Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1975síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 7 — 25. januar 1975 Upptøkurnar av Føroya filminum Rannvá lidnar næsta týsdag Filmurin, sum verður liðugur í mars, hevur eina spælitíð upp á meiri enn tveir tímar, foroyska talu og tónleik eftir Sibelius. Næsta týsdag, um viðrar, enda upptøkurnar av føroya filminum Rannvå, sum spanski listamad- urin Miguel Hidalgo hevur tikið upp. Filmsritið er gjørt yvir skaldsøguna Rannvå eftir Dag- mar Joensen Næs. Miguel Hidalgo hevur sjålvur gjørt filmsritið. Filmurin, sum hevur foroyska talu, verður klárur til framsýning í mars. Rannvá hugtók meg Upp á fyrispurning um hví Miguel Hidalgo er farin undir at gera filmin um Rannvá, sigur hann okkum, at hann sjálvur hevði ætlað at gjørt ein skemti- ligan føroya film, men eftir at vinmaður hansara Jerleif Kúr- berg hevði greitt honum ymiskt brot úr bókini Rannvá, fór hann undir at lesa hana. — Rannvá hugtók meg, sigur Miguel Hidalgo. Eg fór síðani vestur til Mið- vágs at hitta riihgvundan til bókina og bað um loyvi at filmatisera Rannvá. Hetta fekk eg loyvi til, og í novembur í fjør var farið undir at taka filmin upp. Ikki fyri peningaligan vinning Upp á fyrispurning hvat serligur dentur verður lagdur á í film- inum, sigur Miguel okkum, at tað er einaferð soleiðis, at tá ein bók verður filmatiserað, vilja fólk ofta vera við, at bókin er betri enn filmurin. Flestu films- felog hugsa serliga um peninga- ligan vinning, og verður filmurin sostatt hareftir. Filmurin Rann- vá er ikki gjørdur til tess at fáa peningaligan vinning, men fyri at fáa eina mynd av bókini Rannvá. Upp á fyrispurning um rit- hevundin at bókini dámar film- in, sigur Miguel Hidalgo okkum, at Dagmar Joensen Næs var eitt sindur ivingarsom vegna tess, at nakað í bókini verður broytt í filminum. Miguel Hidalgo í samreðu við Dagmar Joensen-Næs leikandi Nekur av teim eru: Finnur Johansen Elin Mouritsen Guðrið H. Nielsen Jerleif Kúrberg Róland Samuelsen Mortan A. Carlsen Anna Maria Petersen Hanna Joensen Fraser Eysturoy Asgerð Ásgeirsdóttir Heri Haraldsen Noomi Jul Edna Joensen Fanny í Dali Flóvin Jacobsen og hundurin Tór. — Eg skilji Dagmar væl i hesum, ti hon ber alsk til bók sína. Nýliga segði eg henni, hvat upprunaligu ætlaninar vóru við filminum. Eg vóni, at henni fer in til filmin eru verk eftir finska tónaskaldinum Sibelius. — Framman undan upptek- una lurtaði eg eftir fleiri logum, men helt eg, at verk eftir Sibelius fóru at passa best til filmin um Rannvá, sigur Miguel. Gamalur stílur Upp á fyrispurning um hvussu tað er at taka ein film upp í Fer- oyum, tá hendingin er langt aftur í tíðini, sigur Miguel Hidalgo okkum, at onki vist kann sigast, nær hendingin um Rannvá fer fram. — Eg havi roynt at fingið filmin í gamlan stíl, t. d. við búnum o. t. 50 fólk luttaka Eini hálvthundrað fólk luttaka í filmsupptekuni. Upp á fyri- spurning um hvussu Miguel Kommandanturin á Havnar Skansa hittir Rannvu á Olavsøku at dáma filmin og vera negd við hann. Tónleikur eftir Sibelius Filmurin, sum er í litum, er upp- tikin ymsastaðni í Føroyum — serliga í Havn. Spælitíðin er meiri enn tveir tímar. Tónleikur- dámar føroysku leikararnar, sig- ur hann okkum, at nakrir av leikarunum hava ikki staðið á palli áður. — Eg vil ikki siga, at tað er torført at arbeiða saman við teimum, men haraftur ímóti kundi tað av og á vera torført hjá teimum, sum hava spælt sjónleik áður, at venja hesi at spæla í filmi. Góðir leikarar Leikfólkið eru partvís vinir mínir. Eisini tók eg fólk, sum stóðu á getuni, sum eg helt passa til leiklutirnar, sigur Miguel Hidalgo. — Tað er at vera bilsin yvir, hvussu væl tey dugdu, sum ikki hava staðið á palli áður. Oivad eru nógvir góðir leikarar, ið kundu víst evni, um teir fingu høvi til tess. Ongin studningur Upp á fyrispurning um studn- ingur er latin frá tí almenna til Miguel Hidalgo er spanióli. Hann er máln- ingalistamðaur og blaðmaður. Hann hevur m. a. starvast við spanska blaðið Porqe. Fyri hálvum triðja ári síðani kom hann saman við konu síni til Føroya á vitjan. Teimum dámdu so væl í Føroyum, at tey vórðu verandi. — Hvor veit, um vit fara at búgva ævi okkara í Føroyum ? sigur Miguel Hidalgo. filmin, sigur Miguel Hidalgo okkum, at so er ikki. — Eg havi ikki ætlad mær at bidid um studning, og enn veit eg ikki vid vissu, hvussu nógv filmurin kemur at kosta. Make-up Kona Miguels, Joana Hidalgo, hevur gjørt make-up til leikarar- nar. Harnæst hevur hon eisini seymað nakrar av búnunum, sum nýttir vera. Leikararnir hava eisini sjálvir fingið til vega nakað av búnunum. — Nógv fólk hava veitt mær hjálp á ymsan hátt, og hetta eri eg teimum takksamur fyri, sigur Miguel. Einsamallur um upptøkuna Miguel tekur allan filmin upp sjálvur. Felagið KODAK í Dan- mark framkallar. Tala og tón- leikur til filmin verða sett til eftir upptøkuna. Ljóðbandi verður síðani sent niður til Onglands, har tað verður fest á filmin. Upp á fyrispurning um tað ikki er torført at seta taluna og tónleikin til filmin, sigur hann okkum, at tað er torferari at seta tónleikin til heldur enn taluna. Kommandantsfrúan troystar dóttur sína Gurðin kemur við stakkinum til dóttrina, ið skal til Havnar á Olavsøku »Besti filmurin um Rannvå« — Sjålvandi fer onkur at dåma filmin væl, medan kanska onnur fara at hava nakað at finnast at. Sjálvur haldi eg hetta kemur at vera hin besti filmurin um Rannvá. Hugsanin við filminum er at gera hann til Feroyar, og fyribils er bert ætlanin at vísa hann í Feroyum. Óvist er, um filmurin skal gerast í fleiri eintøkum, sigur Miguel Hidalgo.