Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-10-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1974síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í I DU så Sida 16 sosialurin Nr. 59 — 26. oktober 1974 Johnsigurd Johann t rå y myri, har var heilt slætt lendi, men tað sá ikki út til at vera gróðragott, tí har tyktist vera heldur grunt. Síðan komu vit í Aðaldal og Reykjadal. Longur uppi var reyn og skógur; í stoðum vóru treini nokk so heg. Longur inn í landið, vit komu, varð lendið betri. Vit steggaðu við Einarsstaðir í Reykjadali. Reykjadalur er góður, grenur dalur, har eru fleiri stórir bándagarðar, og har, nær við Einarsstaðir, er ein skúli, sum eitur Laugarskúli, tað er kvinnu- gymnasium. Lendið haðani til Mývatn er slætt og væl vallað, har var nógvur seyður at siggja.. Mývatn merkir mýggjavatn, og har sigst við hvert at vera so nógvur myggjabiti, at hverki fólk ella fæ kunnu halda út at vera har. Hetta er serliga úti á 7. PARTUR teimum smáu oyggjunum og hólmunum, sum eru á vatninum. Men har er sjáldsama vakurt við Mývatn. Vatnið er nógv inn- skorið, smáir vágir og tangar eru víða hvar í vatninum, og rundan um vatnið er ótal av eldgos- holum. Úti á vatninum er ein mongd av oyggjum og hólmum. Nógvar oyggjar og hólmar eru gomul eldgos, nú eru tey gras- vaksin, har var ófera nógvur fuglur at síggja, m. a. ein mongd av svanum. Vit óku rundan um vatnið og fóru “so haðani til Akuroyrar, fyrst fóru vit norðureftir eftir sama vegi, sum vit komu til Mývatn, men tá vit komu til Einarsstaðir, vendu vit vestur- eftir, og nú komu vit til Ljósa- vatn og Góðafoss. Um henda foss sigur søgan: Tá ið kristindómurin var borin fram á Altingi, gjørdist ófriður á tingi. Íslendingar vildu ikki taka við hesi nýggju læru, og teir hóttu við at taka lívið aý teimum kristnu boðberunum. Tá var Torgeir Torkilsson, ljósvetna- góði, lógsegumaður. Hann var heidningur, og íslendingar heittu á hann, um at gera av, annað- hvort teir skuldu taka við krist- indóminum ella ikki. Torgeir lovadi, at hann skuldi gera, sum teir bóðu hann, men hann vildi hava vissu fyri, at teir boygdu fyri hansara ráðum. Íslendingar høvdu álit á Torgeiri, og teir lovaðu at gera, sum hann ráddi teimum. Torgeir fór so inn í búð sína og legði seg undir skinn- feldin. Har lå hann i triggjar dagar, og tå hann kom ut aftur, råddi hann islendingum til at taka vid ti nýggju læruni. Tað gjørdu teir; men tå Torgeir kom heim aftur til sin sjålvs, tók hann gudasúlur sínar og tveitti tær i fossin. Av hesum skal fossurin hava fingið navnið Góðafossur. Annars er Góða- fossur einki serliga stórur, hann er lágur, men heldur breiður. Meira Gomul kirkja komandi vitjaði úthúsini á báðar ganga ein túr innar í fyrsta sinni, væntaði hann, at skógin og njóta fuglarnar og Tað kundi eingin ivingur verða um tað Tað vóru skornar rivur í træ- verkið, og ljósglæmur trongdu seg út ímillum. Holmes hevði staðið og kann að gluggan. Tað er eisini onkur, sum hevur gjørt royndir her. Hver tað so enn er, er tað ikki eydnast viðkomandi at sleppa innar í húsini. Viðkomandi má hava verið eina sera ringur tjóvur, helt Holmes Hetta er tó tað løgnasta, segði logreglumaðurin. Eg má vissa tygum um, at hesar riv- urnar og merkini ikki vóru at síggja so seint sum í gjárs kvoldið. Kann vera, at tey stava frá onkrum forvitnum bygdafólki, segði eg. Tað kann ikki hugsast. Tað eru ikki mong bygdafólk, sum tora at ganga her um vegir. Og enn minni tora tey tí at gera seg inn á úthúsini. Hvat halda tygum, harra Holmes? Eg haldi, at eydnan er við okkum, svaraði hann. Tygym halda sostatt, at viðkomandi, sum hevur gjørt royndir at sleppa innar í kahúttina, fer at koma aftur higar? Tað er ógvuliga trúligt, at hann fer at gera tað. Tá við- tey fóru at standa opin. Tá tey ikki gjørdu tað, royndi hann at sleppa innar við einum lumma- knivi. Tað eydnaðist honum ikki. Hverjar møguleikar hevði hann so í at velja. At koma aftur náttina eftir við betri útgerð, svaraði Hopkins Tað vildi eg hildið, segði vinmaður mín. Tað er tí skeivt, um vit vera fyri honum, tá hnn ger royndina aðru ferð. Latið meg annars sleppa innar at skoða kahúttina, bað Holmes. Sporini, sum vóru, vóru nú øll burtur. Men innbúgvið í ti lítla rúminum stóð sum tað hevði staðið ta náttina, Peter Carey varð tikin av lívi. Í samfullar tveir tímar kann- aði Holmes hvenn lut í smátt- uni. Men eydnuna tóktist hann ikki hava við sær. Hava tygum beint nakað burtur av hesari hillini, Hopkins? Nei, tað havi eg ikki. Okkurt er vorðið flutt av hillini. Holmes stóð vid sitt Í hesum hillakrókinum er ikki so nógv dust sum í hinum Tað kann hava verið ein lítil kassi, sum hevur staðið her. Í lagi. Eg kann ikki koma fram á nakað meira í løtuni. Watson, lækni! Latið okkum blómurnar í nakrar tímar. Vit hittast aftur á hesum stað seinni, Hopkins. Tá fáa vit at siggja, um vit kunnu koma í betri samband við hann, sum vitjaði hesa smáttuna í nátt Klokkan mundi vera um ll, tá vit gjørdu okkum tilreiðar. Hopkins helt, at vit skuldu lata hurðina standa opna, meðan Holmes var av teirri áskoðan, at hetta fór at vekja mistanka hjá honum, ið koma skuldi. Hurðin var gjørd sera einfald. So einfald, at ein bert hevði fyri neyðini at nýta eitt rakiblað fyri at fáa hana upp. Holmes skjeyt somuleiðis upp, at vit skuldu ikki bíða í smáttuni, men millum runnarn- ar, sum vuksu uttan fyri gluggan, ið var longst burtur frá hurðini. A henda hátt vóru vit betur forir fyri at eygleiða tann fremm- anda. Osæddir. Varðhald okkara gjørdist drúgt. Men einki hendi. Tó kendu vit allir í sinnalagi okkara nakað tað sama sum ein veiðimaður ger, tå hann bidar eftir fongi. Hver var tað, sum mundi fara at koma higar fyrr ella seinni, hugsaðu vit Framhald