leygardagur 25. januar 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
—
skúlabókagoymsluni, sum var i
stórum bygningi. Hetta var um
kl. 12.30. Forsetabilurin koyrdi
spakuliga 0. u. 20 km um
timan. Og forsetin veittradi til
fólkið og prátaði vid Jacqueline.
So hoyrdist eitt skot.
Og tey blivu fleiri. At enda ein
heil skotrød
Howard L. Brennan, sum var
hjåstaddur, så ein mann i einum
vindeyga i bygninginum å sættu
hædd kvikliga handfara eina
riflu, miða og síðani skjóta
nøkur skot.
Kennedy signaði niður og tók
seg um hálsin. Kona hansara
hoyrdi næsta skotið smella og sá
blóð renna frá einum skotsári í
hevdinum á manni sínum. Hon
tók armin um hann og rópti:
A, Gud, teir hava skotið mann
min. Eg elski teg, Jack!
Connally varð eisini raktur av
einum skoti. Tað rakti hann í
ryggin og fór gjøgnum allan
kroppin heilt oman í vinstra
lærið.
Ná kona hansara aftur hoyrdi
skot smella, tók hon um mannin
og bendi honum niður ímóti bil-
setrinum fyri at verja bæði
Tann fyrr nevndi Brennan sá
mannin í bókagoymslubygning-
inum lata hitt skotið
av. Hann tók síðani rifluna til
sin, men bíðaði i nøkur sekund
fyri at vita, um hann hevdi rakt
beint og nóg væl...
So hvarv hann.
seinasta
A sjúkahús
Trygdarmenninir vóru til reiðar
beinanvegin. Løgreglumadurin
Clint Hill, sum var í tí næsta
bilinum í rødini, leyp upp í for-
setabilin, og Jacqueline tók i
hondina å honum. Kellermann,
sum sat undir lidini á bilførar-
Ein trygdarmaður roynir at verja forsetan ímóti skotum
anum í forsetabilinum, helt fyri
við bilferaran: Lat okkum
sleppa burtur hiðani. Vit vórðu
rakt! Gjegnum eina radiolinju
segði hann: Koyrið okkum
beinan vegin til eitt sjúkahús.
Bilførarin setti meiri ferð á, men
hann slakaði av, tá Kellermann
segði: Um hann ikki er
deyður, so skulu vit ið hvussu er
ikki taka livid av honum!
Forsetabilurin við John F.
Kennedy og John Connally kom
til Parkland Memorial Hospital
niggju minuttir seinni.
Læknar og skurðlæknar vóru
til reiðar at viðgera forsetan
beinanvegin. Men ov seint var.
Kennedy doyði ein hálvan tíma
eftir, at hann varð raktur av
skotunum.
Hendingin
Vit venda nú aftur hagar, har
hendingin fór fram.
Summi, sum søgdu seg hava
hoyrt skotini, vildu vera við, at
tey komu frá jarnbreytarsteðini,
meðan onnur søgdu, at tey vóru
komin frá skúlabókagoymsluni.
Ein løgreglumadur, sum koyrdi
á motorsúklu, Marion Baker,
hoyrdi skotini og varð í somu
lotu varugur við, at nakrar
dúgvur fóru á flogið av takinum
á bygninginum, har skúlabóka-
goymslan var. Hann setti súkl-
una frå sær og rann til høvuds-
dyrnar. Har hitti hann fyri-
stødumannin á goymsluni, Roy
Truly, og teir fóru upp trappurn-
ar. Á aðru hædd legði Baker til
merkis, at ein maður brádliga
fekk nógv um at vera, men Truly
segði, at hann starvaðist á
goymsluni. Og tí hildu báðir
leiðina longur upp í bygningin.
10 minuttir seinni, kl. 12.40 varð
sami maðurin sæddur í einum
bussi í Elm Street. Har fór hann
úr bussinum og í ein hýrubil,
sosialurin
hann til North
Beckley Avenue. Har hevði
hann eitt kamar. Vertskona
hansara hevði sæð mannin koma
um kl. 1. Hon legði til merkis, at
hann bar skjótt at, og brádliga
var hann uttanduraður aftur.
Millum eitt korter og 18 minuttir
seinni varð løgreglumadurin J.
D. Tippit myrdur bert hálvan
annan kilometur haðani av
revolvaraskotum. Maðurin, sum
skjeyt, hvarv beinanvegin, men
tað vóru fólk, sum høvdu sæð
tilburðin, og tey boðaðu log-
regluni frá. Ein hálvan tíma
seinni varð ein maður handtikin í
einari biohell, sum lá hærindis,
har logreglumaðurin varð myrd-
ur. Hann varð fluttur til
løgreglustødina. Madurin navn-
gav seg sum Harvey Lee
Oswald, og legreglan hevði
jagstrað hann í teirri trúgv, at
hetta var maðurin, sum hevði
myrt forsetan.
— Ja, nú er hetta so liðugt,
skal Oswald hava sagt tá.
sum koyrdi
Boð
Politiútvarpið sendi um kl. 12.45
Tá Jack Ruby skjeyt Harvey Lee Oswald, sum varð skuldsettur fyri
at hava myrt forsetan
eini boð út um drápsmannin.
Innihaldið í boðunum vóru í
høvudsheitinum lýsingar av ti
manninum, sum Brennan hevði
sæð handfarið eina riflu í bóka-
goymslubygninginum. Brennan
metti mannin at vera um 30 ára
gamlan. Fáar minuttir framm-
anundan hevði fyristødumadurin
Truly sagt, at eitt av teimum 91
fólkunum, sum hevdu starv á
goymsluni, nevniliga Oswald,
var horvið.
Løgreglumadurin Tippit var
millum teir 500 løgreglumennin-
ar, sum gjøgnum politiútvarpið
hevði hoyrt boðini um tann eftir-
lýsta mannin. Hildið varð, at
tann umreddi Oswald annað-
hvert varð sloppin út úr bygn-
inginum, áðrenn hann varð
kringsettur, ella eisini var hann
sloppin út, ti hann hevði sagt, at
hann starvaðist á goymsluni.
Løgreglan rannsakaði helið,
har riflumaðurin varð sæddur,
og kom fram á pappeskjur, sum
fjaldu útsýnið frá hurðini til
vindeygað. Á gólvinum fann
logreglan triggjar tómar patrón-
ir. Í einum skápi í trappuupp-
gongini funnu teir eina riflu av
merkinum Seria nr. C 2766,
1940, Made in Italy. Riflan var
umleið 105 cm long og kundi
takast sundur, soleiðis at hon
kundi liggja í einum pappirs-
posa, sum løgreglan eisini fann.
Prógv var nú fingið fyri, at
maðurin, sum hevði myrt for-
setan, hevði skotið út gjøgnum
vindeygað á sættu hædd í bóka-
goymsluni. Í bygninginum, har
Oswald hevði starvast, og har
hann var sæddur at bera ein av-
langan pakka undir hondini
sama morgunin, morðið varð
framt.
Líkið skorið upp
Meðan kanningararbeiðið varð
gjørt, varð líkið av John F.
Kennedy flutt út í floghavnina
inn í flogfarið, sum hann var
komin við fyrr um dagin. Seinni
varð 'varaforsetin, Lyndon B.
Johnson, tikin i eid sum forseti.
Flogfarið flutti líkið til Washing-
ton, og stutt eftur varð tað
skorið upp á einum sjúkahúsi í
Bethesda, sum liggur stutt
uttan fyri Washington.
Kennedy, forseti, og Tippit,
logreglumaður, lótu báðir lív.
Kennedy av rifluskotum og
Tippit av revolvaraskotum. Men
ákærurnar fyri bæði drápini
verða helst ongantið reistar.
Tá Oswald sunnudagin 24.
november varð fluttur í stats-
fongslið, tyrptist stór manna-
múgva rundan um hann og poli-
timenninar, sum høvdu hann i
a
w *
Nr. 7 — 25. januar 1975
Fólk lesa i amerikanskum bleðum
um morðið á John F. Kennedy
hondjørnum. Blaðmenn díktu
hann undir í spurningum, og
sjónvarpið hevði beinleiðis frá-
søgn.
Just sum Oswald skuldi
flytast til bilin, sum bidadi eftir
honum, trokadi ein madur seg
fram i mannamugvuni og skjeyt
skot i búkin á honum. Oswald
varð uttan vit, og tað varð
hildið, at hann var deyður á
staðnum. Tað gjørdist alt ein
hurlivasi. Nakrir logreglumenn
løgdust á mannin, sum hevði
skotið, og teir vórðu báðir fluttir
inn í høvudsbygningin.
Oswald varð síðani fluttur á
eitt sjúkahús, men doyði hálvan
annan tíma seinni.
Maðurin, sum skjeyt Harvey
Lee Oswald, kallaðist Jack
Ruby. Hann var sálarbrekaður,
tá hann framdi morðið. Ruby
varð fongslaður fyri langa tid og
doyði fyri nøkrum árum síðani.
Tá John F. Kennedy varð jarðaður. Á myndini síggjast m. o.:
Jacqueline Kennedy og breður forsetans Robert og Edward Kennedy