ast millum reglurnar, hvar teir
verunliga standa. Og fyri at siga
tad, sum tad er, so eru høgra-
flokkarnir hesir: Fólkaflokkurin
(stórmannavald), Sambands-
flokkurin (afturhald), Gamla
sjålvstyri (fini flokkur) og so
Kjartan Mohr )??)
Hesir flokkar eru allir kapital-
istiskir, t. v. s., teir verja um
teir fáu stóru til óbótaligan
skaða fyri hin minni menta, og
tað eru fyrst og fremst vit ungu.
Um teir kunnu hava okkum í
startinum, so er jú gaman í hjá
kapitalistunum.
Tað vera alti3 nakrar fáar
ungar reddir, sum royna at rópa
fyri hesum flokkum. Eg hugsi t.
d. um hann Breckmann. Man
fara vit at kanna eftir, so er lætt
at síggja hví: > Kapitalurin er jú
arviligur«, so tað verða altíð
nakrir, sum onga neyð hava, og
tað er júst hesum, vit ungu í dag
megu berjast ímóti.
Niðurstaðan verður so tann,
at vit megu halda okkum á
vinstravonginum, og her eru so
tvinnir kostir í at velja: Hin
tjóðskaparligi sosiali (Tjóðveld-
isflokkurin) og hin demokratiski
sosialistiski (Javnadarflokkur-
in).
Sjálvandi má tað verða upp til
ein sjálvan at avgera, hvat er
best, men tað er ein óreingiligur
veruleiki, at yvirdrivin national-
beinleiðis er av tí ónda.
Innan tjóðveldið í dag eru
tvinnir bólkar, sum opinlýst
stríðast ímóti hverjum eðrum.
Hetta er ein maktkampur um
hugsjónina (ideologi), sum hesir
menn dríva so vítt, at teir fult og
heilt gloyma endamálið við ein-
um sosialistiskum flokki, tað er
at tæna landi og fólki á ein sunn-
isma
sosialurin
an og sosialistiskan hátt. Alt er
druknað í hesum eina »loysing«.
Fyri alt í verðini loysing, men á
hvønn hátt hetta skal gerast, og
hver skal bera ta figgjarligu
byrðu, ið stendst av hesum,
hoyrir tú av góðum grundum
onki um.
Flestu av okkum eru rættu-
liga tjóðskaparliga sinnað, men
ein politikkur, sum tann, ið
Erlendur rekur, tiltalar okkum
als ikki. Vit ungu megu av góð-
um grundum hugsa um fram-
tíð okkara á ein realistiskan
hátt. Ti kunnu vit als ikki taka
undir við eini hugsjón, sum onki
verunligt figgjarligt stødi hevur.
Sostatt verða vit noydd at venda
IRA-politikki Erlends bakið og
venda okkum til hin sosialistiska
flokkin í Feroyum: Feroya
Javnaðarflokk.
Tað er ein veruleiki, at hesin
flokkur førir hin mest realistiska
politikkin her á landi í dag. Her
verður hugsað um framtíðina, og
tað er hon, sum er okkara. Ongin
blindur tjóðskaparligur rumb-
ulspolitikkur, men ein politikk-
ur, sum støðugt ber okkum fram
móti málinum: Oheftu ungu
Føroyar.
UNGU FØROYINGAR! Lat-
ið okkum standa saman hin 7.
november um at verja áhugamál
okkara, sum er ein trygg framtíð
í einum væl skipaðum sosial-
demokratiskum samfelag. Latið
hvorki kapitalin ella óndsinnaðu
tjóðskaparesingina sleppa fram-
at, tí her skulu vit liva >og liva
væl«. JAVNADARFLOKKUR-
IN er okkara FRAMTID. jn
kann alt
fyllir helmingin
smart å at lita
sera løtt at passa
hevur tað heila —
fyri tað hálva
Síða 15
vigar fleiri kilo minni
tekkiligt feminint design
týdningarmikil nyttuseyming
Sera góðar gjaldstreytir
Annars ymisk modell
av SINGER á goymslu
HANS NYBO
Brekkugøta 20
telf. 12122
Tað fall virkuliga fyri
bróstið nú ein dagin at lesa eina
veljaragrein í Dimmalætting.
sum hálovar Sambandsflokkin-
um fyri at moralskur og
sterkur. Væl kann tað vera, at
tað finnast nógvir sambands
menn, sum eru tað, men tá man
skrivar soleiðis, so er tað undir-
forstaðið, at allir hinir flokkarnir
hava ómoralskar og veikar menn
og tað er at háa og spotta, tá
man soleiðis slær út og slær seg
sjálvan á bringuna, hver skal
siga: Eg hin einasti rættvísi og
mær
vera
góði. Soleiðis má man ikki gera,
ti hetta er at seta seg sjálvan
hogt. Og tá veit man hvat í dóm
urin verður
Lat okkum ikki blanda tingini
saman, men vera rættvisir
Eisini í politikki. Eg kenni
nógvar moralskar og sterkar
menn innan fyri aðrar flokkar
At koma við sovorðnum skrivari
uppundir val er ikki rætt. Tað er
at spotta.
ungur veljari
KKK
Harri blaðstjóri!
Gevið mær innivist fyri hesum
reglum, sum eg má fáa í blaðið
eftir at hava lisið eina
óhugnaliga framstilling í Fjúrt-
anda, har tjóðveldismenn vísa
eina sovorðna há móti ollum
kristnum ísletti í okkara sam-
felagi, at tað bart út gevur
okkum óhugnaligar framtíðar-
tankar. Tað skal samstundis
vera send ein tøkk til Petur Há-
berg fyri at hann so væl hevur
afturvist teimum, sum vildu og
sum eisini útihýsti øllum kristn-
um isletti á tí barnarithøvunda-
stevnu, sum var í Hoydølum i
summar.
Er tað virkuliga komið so
langt, at vit í Feroyum eru
bangin fyri at vísa okkara sanna
kristna sinnalag? Eru vit bangin
fyri, at aðrar nasjónir skulu vita,
at vit seta kristindómin so hátt í
æru, at vit vilja hava hann við í
okkara litteraturi?
Nei, lat Tjóðveldismenninar
og teimum sum leiða Fjúrtanda
sera
Sturlet
um at speireka Petur Háberg og
tað sum hann umboðar. Men vit
takka Gudi fyri at vit eiga menn.
sum boða hin góða boðskapin
Javnaðarmaður
————„ "ae