mikudagur 12. februar 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
» ;
sosialurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 I1
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
= ” rÅ ” -
Vinnulívsútbúgving
Í SEINASTUNI ER nógv tosað og skrivað um
vinnulívsútbúgving, um at fáa skúlan nærri
vinnulívinum og tí praktiska lívinum í sam-
felagnum annars.
ONGIN IVI ER um, at alt ov stórt glopp er
ímillum skúlan og praktiska lívið í sam-
felagnum. Vit hava áður vidgjørt hendan
spurning, og hava víst á, at skúlin í alt ov
lítlan mun hevur lagt seg eftir at aktivisera
allar næmingar, heldur enn at taka teir bestu
næmingarnar framum, við tí úrsliti at størsti
parturin er vorðin passivur frá skúlanum av,
og er vorðin merktur av hesum gjøgnum alt
lívið.
EITT AV AÐALMÁLUM skúlans má vera at
aktivisera allar næmingar og soleiðis gera
teir medvitandi um øll viðurskifti samfelags-
ins, heldur enn at skapa undirlutakenslur hjá
størsta partinum og soleiðis gera størsta
partin til passivar samfelagsborgarar.
MEN AFTUR TIL hina nógv umrøddu vinnu-
lívsútbúgvingina. Sum nevnt er alt ov stórt
glopp ímillum skúlan og praktiska lívið í
samfelagnum. Orsgkin til hetta glopp er, at
lærarafólkini eru vorðin isolerað frá vinnu-
lívinum og tí praktiska lívinum í samfelagn-
um annars. Hetta kemst av, at størsta partin
av tidini hava hesi fólk sitid á skúlabonki. Tey
gingu í barnaskúla, síðani í millum- og real-
skúla, og til seinast á læraraskúla. Tá hendan
útbúgving var lokin, settust tey aftan fyri
læraraborðið, við als ongum royndum frá tí
praktiska lívinum í tí samfelag, sum tey
skulu venja og læra fólk upp at liva í. Og ta
tey so hava virkað í nøkur ár, verða tey reglu-
liga send á Danmarks Lærerhgjskole, har tey
fáa sokallaða »eftirutbågving«.
YVIRHØVUR TYKJAST menn vera samdir
um, at neyðugt er at fáa skúlan nærri
gerandislívinum ella tí praktiska lívinum í
samfelagnum. Hesum kunnu vit eisini taka
undir við. Men spurningurin er, hvussu hetta
best verður gjørt. Onkur tosar um vinnulivs-
skúlar ella eftirskúlar, har ungfólk kunnu
velja sær yrki og síðani fáa útbúgving á við-
komandi øki.
TÁ HESIN SPURNINGUR verður umrøddur,
eiga vit ikki at vera blind fyri, at tað er í
barnaskúlanum, at barnið í mesta mun letur
seg ávirka. Tí er umráðandi, at júst hesin
skúlin verður fluttur nærri gerandisdegnum.
HVÍ IKKI SETA sum treyt fyri upptøku á
Føroya Læraraskúla, at viðkomandi í minsta
lagi hevur starvast í eini tvey, trý ár innan
handverk, fiskiídnað, fiskiskap, matgerð
0. s. fr. Og hví ikki senda lærarafólkini út í
praktikk i føroyska samfelagnum, heldur enn
at senda tey á Danmarks Lærerhgjskole?
dagbókin
Missiónsvika
Missiónsvikan, sum byrjaði á
Argjum í gjárskveldið, held-
ur fram hvert kveld hesa
vikuna kl. 20. Sunnudagin
eru fundir kl. 16 og kl. 20.
Føstugudstænasta
Í kveld kl. 20 verða føstu-
gudstænastur i Havn,
Hvalba, Sørvågi og Fugla-
firði. Hóskveldið verða føstu-
gudstænastur í Sandvík,
Hvalvík og Leirvík. Tær
verða eisini kl. 20.
Missiónshúsið við
Landavegin
Í fostuni verða fundirnir hós-
kveldið kl. 20 í staðin fyri
mikukveld.
Spælistovan
og Várgleði meta í KFUK í
dag kl. 16.
Filadelfia
Í dag kl. 16 fritidararbeidi
fyri gentur og kl. 18 fyri
dreingir. Telefonandaktin alt
samdegrið á telefon 14880.
Landavegur 12.
Bethel, Vágur
Fundirnir í Bethel halda fram
í kveld, hóskveldið og frigg)-
akveldið kl. 20, har Svenning
av Lofti talar um evnið: Við
Paulusi á ferð í Lítluasia og
Europa.
Kongshavnar
kvinnufelag
hevur dunnuspæl í Glyvra
skúla hóskveldið kl. 20.
Silvurbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Hanna
og Eirikur Justinussen, Leir-
vik, halda silvurbrúdleyp.
Tey eru burturstedd.
va
Í V4-spæli útvarpsins leygar-
kveldið vórðu hesi tel tikin:
15, 20, 24, 28, 57, 64, 68, 71,
72, 75, 77, 80, 85, 86 og 91.
Bert ein vinnari var til vinn-
ingin, sum var upp å 7.860
kr. Hann var ur Havn.
Eykavinningurin upp å 2.000
kr for eisini til Havnar.
Nr. 12 — 12. februar 1975
7 gu 7 ou
Råfiskaprisir
Råfiskanevndin, sum sett er eftir logtingslóg nr. 21 frá 8. mai
1969, hevur å fundi 8. febr. 1975 åsett hesar minstuprisir fyri
fyrstafloks blóðgaðan råfisk kruvdur við høvdi frá vekt.
kr. pr. kg
yvir 70 cm 1A 3,19
— 70cm1B 1,18
44—70cm 1A 1,73
44—70cm 1B 1,18
1,00
yvir 40 cm 1A 1,78
1,17
1,63
ongan pris
0,98
Kongafiskur ongan pris
Upsi 1,07
Hvitingur 0,83
Havtaska 1,41
Kalvi ... 6,13
Steinbitur
Hesir prísir eru galdandi frå og við 9. febr. 1975, sum omanfyri
tilskilað á hesum plåssum:
Klaksvík, Hvannasund, Norðdepli, Leirvík, Fuglafirði,
Eiði, Gøtu, Skálafirði, Nólsoy, Tórshavn, Vestmanna, Mið-
vági, Servági, Tveroyri og Vági.
Fyri tey avreiðingarpláss, sum eru ikki nevnd her, verður
prísurin hin sami, sum í omanfyri nevndu plåssum við frå-
drátti av flutningskostnaði til og frá avskipingarhavn.
Tórshavn, 9. februar 1975
Prísásetingarnevndin á ráfiski
Starvsmannafelagið
Starvsmannafelagið heldur ársaðalfund á Hotel Føroyum hós-
dagin 20. februar 1975 kl. 20.00.
Dagsskrá sambært lógina og lógarbroyting.
NEVNDIN
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
í Havn
2 hugnaligir skemtuleikir!!!
ÁNANIAS
eftir
JØKULL JAKOBSSON
JÁKUP SIBBI
eftir
HANS DALSGARD
FRAMFØRSLUR:
12/2 mikudag kl. 20.00
13/2 hósdag kl. 20.00
Bilegging og sela av atgongumerkjum til sýning hvert kveldið
er í Leikhúskioskini frá
kl. 14.00—17.30 - tlf. 14504
Við inngongdina Í tíma undan sýning.
Bílegging sama stað 2 sýningar fram tlf. 11131.
Maður
Til fyrifallandi arbeiði á radiodeildini sóknast vit eftir dugna-
ligum manni.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran á
radiodeildini, telefon 11433.
Skrivlig umsókn má vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.
februar.
Telefonverkið