leygardagur 14. desember 1974síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 14. december 1974
sostakurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Satsur og
paste-up: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Prent: Prentsmidja Dimmalættingar
Fólkatingsval
Í SEINASTU viku kunngjørdi Poul Hartling,
forsætisráðharri, at fólkatingsval verður í Dan-
mark týsdagin 9. januar, og ríkisumboðsmað-
urin hevur gjørt kunnugt, at valið i Føroyum
verður hildið sama dag.
ÁÐUR, TÅ fólkatingsval vórðu hildin, stoð
mesta stríðið um, hvønn tydning føroysk um-
bodan å folkatingi hevur. Alt sidani føroyingar
fingu síni umboð i fólkatingið, hevur javnadar-
flokkurin stillað upp til fólkatingsval. Flokkur-
in hevur hildið tað verið gagnligt, at føroyingar
áttu síni umboð har, ti sum ollum kunnugt, er
tað hópur av málum, ið eru felagsmál, og tí
verða vidgjørd á fólkatingi.
AÐRIR FLOKKAR hava ikki hildið tað sama.
Tað kundi mangan tykjast sera ógreitt, tá t. d.
fólkaflokkurin bað um atkvøduna til fólka-
tingsval og í sama andadrátti kom við umber-
ing fyri, at hann hevði stillað upp og melmaði
um týdningarleysar fólkatingssessir, sum áttu
at verða avtiknir og tað skjótt. Flokkurin
hevur nú í mong ár roynt at fingið umboð í
fólkatingið og eisini latið seg umboða fleiri
ferðir. Tósið um avtøku av sessunum varð mest
havt á lofti undir valstriðnum — og munandi
minni tey seinastu valini.
Í SÍNUM LAGI hevur sjálvstýrisflokkurin eis-
ini tosað um avtøku av hesum sessum og í
staðin kravt føroyska umboðsstovu í Keyp-
mannahavn. Fyri at mótmæla fólkatingsum-
boðanini stillaði sjálvstýrisflokkurin ikki upp
til fólkatingsval í fleiri ár, men tvey tey
seinastu valini hevur flokkurin aftur luttikið.
SEINASTUR AT viðurkenna týdningin av
hesum umboðum var tjóðveldisflokkurin.
Leingi segði flokkurin seg onki hava við hetta
danska val at gera, og í mong ár heitti flokkur-
in á veljarar sínar um at sita heima, tá
fólkatingsval vórðu hildin. Qll minnast, tá
tjóðveldismaður til triðseinasta fólkatingsval
hevði stillað upp uttanflokka, hvussu ramliga
floksformaðurin tá tók til orða og segði: vit
hava onki við hetta danska val at gera o. s. fr.
MØTVEGIS HESUM flokkum hevur javnað-
arflokkurin altid viðurkent tann tydning, sum
fólkatingsumboðanin hevur. Men nú má hald-
ast, at hesin týdningur eisini er viðurkendur av
ollum hinum flokkunum, og vónandi fara vit
ikki aftur hesa ferð at hoyra teir ymisku flokk-
arnar koma við umbering fyri, at teir hava
stillað upp.
Síða 2 sosialurin
dagbókin
Guðstænastur
Í morgin verða hesar guðs-
tænastur: Nes altargongd J.
Follend. Fuglafirði kl. 12.00
altargongd, kl. 16.00 barna-
guðstænasta (offurgongd) T.
Beder. Sandavágur kl. 12.00
og barnaguðstænasta kl.
15.00 í Sandavági og kl.
18.00 í Miðvági Høgni Poul-
sen. Svinoy Salamon Joen-
sen. Havn kl. 11.00 Kjartan
Mørkøre (talvan gongur til
frama fyri Guds orås ut-
breidslu). Sørvågur H. J.
Frøen.
Prestainnsetan
Í morgin verður Martin
Restorff Jacobsen innsettur
sum prestur í Suðuroyar
sunnara prestagjaldi.
Katólska kirkjan
er opin hvenn dag fyri priv-
atari vitjan og bøn kl.
19—20. Hvønndagsmessa kl.
19.00.
Fødingardagur
Seinasta mikudag fylti
Henrietta Joensen, Sandvik,
85 år.
Adventista-
samkoman
I dag kl. 9.30 bibliulesnadur
vid A. Sandbeck, kl. 10.45
gudstænasta vid P. Berg.
Fundirnir verða hildnir í
Adventistaskulanum vid
Hoyvikstjørn.
Frelsunnar Herurin
I morgin kl. 11 helligheds-
fundur, kl. 14.00 sunnudags-
skuli og bibliuflokkur, kl.
17.00 utifundur å Vaglinum
um vidrar, kl. 19.30 bøn og
kl. 20.00 fundur.
Listaframsyning
hjå listamålaranum Sigmund
Petersen heldur åfram. I dag
er opið frå kl. 15 til 19. I
morgin er opið til kl. 20.
Framsýningin er í listaskála-
num uppi í Gundadali.
Sjúkrakassagjaldið
hækkar
Limagjaldið í Havnar Sjúkra-
kassa hækkar frá 1. jan.
1975, soleiðis at A-limir skulu
gjalda 32 kr. og B-limir 37 kr.
um mánaðin.
Jólaveitsla
Tað er í kvøld kl. 19.30, at
kvinnufelagid i Havn hevur
jolaveitslu uppi i KFUK.
Kjartan Mørkøre
Í varð á landsfundi seinasta
vikuskifti valdur til ovasta
fyri KFUM skótunum i
Feroyum
JÓLAKONSERT
í kommunuskiålahøllini
leygardagin 14. december 1974 kl. 16.00
LUTTAKARAR:
Leiðari: Ólavur Hátún
Klaver: Bjarni Restorff
Violin: V. Dahl Christiansen
Orgul: S. Andr. Weihe
Havnarkórið
Læraraskúlaorkestrið
Havnar Gentukór
Læraraskúlakórið
=
Reinsan av klæðum
= =.
til jóla
Vilja tygum hava klæði tygara reinsað til jóla, mugu tey vera
okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. dec.
Gamla reinsaríið
Tórsgeta 5 - tlf. 13163
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
heldur årsadalfund månadagin tann 30. desember 1974 kl. 20 å
Hotel Hafnia (inngongd aftanfyri) vid hesi dagsskrå:
1. Fråsøgn
2. Roknskapur
3. Nevndarval
4. Ymist — herundir såttmålauppskot fyri yvirmenn í
farmasigling
Nevndin
Sjúkrakassalimir
Limagjaldið fyri december mánað 1974 er forfallið til gjald-
ingar í ollum sjúkrakessum landsins.
Teir limir, sum ikki longu hava goldið fyri alt árið 1974,
verða vinarligast bidnir at gjalda nú og helst áðrenn árið er
úti.
Limir i eftirstødu út um loyvda markið hava ikki rætt til
hjálp, og tí er umráðandi, at sjúkrakassabókin altið er í lagi.
Meginfelag Sjúkrakassa Føroya
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til
blikksmið
sanitet
hitaverk
ventilation
Verður sent
um alt
TIf. 11071 - Tórshavn landið
HOTEL HAFNIA
Vegna umvælingararbeiði, sum hindrar tí dagligu driftini,
verður nú í góðari tíð sagt viðskiftafólki okkara frá, at
STONGT VERÐUR FRÁ JÓLAAFTAN KL. 11.00 TIL 2.
JANUAR 1975 KL. 12.00. p