leygardagur 30. november 1974síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TILL:
Alkoholspurningar
Seinastu dagarnar hevur Losjan í Havn havt
vitjan av danska skúlastjóranum, Gunnar
Nielsen úr Árhus. Hann hevur undir vitjan
síni hildið fyrilestrar á skúlum kring landið og
á almennum fundum. Hósdagin helt Gunnar
Nielsen fyrilestur fyri næmingum á skúlanum
á Giljanesi.
Eingin missión
Ætlanin at fáa danska skúlastjóran higar á
vitjan er årsgomul, men umstødurnar loyvdu
ikki vitjanini fyrr enn nú.
HORNIÐ hitti Gunnar Nielsen í vikuni, og
segði hann, at endamálið við Føroya-vitjanini
og við arbeiði hansara annars er ikki at bera
eina missión til fólkið. Harímóti verða
gjørdar royndir til at greiða frá teimum
vandum, sum rúsdrekka hevur við sær, og
hvat sett verður í vága, tá rúsdrekka verður
notið. Samantikið, at geva eina sakliga upp-
lýsing um spurningin.
150.000 alkoholistar í Danmark
— Í Danmark eru trupulleikarnir aftan fyri
rúsdrekka stórir í løtuni, sigur Gunnar
Nielsen. Talið á teimum, sum njóta rús-
drekka har, er av serfrødingum mett til
ímillum 100 og 150.000.
Í Århus verða gjørd nógv tiltøk ímóti rús-
drekka. Gunnar Nielsen sigur, at har hava
teir samkomur fyri áhugaðum bæði í av-
haldsfeløgum og uttanfyri. Á einstøkum av
hesum fundum verða rúsdrekkaspurningar
ikki beinleiðis vidgjørdir. Harímóti lýðir
fundarfólkið á rødarar, sum greiða frá øðrum
aktuellum spurningum, sum eru frammi.
20.000 alkoholikkarar eru í Árhus.
Føroyskar sjónvarpssendingar —
fyrst til móttakarar í Havnini
Um stutta tid fer Arni Joensen í Havn undir sjón-
varpssendingar. Sendingarnar fara í fyrsta umfari
bert at rokka til teirra, sum hava sjónvarp í Havn.
Í løtuni verða gjørdar fyrireik-
ingar til sjónvarpssendingar í
Feroyum. Arni Joensen í Havn,
sum stendur fyri hesum fyrireik-
ingum, sigur, at tað ber illa til at
tidarfesta, nær sendingarnar
byrja, men væntandi verður tað
skjótt.
Uttan loyvi
Sendingarnar fara í luftina
uttan loyvi frá myndugleikun-
um. Men vit hava krav upp á
somu rættindi sum grenlending-
ar hava viðvíkjandi sjónvarpi,
sigur Arni Joensen.
Hann sigur, at myndugleik-
arnir annars hverki hava heimild
til at nokta ella geva loyvi til
tilikar sendingar. Arni Joensen
sekti tó um loyvi, men umsóknin
varð noktað. Hann vísir sam-
stundis á, at grønlendska sjón-
varpið, sum er á privatum
hondum, nú til endans er vorðið
góðkent av donsku myndug-
leikunum.
Sjónvarpið har er skipað sum
kaðalsjónvarp, og teir grønlend-
ingar, sum hava móttakara, eru
limir í sjónvarpsfelagi. Tilfarið,
sum teir siggja, hevur at kalla
alt verið sent í danska sjónvarp-
inum frammanundan.
Ein tíma um dagin
Tað er ætlanin, at vit skulu
gera so nógv av tilfari til send-
ingarnar sjálvir sum gjorligt,
sigur Arni Joensen.
Hann sigur, at tað er ikki
óhugsandi, at sendingar verða
ein tíma hvenn dag.
Eg meti tað ikki fyri at vera
torført at fáa til vega tilfar til
sjónvarpssendingar. Heldur ikki
skuldi tað verið torfert at fingið
hjálparfólk, sigur Arni Joensen.
Hann upplýsir, at longu nú hava
fólk boðið sær til at taka eina
hond í.
Sendingarnar fara í fyrsta um-
fari bert at verða at síggja í
Havn. Arni Joensen sigur, at
millum 250 og 300 sjónvarps
móttakarar eru í Havnini.
Hevur útgerð
Er slíkt tiltak kostnadarmik-
ið?
Eg rokni ikki við, at tað
verður kostnaðarmikið, ti
frammanundan havi eg væl av
útgerð til sjónvarpssendingar,
sigur Arni Joensen.
Eg fari at heita á mínar kæru lesarar og biðja
tykkum um at hjálpa mær at umseta niðanfyri
standandi til danskt:
Menn vóru og róku. Áraka tarakøstarnar
mistu teir fylgið. Í ollum hesum hurlivasanum
fóru summir tuskandi gjøgnum vatnstrondina
og blakaðu tað, sum fyri hond var — malargrót
og flagbøkkar — meðan aðrir fóru við tann
spentan ál, men bert til fánýtis. Einans ein
flókutur geldseyður kom í rætt. Menn vóru
næstan deyðir av andsperru. Og teir gleddu seg
til at koma heim at piða ræstan háls. Sum vera
man fóru menn nakkalangir aftur at húsum.
Seinni um dagin øtladi hann veðrið, og tað
bleiv stormur í vindi. Tekjur rivu vida hvar og
nævurskrukkurnar fuku um geilarhornini, so
ein kann hugsa sær, at menn vóru bæði ør-
kymlaðir og í andarisi av hesum.
Smábernini, sum gingu og runnu í túninum í
nýbarkaðum rotiskóm, høvdu glett seg at
fingið sperilsendar og nýumskumpaði rokepli.
Týðingin skal sendast til:
Óla í Áarstovu
Box 76
3800 Tórshavn
Óli í Áarstovu
Tað er torført at sleppa av við
fisk heldur ikki allar log-
tingsmenninar sluppu vit av
við.
0 —
Hevur sambandsflokkurin
ikki gjørt annað, so hevur
hann í hvussu er gjørt sítt til,
at vit meguliga fáa eitt nýtt
landsstýri
(0)
Sjálvstýrisflokkurin hevur
skil fyri at selja seg sjálvan,
men tíverri ikki til út-
fluttnings.
(0)
Fólkaflokkurin, ið vil seta
forbrúkið niður, gongur und-
an sum gott fyridømi og er
hildin uppat við at brúka
høvdid.
(0)
Við undantak av læknunum,
kunnu vit øll liva uttan blind-
tarmar.
- 0
Mong vildu havt tað nógv
betri, um ikki onnur hevdu
tað líka gott.
(0)
Og so var tað kværulanturin,
ið royndi-at koma framat
onkrum, sum hann kundi
halda seg burtur frá.
(0)
Tað eru tey, sum ikki kunnu
sova, ti tey ikki kunnu minn-
ast til, um tey hava tikið
sovipillarar ella ikki.
(0)
Maðurin: Góða, tú er ikki ill,
ti eg kom til hús við einum
bláum egya í gjárkveldið?
Konan: Nei, tá tú komst til
hús hevði tú onki blátt eyga!