mikudagur 22. januar 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 22. januar 1975
sosialurin
Síða 5
Í dýrastu neyð
Arbeiðsmaðurin — tann tíma-
lonti maðurin — kemur at kalla í
dýrastu neyð, tá hann er vorðin
sjúkur. Her verður ikki hugsað
Hús ella íbúð í Vági
Í Vági ella har nærindis ynskist hús ella íbúð til leigu skjótast
til ber.
Telf. 13903
8
1}
ÆT
=
HH
A
a
= ou
2
AÐ
Uppsparingin
er
grundarlagið
Tað sigur seg sjålvt, at
tá talan er um lánveiting,
verður stórur dentur
lagdur á uppsparingina.
Fyri pening á bankabók er rentan
fyri tíðina:
8% p.a. bundin uppsparing
8% p.a. við 12 mánaða uppsøgn
6% p.a. við 6 mánaða uppsøgn
5% p.a. við 3 mánaða uppsøgn
4% p.a. við vanligum treytum
SJOVINNUBANKIN
Filmssyningar
SAMSOS-film fer undir aftur sýningar av filmum ur sosial-
istisku londunum. — Filmskveld verða á Læraraskúlanum i
Havn hóskveldini 23. januar, 20. februar, 20. mars og 17.
april. Og å skålanum å Tvøroyri leygarkvøldini aftan å. Syn-
ingarnar byrja klokkan 20.00.
Tveir filmir verða sýndir hvert kveldið, ein stuttfilmur og
ein spælifilmur.
Teir fýra spælifilmirnir verða hesir:
»Øska og diamantar«, pólskur filmur um tíðina beint aftan á
seinna heimsbardaga.
„Hjarta Russlands — eitt seguligt kapittul<, sovjettiskur
litfilmur.
„Kærleiki hinnar ljøshærdu«, tjekkiskur sålarfrødiligur
filmur.
„Um tú ert góður við heim títt“, sovjettiskur filmur frå
teimum degum, táið týskir nazistar royndu at hertaka
Moskvu.
<BEW
um sjúkur, sum hann kann hava
fingið av skaðaávum, men sum
brádliga koma á hann. Og
verður sjúkalegan long, so er
reint galið.
Sum skipanin er í dag fær ein
tilikur maður, aftan á at hava
verið sjúkur í triggjar vikur, við
læknaváttan 40 kr. um dagin frá
ti arbeiðsmannafelag, sum hann
er limur í. Hevur hann arbeitt
hjá sama arbeiðsgevara í fimm
ár fær hann 20 kr. um dagin frá
arbeiðsgevaranum, men tó
longst í 12 vikur.
Vit hava fleiri dømi um hetta.
Hevur ein tílíkur maður bæði
hús og heim at forsyrgja, og
hevur hann bæði skatt og lán at
gjalda, so er hann at kalla av-
skrivaður. Her má broyting
koma í lógina beinanvegin.
Tá er oðrvísi við honum, sum
kemur til skaða av vanlukku.
Hann er betri fyri, tí tá fær hann
pengar frá vanlukkutryggingini.
Eftir pristalinum í dag fær hann
91,80 kr. um dagin frá van-
lukkutryggingini, og hesa skip-
an eru arbeiðsmenn fegnir um.
Martin Kúrberg
*k*KKX
Fólkatings-
valið
Vit javnaðarmenn fegnast held-
ur enn kæra um úrslitið av fólka-
tingsvalinum 9. í hesum månad-
inum. Vit fingu mannin aftur-
valdan, og tað gevur okkum
nýtt mót og treysti at stríðast,
til sigurin er vunnin. Vit bjóða
ollum kreftum við í kampin.
Latið okkum fara mannsterk til
ára og óttiliga rógva, til komið
er í havn.
Ikki vit sova,
men altíð vera vakin.
Tað lívir av landi
fyri hvort takið.
J. J. í Gerði
Saltangará
Árskort, ið gevur atgongd til
alla reðina, kostar 20 krónur
og fæst fyrsta kveldið, sum
verður í Havn komandi hós-
dag og á Tvøroyri leygardag-
in 25. í hesum klokkan 20.00.
SAMSOS
Stubbar úr USSR
Merkja hval við radio
Í Vladivostok fyrireika vis-
indamenn felags amerikansk-
ar-sovjetskar hvalakanningar
í Kyrrahavinum. Hvalirnir
skulu merkjast á tann hátt,
at ein lítil radiosendari verður
festur til hvalin, so at hann
„fær boð frá sær<, hvar hann
enn er. Sum kunnugt ferðast
hvalur víða og ofta á stórum
dýpi.
Lýtt á kuldapólinum
Kuldapólurin á norðaru hálv-
kúluni liggur í Omjakon í
sjálvstýrandi landslutinum
Jakutia í Sibir. Har eru nú 28
kuldastig — tað er eftir árs-
tíðini lýðka. Men longur
suðuri í Jakutia er kaldari:
við ánna Lena hava teir mált
47 kuldastig, sum er tað
kaldasta har á leið í december
mánaða.
Sovjetskur-norskur
filmur
Upptøkan av ti felags sov-
jetska-norska filminum
„Undir grýtutum himli« er nú
endað. Filmurin sýnir tann
sameinda bardagan hjá
Reyða herinum og norsku
motstødurørsluni móti naz-
istunum undir Ørum heims-
bardaga.
Tridi hvør bóndi
hevur fingið
nýggj hús
Hesi seinastu 10 árini hevur
triði hver bóndi í Sovjetsam-
veldinum fingið nýggj set-
hls. Til øll húsini hoyra
urtagarður og eitt traðar-
stykki. Byggingin er figgjad
við longum bankalånum til
lága ella onga rentu. Seinastu
árini hava verið góð fyri sov-
jetska landbúnaðin. Til dom-
is kann nevnast, at staturin
letur 50% eyka fyri landbún-
adarvørur, sum eru út yvir
tað tilætlaða.
Tað verður heitari
Meðan summir vísindamenn
stúra fyri einari nýggjari ís-
tíð, heldur sovjetski profess-
arin Bydyko, at veðurlagið
tverturímóti verður lýggjari.
Hann sigur, at ísurin við
pólarnar er í stødugari mink-
ing.
Luftdrivið tok
Bygdin Selenograd uttan fyri
Moskva fær nú heilt nýtt
ferðslutól. Tað er eitt tok,
sum koyrir í hermetiskt aft-
urlatnum bergholi, og tað
verður drivið av trýstluft.
Ferðin verður 0. u. 90 km um
tíman. Bergholið verður 6,5
km til longdar og skal sam-
binda sjálva bygdina við
idnadarøkid. Tokið verður at
kalla ljóðleyst, tað dálkar
ikki, og serfreðingar halda, at
tað sum frá líður verður væl
bíligari í brúki enn tilsvar-
andi vanlig tok.
Try høv vóru eitt
Í Norðurkaukasus hava fólk
dunnið beinini av langt síðani
burturdeyðum hvali. Hetta
styrkir ta hugsan, at Svarta-
havið, Kaspiska havið og
Asovska havið einaferð vóru
eitt hav.
Heimsins størsti
oljuframleiðari
Oljufelog í Vesturtýsklandi
og Latinamerika hava roknað
út og eru komin til sama úr-
slit: Sovjetsamveldið er í dag
heimsins stersti oljuframleið-
ari.
Útrokningarnar siga, at í
fyrra hálvári av 1974 fram-
leiddi Sovjetsamveldið
9.018.000 tunnur av olju, t. e.
225 milliónir tons.
Í sama tidarskeidi fram-
leiddi USA 9 milliónir tunnur
og Saudi-Arabia 8,3 milliónir
tunnur.
Telini verða undirstrikað
av framtíðarútlitinum: Sov-
jetsamveldið hevur í letuni
ein vekstur í oljuframleiðsl-
uni upp á 10% um árið,
meðan USA hevur eitt fall
upp á 2%.
Gott heyst
í Ukrainu
Heystið í Ukrainu bleiv betri
enn ætlað. Landbúnaðurin
hevur latið statinum 16,4
milliónir tons av korni. Hetta
eru 866.000 tons meiri enn
ásett í fimmáraætlanini.
Jarnbreyt
yvir Kaukasus
Eitt byggifelag í Tbilisi,
grusinska hevuðsstaðnum,
fyrireikar nú jarnbreyt yvir
hægstu europeisku fjallarød-
ina Kaukasus, sum gongur
millum Kaspiska havid og
Svartahavið. Frammanund-
an eru tvær jarnbreytarlinjur
á staðnum, men tær ganga
fram við strondini og eru tí
væl longri enn tann beina
linjan. Ætlanin er, at fleiri
berghol skulu spreingjast í
sambandi við nýggju jarn-
breytina.
Vatna við sjógvi
Royndir við vatning av turki-
lendi við sjógvi fram við
Kaspiska havinum, Svarta-
havinum og Eystursjónum
hava givið framúr gott úrslit.
Mangastaðni er gróðurin væl
betri, sigur talsmaður fyri
estiska landbúnaðarráðið.