leygardagur 7. desember 1974síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Traðkaði á speedaran í
staðin fyri bremsuna
;
Um 11 tidina seinasta tysmorgun rendi ein
bilur við fullari ferð móti einum vegaskelti
við Sjårdagøtu og kom samstundis at bróta
eitt vindeyga á niðastu hædd í Kommunu-
skúlanum.
Politiið í Havn upplýsir, at orsøkin til
óhappið var tann, at bilstjórin traðkaði á
speedaran í staðin fyri bremsuna.
A
MATUR OG MATGERÐ:
Ein snotilig føroysk bók
verður útgivin av bókaforlagn-
um Greralíð, er komin í bóka
búðirnar. Bókin, sum er upp á
Bókin >Matur og matgerð<, sum
Óluva Skaale og Marius Jo-
hannesen hava skrivað, og sum
spurnarkassin
Vil SOSIALURIN greiða nærri
frá hesum:
Í blødunum sást herfyri yvirlit
frá sosialu umsitingini hjá Ríkis-
umboðnum, hareftir man fekk at
vita, hvussu tær ymsu pensjón-
irnar eru nú.
Tá tað fyri meiniga mannin
vidhvørt kann vera nokk so flokt
at skilja tær donsku forkláring-
arnar, vil eg við hesum loyva
mær at spyrja um fylgjandi:
Eftir reglunum er fólka-
pensjón (einlig) ......kr. 993
um mánaðan og fyri
hjun ...... — 1497
Er tað so, at henda pensjón
altíð stendur við hjá pensjon-
istum, sum eru 67 ár og eldri?
Ella minkar henda pensjón, um
so er, at inntaka útyvir pensjón-
ina kemur aftrat?
So er tað nakað, sum eitur
pensjónstillegg. Tað havi eg for-
staðið kemur upp í pensjónina,
um so er, at eingin inntøka er av
arbeiði. Altso, um man onga
inntøku hevur av arbeiði, og
man er 67 ár ella eldri, so er
pensjonin ........... kr. 993
+ pensjonstillegg .... — 200
Fyrieinlig .......... kr: 1193
Og fyri hjún er
pensjónin so: ........ kr. 1497
+ pensjónstilleg ..... — 230
+ljunartillegg ......— 117
kr. 1844
Man kann so behalda hesa
pensjon og heraftrat hava eina
inntøku upp á kr. 3.000 um árið,
tá tað eru hjún og er man einsa-
mallur kann man tjena kr. 2.000
og einki missa av pensjónini.
Men er tað so, at inntøkan fer
upp um hesar nevndu kr. 3.000
ella kr. 2.000, so minkar
pensjónin, men tá er tað talan
bara um pensjónstilleggið, t. v.
s. tær kr. 230 fyri hjún og tær
kr. 200 fyri einlig, sum kunnu
fella burtur. Og hesi tillegg detta
burtur við kr. 5 pr. mánaða, fyri
hverjar kr. 200 inntøkan fer upp
um hesar nevndu 3.000 ella
2.000 kr.
Hin meinigi
Svar til »hin meiniga«
Ein og hver maður og kvinna
hava rætt til, tá tey verða 67 ár,
at fáa fólkapensión við fullari
grundarupphædd.
Ein einsamell kvinna ella
kvinna gift við pensionisti hevur
rætt til fólkapensión, tá ið hon er
62 ára gomul.
Fólk skula senda umsókn inn
til Ríkisumboðið, socialu deild,
gjøgnum egnu kommunu, fyri at
fáa pensiónina. Í kommununi
fæst eitt serligt umsóknarblað,
sum sjúkrakassi og kommuna
vátta. Saman við umsóknini
eigur dóps- ella navnaattest og
vigslubræv at vera. Hesar
attestir verða sendar eigarunum
aftur.
Um sjálvan spurningin ella
spurningarnar er bert at siga, at
rætt er skilt og greitt sett upp,
so eg fari ikki at gera tað eisini.
Ein lítil misskiljing er tó viðvíkj-
andi hjúnarbandsviðbótini.
Hjúnarbandsviðbót verður bert
veidd hjúnum, har einans hjún-
arfelagin fær pensión.
Turið Dahl
168 blaðsíður, kostar innbundin
50 kr.
„Matur og matgerð< er eitt
foroyskt bókaverk burtur av.
Sum nevnt eru tað Oluva Skaale
og Marius Johannesen, sum
hava skrivað og savnað tilfar til
bókina. Satsurin er frá Prent-
smiðjuni á Heygsbreyt og Knút
Thorsvig, prentari hevur brotið
um. Bókin er prentað á Klaksv-
vikar Prentsmiðju og innbundin
hjá Kára Olsen, bókbindara.
Myndirnar eru gjørdar av Jónu
Johannesen, Ingálvi av Reyni og
Hans Hansen.
Í fororðinum siga hevundarnir
m. a.:
>A okkara døgum eru tidirnar
nógv broyttar frá tí, sum tær
vóru fyri bert einum hálvt
hundrað árum síðani, og nú
matskaffa vit okkum nógv við
ti, sum vit keypa úr handlinum,
og tað nógva av ti eru útlendsk-
ar varur.
Vit fara í hesari bók, sum vit
kalla >Matur og matgerð<, at
taka fram nakað av tí tilfari,
sum tey gomlu matskaffaðu sær
við og vísa teirra matgerðarhátt,
men vit fara eisini at taka fram
nútiðar matgerðarhátt av yms-
um slag og vóna, at hendan bók-
in kann vera fólki til hjálpar
bæði í heimunum eins og í
skúlunum, har matgerð er
vorðin lærugrein.<
Í bókini er so gott sum alt um
foroyskan og nógv um útlendsk-
an mat. Uppskriftirnar eru
millum 250 og 300 í tali og aftast
í bókini er kaloriutabel, yvirlit
yvir kaloriutervin hjá fólki og
innihaldsyvirlit.
Eitt valaverk, bæði hvat inni-
haldi og útsjónd viðvikur. Ein
hent bók, sum hvert heim eigur
at ogna sær.
Oli í Áarstovu
tt
)
Í dag seinnapartin skuldu Oli
Andnegl, Per í Leysariluft,
Purkhanus og eg hava fund
við verndarflokkin um skipan
av nýggjum landsstýri.
Ajú, ájú, tig og tala ikki, víst
havi eg hoyrt um kassa-
projektið
(0)
Erlendur er nú altið at tosa
við, bara ein sjálvur dugir
sær at tiga.
(0)
Knú Petur og eg hava longu
gjørt listasamband til fólka-
tingsvalid, sum væntandi
verður 21. janúar.
(0)
Í Spanien siga teir Olé
Franco, í Feroyum Olé-
Breckmann.
0 -—
USA og
vilja arbeiða saman í rúmin-
um, tó ikki í samráðingar-
Sovjetsamveidið
ruminum
(0)
Smerið fer upp, tað ger
margarinið eisini, so tað er
líka feitt.
Í Keypmannahavn skulu teir
spara 300.000 kr. í getuljós-
um, so har sær ógvuliga
svart út.
Danska stjórnin er koyrd fest
og heldur um somu tíð fast
við sítt. Eitt satt meistara-
verk haldi eg.
KKK