mikudagur 4. desember 1974síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — 4. december 1974
sosialurin
Síða 7
Kommunuvalið 5. december 1974
Veljarar og borgarar í Tveroyrar
kommunu. Sum so mangan, tá
ið valg stendur fyri durum,
verður tikið til pennin og allir
royna sum best at rósa sær fyri
tey avreksverk, teir hava framt.
Í mongum føri er tað kanska
ikki neyðugt at minna á, ella í
eðrum føri at vísa til, hví valt
verður, hví ið ymiskir listar
verða settir upp, har nógv valg-
evni — bæði kvinnur og menn —
bjóða seg fram til tænastu fyri
sóknina, og harvið til tænastu
fyri teg, sum bert ger tína
borgaraskyldu, nevnliga tað at
fara á valgstaðið og seta krossin
fyri tí valgevni, sum nú einaferð
dámar tær best.
Í mongum føri verður ikki
hugsað meira um hetta enn tað,
at ein hevur verið og valt,
sjáldan verður hugsað um,
hvussu álvarsligt tað er at velja
og at velja rætt.
Tað hevur víst seg í mong ár,
at áhugin fyri kommuvalgi
hevur ikki verið so stórur sum
fyri logtingsvalgi, og hetta mínir
góðu borgarar og vinir er ikki
rætt, tit eiga at vísa sókn
tykkara sterri áhuga. Hugsið
tykkum um, hverjar avleiðingar
mangan hava verið, tá ið hesin
tykkara áhugi ikki hevur verið
nóg stórur, hugsið tykkum um,
hvat er hent hverja ferð, tit ikki
hava verið vakin.
Til hetta kommunuvalgið,
sum nú stendur fyri durum, er
hjá tykkum, sum velja skulu,
nógv at geva gætur, nógv at
minnast aftur a og nógv at
leggja sær í geyma.
Tit verða at seta takarnar 8 ár
aftur í tíðina, tá var tað, at tit so
dyggiliga góðu flokki okkara
álitisváttan, og verður hugsað
um, hverjar umstødur sitandi
stýrið hevur havt at arbeiða
undir, er tað ollum greitt, at her
er komið nógv á skafti, umbods-
menn tykkara hava ikki sitið
hendur í hupp, menn hava
virkað dúgliga.
Við valgið í 1966 vóru 5
javnaðarmenn valdir í sóknar-
stýrið, ikki vóru korini góð at
arbeiða undir, og eftir 4 ára
skeiðið kundu vit í gerðum
kanska ikki vísa á so nógv
avreksverk, men tit veljarar
vístu flokkinum við valgið í 1970
líka stórt álit og valdu aftur 5 í
sóknarstýrið, og í hinar nevnd-
irnar varð dyggur meirluti stað-
festur. So her var reint fleirtal í
ollum nevndum.
Aftur var farið til verka, og nú
við betri treysti, tí vit vistu, at
aftan fyri okkum stóð ein reinur
meiriluti af bygdafólki okkara,
eisini vistu vit, at kommunan nú
var so væl fyri, at bankastovnar
og aðrir høvdu álit á TVOR-
OYRAR KOMMUNU.
Fyri ikki at skriva meira enn
neyðugt um tildomis gongdina í
flakavirkismálinum, er bert at
vísa á ta váttan sum LANDS-
BYGGIFELAGIÐ sendi sókn-
arstýrinum fyri 7 árum síðani:
Váttan
Dagfest 20/9— 1967.
„Eftir áheitan skal við hesum
verða sagt frå, at tað grundøki,
sum kommunan hevur latið gera
og leigað út til N. J. Mortensen.
nú er lidugt«.
Hetta var i 1967.
Men har bleiv einki virki bygt,
tad var einki, sum fordadi fyri
bygging.
Men her hendi onki, fyrst nu i
1974, eftir at tit arbeiðsmenn og
kvinnur enn einaferð saman við
starvsbreðrum tykkara hand-
verkarum, meistarum og út-
róðrarmonnum løgdu rygg til.
Men ikki er tað nokk at bygt
er, her má skapast ein tryggur
møguleiki hjá virki tykkara at
virka og harvið skapa møguleik-
an fyri einum tryggum arbeiðs-
plássi.
So væl var kommunan fyri-
skipað, at hon og harvið tit
borgarar kundu seta krónur
300.000 túsund í hesa fyritøku,
og hetta uttan at taka lán, pen-
ingurin var uppspardur á idna-
darkonto, sum er eitt av verkum
okkara, við hesari konto er
møguleikin at stuðla fyritøkur,
sum verða settar á stovn fyri at
skapa trygg arbeiðspláss í sókn
okkara.
Tryggleikin fyri, at hetta til-
AAA ATT
Skrivstovulærlingur
Søkt verdur eftir skrivstovulærlingi vid real- ella samsvarandi
progvi. Lærlingurin verdur settur sambært såttmåla millum
Starvsmannafelagid og Føroya Landsstyri.
Hondskrivad umsókn eigur at vera Fornminnissavninum i
hendi i seinasta lagi 16. desember.
Føroya Fornminnissavn
3800 Torshavn
Basarur
Jolautsølan hjå KFUK verdur i KFUK 6. desember og leygar
dagin 7. desember, báðar dagarnar opið frå kl. 19.
Nógvir hentir lutir til jólagávuna — eydnuhjól — kondittarí
— filmur.
Komið niðan og verið við at styðja arbeiði okkara.
Vit taka eisni móti gávum við tøkk.
tak tykkara ikki skal fáa somu
vannlagnu sum fyrra flaka-
irkid, sum jú var ogn tykkara,
men undir borgarligum stýri
bleiv avhandað. Avleiðingarnar
kenna tit.
Tiltakið Skipa
smiðja bleiv eisini í tíð
dyggiliga stuðlað av tí almenna,
men við ti treyt, at her skuldi
tad almenna bert gjalda men ikki
valda.
Tað fría fyritaksemi skuldi her
fáa loyvi ótarnað at virka, og tað
fekk tað eisini loyvi til.
Tann 4. august 1973 var
fundur hildin á skrivstovu Tvør-
oyrar skipasmiðju, har hetta
virkið bleiv selt.
Við hesum tiltaki misti komm
unan 165.000 krónur.
Hetta eru talandi dømir um,
hvat er hent, og slíkt má fyri-
byrgjast.
Tað gerst við at velja javnað-
armenn í sóknarstýrið 5
ember.
Skúlin verður skjótt liðugur,
og er hetta eitt valaverk, gjort
av tverámonnum, og her hava
vit verið so framskygdir, at nú
er byrjað HF skeið, soleiðis at
ungdómur okkara kann útbúgva
seg í heimbygdini og
verða heima 2 ár longri.
Skúlabekurnar til hetta skeið
ið eru ókeypis, so her verður
Tveroyrar
sinari
des-
harvid
tryggjað foreldrum betri møgu-
leika at hava børnini gangandi í
skúla.
Utbyggjan av havnalagnum,
sum hevur ligid å låni i mong år,
er nú verulig gongd komin á, og
sjálvt um vit hava haft
trupulleikar, sosum at tilsøgnin
frá Føroya Banka um finansier
ing av byggingini ikki
hildin av teimum, tá ið
skuldu gera brúk av henni,
ikki steðgur komin á arbeiði,
men heldur tað fram, til arbeiðið
er liðugt.
Fyrsta dagin fara menn undir
VISSar
bleiv
Vit
er
at gera vatnverk og tilhoyrandi
reinsuverk, sum er neyðugt í
samband við nýggja flakavirkið,
og verður tá hvert húsarhald at
fáa nógv vatn ikki bara tað,
men reinsað vatn.
Figgjan er fingin til vega til
hetta arbeiði.
Vegaverkið er ein stórur
tåttur í kommununi, og er nú
byrja tann vegagerð, sum í
mong ár hevur ligið á láni.
Her vil gevast meguleiki fyri
ungum fólki at fáa byggibúgin
økir.
tað, ið væl skal
verða, men nú er brandbilurin,
sum Tveroyrar og Hvalbiar
kommuna í felag hava keypt,
komin, skaptur ein
hverjum
ella
Leingi er
og her er
tryggleiki hjá
haldi, vandi
skuldi verið á ferð.
Eitt annað arbeiðsskapandi
virki er Skeljavirkið Remberg,
sum kommunan
húsar-
um óhapp
hevur givið
byggimøguleikar á Drelnesi, her
vil eg undirstrika, at kommunan
altið vil stuðla og styðja tiltok,
sum vilja skapa arbeiði.
Men sjálvandi hevur tað ikki
hepnast okkum at loysa allar teir
spurningar, sum stinga seg upp í
eini kommunu, og nógv mál eru,
sum krevja eina skjóta loysn
Eitt nú breidkan av ti ga
vegnum, her liggur planur fyri,
mla
hvussu skal gerast.
Eitt út-
byggjan av Hvítanesognini, so
leiðis at vit fáa gjort eina
trafikkhavn har, hetta eru mál,
liggja
komandi kommunustýri.
annað stórmál er
sum frammaliga hjá tí
Eitt annað stórt oyggjamál er
brennisteð ella bilur, sum melur
alt avfallið sundur, hetta er eitt
oyggjarmál
tikin verður, koma tey komandi
umboðini at taka stødu til
og hver loysn, ið
Eitt mál, sum eg veit, stendur
ollum íbúgvarum okkara fremst
í huga, er tann komandi ítróttar
og svimjihell í Trongisvági. Hon
má byggjast sum skjótast, og
helst nú vit
bygging.
Hetta er eitt mál, sum hevur
áhuga hjá ollum og sum vil blíva
stuðlað av ollum.
eru undir skúla-
Tað eru sjálvandi nógv mál,
sum krevja eina loysn og sum
bert verða loyst við einum sterk-
um javnaðarflokki í kommunu-
stýrinum
Til hetta valgið hava nærum
allir flokkar stillað upp hver
sær, tó ikki aktaðu oddamenn
tjóðveldisflokksins fundarav-
gerðina, sum segði, at teir hesa-
ferð skuldu stilla upp
flokkur, teir valdu at
fólkaflokksleypin.
Hetta man fara at geva rætt-
um tjóðveldismonnum, teimum
tjóðveldismonnum, sum kenna
flokksskránna, nakað at hugsa
um.
sum
fara í
Teir vita, at við at velja lista
A velja og styðja teir fólka-
flokkin og tann politikk, hann
stendur fyri, og skuldi munurin
imillum flokkarnar verið so stór-
ur, at fáa tað at
renna saman teirra imillum.
Ella eru tað bara lótur
Listi B er sambandslistin, teir
hava her vist reinar linjur, og
hervið er prógv fingið fyri, at á
Tvøroyri verður valt politiskt.
Listi tykkara arbeiðsmanna
og kvinna er framvegis listi C.
Hann tit
torført er at
velja tann 5
december
Harvið tryggja tit tykkum, at
tað, sum tit hava sett til, kemur
tykkum til góðar.
Flakavirkið nýggja er tykk
ara, tryggið ti framhaldandi
møguleikar, tryggið tykkum eitt
gott arbeiðspláss
Hyggið tykkum væl um og
leggið til merkis ta útbygging,
sum er hend undir sitandi stýri
Vilja tit tryggja framhaldandi
vøkstur og menning, arbeiði og
virkir, so veljið lista C til komm-
unuvalgið 5. desember.
Sverre Midjord
z
Stórt úrval i
MØBLAR TIL JÓLA
Dagligstovur (40 ymisk sløg)
Reolsystem í eik og nøt
sofaborðum
Annars hópin av øðrum møblum
Møblasølan
Yviri vid Strond, tlf. 1 2013
v/Z. Bech