Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1974síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sostalurin Blað Or! | , nesen, teleton 5873 (vid åbvrgd) ] ht i ir 4 Hí ce? telefon ] 32 12 Prent: Prer Framleidslumøguleikar OKKARA ÁSKOÐAN hevur altid verið, at framleiðsluskapandi vinnan eigur at byggjast so fjøltåttad sum gjørligt, soleiðis at vit ikki einans hava fáar, ella sum verri er, bert ein vinnuveg at troyta. YMISKAR ROYNDIR í seinastuni, sum tað almenna annaðhvert hevur skipað fyri ella verið uppii, hava sýnt, at í Føroyum eru fleiri framleidslumøguleikar, sum vit higartil ikki hava troytt. 2 ROYNDIRNAR, SUM gjørdar vórðu á Royndarstødini vid at framleida tomatir og agurkur á vakstrarhúsinum, um hon av álvara kundi hendan framleiðsla, um hon av álvara varð tikin upp, minka okkum munandi um innfluttningin av hesum verum. Her eigur tað almenna at taka stig til, at fleiri vakstrarhús verða bygd og rikin kring landið, soleiðis at vit i minsta lagi kunnu framleiða nóg mikið til okkara egnu nýtslu. AÐRAR ROYNDIR, sum tað almenna hevur verið uppii, eru royndirnar við fiskaaling norð- uri í Sundalagnum. Eisini hesar royndir hava givið gott úrslit og sýna, at um hesin táttur verður tikin upp av álvara, so kann eisini hetta telja við í landshúsarhaldinum. SUM NEYNT VARÐ í blaðnum næstseinasta mikudag, er pf. Sílaaling farið undir útfluttn- ing av ælabogasilum. Upplýst varð, at meðan framleiðslan í 1973 var upp á 18 tons, so roknar Sílaaling við eini framleiðslu upp á 30 tons í 1974. Prisurin er 14 kr. fyri kilo. Hetta vil við ødrum orðum siga, at í peningi fer framleiðslan hjá pf. Sílaaling í ár at geva slaka hálva millión krónur. HETTA ER SO tað, sum sílafarmurin norðuri í Sundalagnum longu kann geva. Tiltakið er rættiliga nýtt og neyvan er vunnið á øllum byrjanartrupulleikunum enn. Erfaringarnar, sum gera ein til meistara, hava vit heldur ikki, so væntandi kann farmurin geva meira sum frálíður. Um fleiri silafarmar vórðu stovnadir kring landið, kundi hendan vinna talt væl við í landshúsarhaldinum. , ONNUR FRAMLEIÐSLA, sum rættiliga er í vøkstri, er eggjaframleidslan. Her er tað gledi- liga hent, at stórur hesnagarður er bygdur i Rytuvik, og kann hesin nærum metta føroyska marknaðin. ALT HETTA ER slíkt, sum annaðhvort økir um útfluttningin ella minkar um innfluttningin og soleiðis sparir okkum valuta, samstundis sum hetta er ein fjøltåttan av okkara vinnu. Vit megu mæla foroyingum til at stuðla seg sjálv - ar við at keypa foroyska framleiðslu. sosialurin dagbókin Guðstænastur Í morgin verða hesar guðs- tænastur: Á Glyvrum altar- gongd við J. Follend. Oynd- arfirði altargongd við N. P. Danielsen. Tveroyri barna- og foreldra-guðstænasta (inn- savnan til barnaarbeiði kirkj- unnar) við Gerhard Hansen. Hvalba kl. 12 altargongd og kl. 18.00 í Sandvík við K. O. Viderø. Gøtu kl. 12.00 altar- gongd og kl. 18.00 barna- gudstænasta vid T. Beder. Klaksvik vid fv. varabipsi J. Joensen. Gjogv kl. 12.00, Norðskála kl. 18.00 vid P. M. Rasmussen. Kirkjubø vid Kjartan Mørkøre. Bø altar- gongd vid Høgna Poulsen. I Nes og Vågs prestagjaldi gongur talvan til frama fyri Guðs orðs útbreiðslu. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður við T. Tomasson, kl. 10.45 guðstænasta við A. Sand- beck. Fundirnir verða hildnir í Adventistaskúlanum við Hoyvikstjørn. Vesturvon er komin å fiskileid vid Bjarn- oynna. Veidan verdur skorin til flak. KFUM -skotarnir i Havn Teir sum ætla sær vid å Jamboree skulu lata tilmeld- ingarsedlarnar inn leygardag- in 30. november kl. 13. Prestavigsla Næsta sunnudag verður Martin Restorff Jacobsen, cand. theol. prestvigdur í Havnar kirkju. Martin Restorff er samstundis út- nevndur til sóknarprest í Suðuroyar sunnara presta- gjaldi og verður innsettur í hetta starv 15. dec. Prestainnsetan Í morgin verður Salomon Joensen, sóknarprestur, inn- settur í starvið sum sóknar- prestur fyri Norðuroyar eyst- ara prestagjald av Ejvind Vilhelm varabispi. Innsetan- in fer fram í Viðareiðis kirkju. Nólsoyar Páll í Klaksvík Framsyningin um Nólsoyar Páll verður í gomlu fimleik- arhøllini í Klaksvíkar skúla allar gerandisdagar frá kl. 16.00 til 19.00. Sunnudag kl. 15.00 — 17.00. isfiskasøla Sundabúgvin seldi i Aber deen seinasta mikudag og fekk 14.255 pund sterling (umleid 190.000 d. kr.) fyri 1.480 kassar av isfiski undan Íslandi. Nr. 69 — 30. november 1974 Klinik for tandproteser Mandag den 2. december åbner jeg klinik i Dr. Jakobsensgøta 11 i Tårshavn med konsultation efter aftale. Tid kan bestilles fra mandag 25. november kl. 8.00 på telefon nummer 14796. Í Mads Chr. Jacobsen | exam. prakt. tandtekn. Í medlem af LPT i Danmark Í Reception lørdag 30/11 overenskomst med | mellem kl. 10—12. kommunerne | u ze - LI Posturin um jólini Jólapostur til grannalondini skal vera á posthúsinum í Havn i seinasta lagi soleiðis: við flogfari við skipi ! Noreg 13. desember 5. desember Í Sveríki 13. desember 5. desember Bretland 10. desember Ísland 13. desember Danmark 17. desember 12. desember JÓLAPOSTUR Í FOROYUM, sum er á posthúsinum í Tórs- havn í seinasta lagi mikudagin 18. desember kann vera frammi i flest ollum bygdum áðrenn jól. Í Postur til Tórshavn, sum er komin til Havnar í seinasta lagi | friggjadagin 20. desember, verður útborin áðrenn jól. } Veðurlíkindi kunnu gera, at posturin verður seinkaður, og | fólk verður biðið um at senda postin í góðari tíð. Í POSTINNHEINTINGAR, POSTKRØV Í HOPTALI OG | »ADRESSULEYSAR« SENDINGAR kunnu ikki sendast i døgunum 12.—24. desember. Í »EKSPRESPAKKAR« TIL DANMARKAR kunnu í døg- unum 6. — 20. desember bert sendast, tá teir samstundis verða | sendir sum »ilpakkar« ella flogpakkar. | Posthúsið i Torshavn Kunngerð Tað verður her gjørt kunnugt, at býráðið hevur samtykt at |; góðkenna niðanfyri nevndu gøtunøvn eftir tilmæli frá gøtu- | navnanevndini: | Vegirnir á Kommansmýru: | | 1. vegur: LAARVEGUR | 2. vegur: MÝRISNÝPUVEGUR ; 3. vegur, ið samanbindur Hoyviksvegin og R. C. Effersøes- | gøtu: i TJALDURSVEGUR 4. vegur: SPOGVARVEGUR | 5. vegur: VIPUVEGUR | Torshavnar byråd | 28. november 1974 Brøytførari Sekt verður eftir ungum manni, ið kann føra eina brøytgravi- |; maskinu. Talan er um varugt arbeiði. Fyrimun hevur maður, ið hevur koyrt gravimaskinu fyrr. i Nærri upplýsingar um løn og arbeiðsviðurskifti fáast vid at | venda sær til byarverkfrødingsskrivstovuna, tlf. 11075. P Byarverkfrødingurin Sverrisgøta 5—7 3800 Torshavn — eg havi lisid tad i sosialinum sjålvandi!!