Sosialurinarkiv
Sosialurin 1974-11-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. november 1974síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 småtidindi innanoyggja Løgtingid saman friggjadagin Nyvalda legtingið kemur saman fríggjadagin í kom- andi viku kl. 15. Á fyrsta fundinum verður val av for- monnum og skrivarum. Tað er sum vant ellisformaðurin, sum setir nýggja tingið. Nýggjar bøkur Í bókabúðirnar eru komnar tvær nýggjar bøkur. Tær eru Høgtidir og veitsluhald á vetri eftir Robert Joensen í Klaksvík og Reyðibarmur eftir Odin Odn i Hvalba. Terminsroyndir Seinastu dagarnar hava verið terminsroyndir í skúlunum kring landið. Royndir vórðu loknar í gjar Sigla heim Væntandi verður Sjúrðarberg heima í næstu viku. Mána- dagin vóru teir inni eftir olju. Teir meta seg at hava millum 160 ot 470 tons Sundaberg hevur fiskað 250 tons Maskinskaða Polarstjørnan var í vikuni sleipað á Klaksvík við maskinskaða. Tað var Jákup B, sum sleipaði Polarstjørn- una, ið var á heimleið undan høvdu 190.000 Islandi. Teir pund 118.000 pund i farnu viku Kósavirkið i Klaksvík tók í farnu viku ímóti tilsamans 118.000 pundum í ráfiski. Sagt verður, at hetta er tann besta vikan til útróður norð- anfyri nú í longri tíð. Týs- dagin avreiddu Pollur 35.000 pund til Kósavirkið. Hetta var línufiskur, sum teir høvdu avreitt undan Fer- oyum Nógvur útróður í Sørvågi Útróðrarbátarnir í Servági fiskaðu ófort i farnu viku. Ein Ellisformaður er aftur hesa ferð Kjartan Mohr úr fram- burðsflokkinum. Um eingin nýggj sam- gonga verður gjørd, áðrenn tingið kemur saman, eigur javnaðarflokkurin formannin og tjóðveldisflokkurin næst- formannin. tveimum deksbátur = við monnum royndi við línu í tveir dagar, og fingu teir 6.000 pund. Silid avreiddi góð 6.000 pund upp á dagin og Gamli Gutti nakað tað sama. Báðir bátarnir rógva við línu. Ósi, sum eisini roynir við linu, — avreiddi tilsamans 60.000 pund i farnu viku. Tad er hardur streymur i løtuni, og båtar i Sørvågi hava ikki róð nógv hesa vikuna. Tys- dagin avreiddi ein bátur 5.000 pund. Seagull riggar nú til at rógva út. Ein oljudampari, Baltica, var í vikuni á Sør vági við olju Esso Fingu sjógv Hulltrolarin Lord Tedder var á Havnini hósdagin og fekk umvælingar av skaða, teir hovdu fingið av sjógvi. Mesti skaðin var á brúnni. Víðka um keiina Væl av arbeiði er í løtuni í Sørvågi. Teir eru farnir av viðka um keiina úteftir, og ein sandbátur er í ferð við at dýpa. Á flogvøllinum arbeiða nakrir mans við at gera eitt eftirlitstorn. Sandavágstrol- arin Jegvan Elias Thomsen riggar til at fara á isfiska- veiðu. Ætlanin er at selja í Bretlandi. kok sosialurin Nr. 69 — 30. november 1974 Aðrar tíðir So var aftur logtingsval! Og vit, sum velja, fingu undan valinum at vita, at, um vit valdu fólkaflokkin, sam- bandsflokkin, javnaðarflokkin, sjálvstýrisflokkin, tjóðveldis- flokkin ella framburðsflokkin, fór tilveran at verða paradisisk í Feroyum frá 8. november 1974 og framyvir. Lukkutíð fyri okkum! Tað einasta løgna við hesum er tað, at, tå ið næstsidsta log- tingsval var, segdu fólkaflokk- urin, sambandsflokkurin, javn- aðarflokkurin, sjálvstýrisflokk- urin, tjóðveldisflokkurin og framburðsflokkurin tað sama sum hesa ferð, men ikki varð lívið stórt meira paradisiskt í hesum 4-ára skeiðinum, enn tað plagdi at vera — ikki hjá ellum í hvussu so er. Hvat so varð flokkunum til hindurs fyri at gjøgnumføra alt tað góða, ætlanin var, skal eg lata vera við at illgita um, ti, sum vit øll vita, „mangan brestur ætlan«. Latum okkum øll haraftur- iméti gledast um, at aftur hesa ferð hava flokkarnir nógv mål, teir allir eru samdir um at fremja — skal man annars trúgva teirra stevnu- og virkisskráum, og hví skuldi man ikki tað? Tungt er at draga einsamall- ur, men eru fleiri um tað, gongur alt jú nógv lættari — og skjót- ari. Nýggir tættir vísa seg tó av og á, og til hetta valið beit ein merki í, at so at siga allir flokkar høvdu ungdómsmál á skránni. Hetta er reiðiliga nýtt, og hvat er enn nýggjari: ítróttin varð umredd sum nakað, ið kanska hevði nakað upp á seg, og ikki bert sum fjas, sum fólk, ið ikki hava evni til nakað ordentligt, ella sum ikki vita, hvat tey skulu brúka tíðina til, eru uppi í. Nýggjar tíðir nýggir siðir Tað hevur verið reiðiliga óvanligt fyrr enn tey seinastu fáu árini, at ungdómurin hevur verið umreddur fyri annað enn at tíggja sær illa — ella fyri, at hansara meguleikar eru nógv størri enn fyrr, og at hann ti mátti verið so frægur at víst seg takksaman. Hetta er sjálvandi ikki bara lygn, men tað hoyrir væl eisini við til bílætið, at fólk undir útbúgving her í Tórshavn t. d. mugu lata 330 —400 krónur um mánaðan fyri eitt pinkulitid kamar í einum kjallara við 6—8 slíkum kømrum tilsamans. Um sovorðið í heila tikið er lógligt, so er tíðin komin til at fáa lógina broytta og onkur politikkari segði undan valinum okkurt um, at tørvurin var stórur fyri einum kollegium her í býnum. Kostar tað samfelagnum pening at lata fólk útbúgva seg, so skuldi sam- felagið væl vunnið hetta inn- aftur, tá ið fólk eru liðug, og at seta pening í útbúgving verður mangastaðni í verðini í dag roknað fyri skilagóða innvester- ing. Og tað hoyrir væl eisini við til bílætið, at born og ung fólk ikki hava nógvar staðir at fara í sínum friløtum, men ofta hanga á gøtuhornum ella reika um stræti og vegir. Her kann ítrótt- in — saman við ymiskum ødrum sjálvandi hava ein vissan týdning; tað sindrið av orða- skifti. ið farið er fram her á landi um ítrótt, hevur stórt sæð snúð seg um, hver eigur fyrsta rætt at verða umrøddur í itrottarpress- uni, hví Utvarp Føroya og ÍSF ikki blíva samd, so at fótbólts- og róðrasendingar aftur kunnu hoyrast, og um hvussu hepis- leysir og partískir dómararnir — serliga í fótbólti — eru, meðan tað, sum má hava sterstan týdn- ing í sakini, tann samfelagsligi týdningurin, ítróttin kann hava, aldrin verður nevnt við einum Í dag: Hans Holm orði — heldur ikki av ítróttar- leiðarum ella politikkarum. At nakað væl av fólki er uppi í, sæst væl best av, at í summar- kappingini í ár í fót- og hond- bólti, sum eru okkara sterstu ítróttargreinir, luttóku ávíkavist 63 og 101 lið; tá ið vit so vita, at hesi lið í meðal hava einar 10—11 leikarar, er tað jú týðu- ligt, at rúgvan er stór, og serliga er tað tað heilt unga ættarliðið, sum her er ríviliga umboðað. Aftrat hesum koma so aðrar ítróttargreinir: volleybóltur, borðtennis, kappróður, fimleikur 0. s. fr., so samantikið verður tað ein heilt fittur partur av íbúgvum landsins, sum luttaka — yngri og eisini eldri. Fara vit til útlondini, vísir týdningurin seg at vera ikki minni, tvørturimoti. Ein upp- gerð frá 1970 vísir, at tað árið vóru 65 mill. volleybóltleikarar og 65 mill. basketbóltsleikarar tilsamans hevdu teir verið heimsins 4. stersta tjóð — umframt at t. d. 2,1 mill. fólk leiktu hondbólt og ikki færri enn 25,8 mill. fótbólt, og talið er lika so lítið sum her minkandi. Í mongum londum, eitt nú í Dan- mark. er farið fram drúgvt og álvarsamt orðaskifti um steðu ítróttarinnar í samfelagnum, og er nú at vóna, at tað, at ítróttin er funnin verd at fera inn í polit- iska tjakið her á landi, er eitt tekin um, at kosnu menn lands- ins ætla at taka hana í álvara. Jógvan Arge Hilmar Bech Sigrid Dalsgaard Atli Dam Signar Dam Birgir Danielsen Hans Holm Kjartan Hoydal Finnbogi Isaksen Heðin Klein I panelinum eru Andrew Ísheim Bárður Jacobsen Jóannes Dalsgaard Óli Jacobsen Steinbjørn B. Jacobsen Hans Jørgensen Jacob Lindenskov Sverre Midjord Johan Mortensen Johan Hot Mortensen Tað er synd at siga, at so hevur verið í árunum framman- undan. Onki initiativ viðvíkj- andi ungdóms- og/ella ítróttar- arbeiði hevur verið víst av landi ella kommunum, bert tá ið ein- staklingar ella felog hava tikið seg saman, er nakað hent; sum domi kann vísast til Tórshavnar Itrottar- og > Samkomuhøll, Skansastovu og nogvar hallar- grunnar aðrastaðni i landinum. Sum tekin aftrat um, at dimmið er farið at lætta, er vónandi eisini tað, at Tórshavn- ar Býráð eftir fråsøgn býráðs- formannsins skal hava fund um Skansastovu, og at Tórshavnar kommuna — hóast mótsteðu frá fleiri limum — nú gevur studn- ing til tey felogini, sum leiga í Ítróttarhellini. Tað er helst eisini eitt positivt tekin, at landið meguliga fer at stuðla ÍSF — sum ómeguliga kann hvíla í sær sjálvum fíggjarliga — soleiðis at tað kann koma at virka, sum meiningin við tí er: ein miðdepil fyri upplýsing um og tilrættalegging av ítrótt. At tervurin fyri ítróttarpláss- um er stórur, er eyðvitað. Í Tórshavn er svimjihylurin fullur av fólki frá ti, hann letur upp, til hann letur aftur, og hvenn dag er Ítróttarhellin yvirfyllt frá kl. 8 á morgni til kl. 11 á kveldi, soleiðis at í veruleikanum er brúk fyri einari hell aftrat. Næstan dagliga hoyrist í út- varpinum lýsingar um fimleik, borðtennis, volleybólt o. a. á skúlum um alt landið. Tí er at vóna, at teir menn, sum hava verið við til at samtykkja og skriva greinina um ungdóms- og ítróttarmál í stevnuskrá teirra flokks, taka hana fyri annað enn bert ifylli og vilja vera við til at gera tiltøk hesum målum til frama og at teir hava gjørt sær klårt tydn- ingin av ordinum »sosialur«, sum var eitt av loysunarorðun- um i hesi valpropaganduni. Hans Holm Kristjan å Neystabø André Niclasen Johan Nielsen Kåri D. Petersen Marita Petersen Sigmund Poulsen Axel Skoubo John Smith 22 yes] Nogv arbeidi å Tvøroyri Av Tvøroyri frætta vit, at har er arbeidi til allar hendur. I vikuni lógu Blikur og Arnatindur og skipadu stykkjagóðs og maskin- ur til vegaarbeidi suduri å oynni. Arbeitt verður eisini upp á veg á Tveroyri. Á skipasmiðjuni er onki at gera. Útróðrarbátarnir fingu væl av fiski í seinastu viku, og teir sterru bátarnir, sum hava roynt við línu, hava fiskað væl. Ringt er at fáa fólk at egna, og tí verða ikki so nógvir stampar settir. Smábátarnir hava ligið um 4 til 800 pund upp á snelluna.