Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. oktober 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 . - sostalurin telefon I IN20, box 76, 3800 Tórshavn Ut ri: I Ina SEN Ar ørova J Jurtlokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen, telefon 55873 (vid ábyrgd) Johnsigurd Johannesen, telefon 13242 Prent: Prentsmiðjan á Hevgsbrevt , . . Personligt frælsi TÁ TALAN ER um okkara tjóðskaparligu stødu, verður mangan tosað um at vinna fólk- inum fult irælsi. Sagt verður, at á hesum eki hevur fólkið ikki frælsi, men at staða okkara er ein ófræls støda. JAVNAÐARFLOKKURIN er av teirri áskoð- an, at vit við heimastýrislógini frá 1948 fingu hetta tjóðskaparliga frælsi, tí sambært hesa lóg stendur okkum frítt at yvirtaka øll måls- okir. at taka við tað sjálvstýri okkum lystir og eisini fulla loysing, um meiriluti av fólkinum er fyri hesum. Hetta er í orðsins sanna týdningi ein fræls støda. HINVEGIN ÁSANNAÐI javnadarflokkurin frá fyrsta degi, hann sá dagsins ljós, at hitt persónliga frælsi í stóran mun var skert, og enn í dag hevur fjøldin ikki vunnið fult figgjarligt og persónligt frælsi. Flokkurin hevur og vil framvegis stríðast fyri at vinna fólkinum hetta frælsi. ÁÐUR Í TIDINI var stødan rættuliga hættis- lig. Stérur tørvur var å skipum og arbeids- skapandi virkjum. Hetta skapti eitt stórt yvirskot av fiski- og verkamonnum og gjørdi hetta, at arbeiðsgevarar og stóðu rættuliga sterkir í samfelagnum, meðan fiski- og verkamenn stóðu ógvuliga veikir. Reiðaravirkini hevdu langar bidilistar fiskimenn, ið sektu sær hýru, og verkamenn útgerðarmenn yvir gingu morgun eftir morgun á arbeiðsplássini og komu aftur til hús uttan at vinna eina einastu krónu. TA EINS OG nú, at tað so vakurt, at tú hevði trúar-, talu- og skrivifrælsi, men talaði ella skrivaði tú ødrvisi enn teir, sum skip og virkir áttu, so kundi tú rokna við, at tú gjørdist breyðleysur. Tað var ikki óvanligt, at menn vóru noyddir at frásiga sær sína politisku ella religiøsu áskoðan fyri at vinna sær og sínum til uppihald. Hetta er hin eyðkenda kapitalistiska trælkanin. Hetta var í orðsins støda, har hitt figgjarliga og persónliga frælsi í stóran mun livsins sanna týdningi ein ófræls var skert. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur síðani havt ávirkan á samfelagið, og vend er komin i. Við eini skjótari og stórari útbygging av fiskiskipa- flotanum og arbeiðsskapandi virkjum á landi er ein stór broyting farin fram. Hetta hevur broytt støduna, soleiðis at staðan h já arbeids- gevarum og útgerðarmonnum er viknað, meðan verkamannafjøldin nú stendur munandi sterk- ari. Hendan útbygging hevur fert við sær, at tað ikki longur er yvirskot av fiski- og verka- monnum, men heldur tørvur á hesum fólki. HETTA ER HÓAST alt ein bati. Men málið må vera, at fiski- og verkamenn fáa iognarrætt til framleiðslutólini, rimuliga medåvirkan og javnbjóðis lut i ágóðanum. Við ødrum orðum: fult figgjarligt og personligt frælsi. sosialurin dagbokin Hattarvikar Kirkja 75 år Komandi leygardag eru lidin 75 år, sidani kirkjan i Hattar- vik bleiv vigd. I sambandi við merkisdagin heldur E. Vilhelm varabispur gudstæn- astu i Hattarvikar kirkju å middegi komandi sunnudag. Frelsunarherurin Í kveld kl. 8 verður jubile- umsmeti har Ejvind Vilhelm, varabispur og Petur Christi- ansen, borgarstjóri, luttaka. Evangeliihúsið Tróndargeta. I kveld kl. 20.00 evangeliskur fundur við Willy Hansen og frú, og Ester Rasmussen úr Dan- mark. Telefonandaktin á tele- fon 12266. Filadelfia Í kveld kl. 20.00 meti hjá systramissionini Annars telefonandakt alt samdøgrid KFUM & K Felags bibliutimi v. Petur J. Sigvardsen, skularådgevara i KFUK í annaðkveld kl. 20.00: Fylling andans. Javnaðarveitsla í Havn Komandi friggjakvøld skipar Suðurstreymoyar Javnaðar- felag fyri veitslu á Hotel Fer oyum kl. 19.30. Borðreitt verður við degurða, farið verður upp á golv; spæla Tey av Kamarinum til dans. Hermann Jacobsen, Jona Henriksen, Johnsigurd Johannesen á Co. skipa fyri skemti. Tekningarlisti liggur á telefon 11820. Seinasta freist at tekna seg til veitsl- una er í annaðkveld síðan Lívbjargarar til svimjihøllina i Klaksvik Klaksvikar byråd hevur lyst tvey størv leys sum livbjarg- svimjuhøllina í Klaksvik. Umsøkjararnir skulu hava stadid roynd- ina fyri livbjargarar. Eisini hevur Klaksvikar byråd lyst starvid sum fyristødumann vid svimjihøllina leyst at Umsekjarar skulu arar við søkja. hava maskinprógv. V4 dråtturin Seinasta leygarkvøld vóru hesi tel drigin i V4 dráttinum hjá útvarpinum: 2, 6, 16, 20, 31.37. 52, 55, 56, 62, 63, 68, 71, 79, 86 og 97. Tað verður upplýst at tveir vinnarar vóru, annar úr Havn og hin úr Fuglafirði sum fáa saml- aða vinningin 7.620 kr. at býta sínamillum. Eykavinn- ingurin upp á 7.620 fór til Tveroyrar Nr. 58 — 23. oktober 1974 Uttanbýggja jørð hart skattað Tað var uppskot frammi í út- varpinum herfyri, tá tosað var um at bjarga Mykines undan av- toftan, at fáa uttanbyggja jørd- ina hart skattada. Eftir hvat longu frætt er, visir tad seg, at hetta uppskot er farið at gera um seg. Maður sum eigur tvær gyllin av jarð í Norðoyum og býr í Havn hevur fingið 35 pund av kjøti til jørdina. Hann bleiv skattadur av hesum kr. 238,— i landsskatti og kr. 36,— i kommunuskatti til plássið, har jørdin hoyrir til. Kann ein slik skatting vera røtt? Um so er, skuldi ikki nakad verid hjå ti al- menna at gramt seg um. Ti landsjørdin gevur neyvan meir i landskassan, enn hesar bådar gyllinar. Andrew *KK Klaga viðvíkjandi siðloysis (porno- grafiskum) lesnaði Vit boða við hesum politivaldin- um frá, at siðloysis (pornograf- isk) blød, við myndum verða seld í landinum í kioskum og bókhandlum, og samstundis sum hetta bræv verður avhend- að til politivaldið verða sjónlig prógv legd fram. Vit nevna blød sum t. d. »Rapport«, Ex- press, og onnur, sum t. d. »ung- dómsbleðini< »Go« og »Sabrina« sum eru nærum líka ring. Víst verður á revsilógina $ 234, petti 2. og 3. sum skilliga siga hvussu ólóglig selan a slíkum blødum er. Vit biðja politivaldið taka sær hesum máli beinan vegin, og steðga søluni, so lógin verður hildin hesum viðvíkjandi. Samstundis siga vit frá at bloðini hava fingið hesa frá boðan at vita. Virðisliga Hans Andr. Joensen Victor Holm Carlsen Málningaframsýning Í dogunum 25., Opið kl. 15 26. og 27. oktober hevur Bent Restorff aftur- lítandi sýning í Listaskálanum. 20 allar dagarnar. Radarsimulatorskeið Á Feroya Sjómansskúla byrjar radarsimulatorskeið (5 daga skeið) mánadagin 28. okt. 1973 kl. 1400. Í mesta lagi 8 kunnu taka lut í hesum skeiði. Skeiðið verður uppaftur tikið seinni, um áhugi vísir seg at vera. Áhugaði eiga at siga frá til skúlan sum skjótast. Føroya Sjómansskúli Til svimjihøllina i Klaksvik verður sekt eftir fyristødumanni sum er maskinkønur Umsóknir skulu vera býráðnum í hendi seinast 15. novembur 1974. Nærri upplýsingar um len v. m. fáast á býráðs skrivstovuni. Klaksvíkar býráð Til svimjihøllina i Klaksvik verdur søkt eftir tveimum livbjargarum sum hava stadid royndina sum lívbjargarar. Umsóknir skulu vera býráðnum i hendi seinast 15. novembur 1974. Nærri upplysingar um løn v. m. fáast á býráðsskrivstovuni. Klaksvíkar býráð