mikudagur 12. februar 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 12 — 12. februar 1975
stubbar uttaneftir
Skulu drekka fyri 180.000 kr.
Bjørn Bjørnsen Ursdalen, 98 ár (tv) og Svein
Haglund, 86 ár, eru farnir í holt við framleidsl-
una hjá einkarsøluni. Teir búgva á De gamles
Hjem í Gol í Noregi og hava júst fingið boð
um, at heimið hevur fingið 180.000 kr. sum
gávu — ið skal nýtast til vín til tey gomlu.
Arbeiðsloysismet
Arbeiðsloysið í USA er
vaksið stórliga og hevur sett
hægsta met síðani seinasta
heimsbardaga, tá talið á
arbeiðsleysum fyri januar var
uppi á 8,2 pst, upplýstu
arbeiðsmálaráðið í Washing-
ton seinasta friggjadag. Um-
leið ein milj. amerikanarar
eru tveittir út á getuna í
januar mánað, og talið á
arbeiðsleysum nærkast 7,5
millj.
Talið á arbeiðsleysum í
Vesturtýsklandi er fyri fyrstu
ferð farið upp um eina milj.
Minka
um oljusøluna
18 lond í tí nýggja altjóða-
felagsskapinum av oljuselu
londum hava bundið seg til at
minka um oljuinnfluttningin
við 200 milj. tunnum á ráolju
um dagin áðrenn árslok.
Niðurskurðurin er tilsvar-
andi 100 milj. tons av olju
árliga.
Oljustríð fyri rættin
Turkiska stjórnin hevur í
prinsippinum tikið undir við
uppskotinum um at lata al-
tjóða dómstólin í Haag taka
avgerð í stríðnum millum
londini bæði um rættin til at
vinna olju á havbotninum við
Ægæarahavið. Turkaland
treytar sær tó, at tiknar
verða upp samráðingar um
spurningin í fyrsta umfari.
Firtin forseti
Amerikanski forsetin Gerald
Ford skal hava noktað at
móttikið eini svenskari hand-
ilsnevnd undir leiðslu av
Bertel prinsi, tá henda sein-
ast í hesum mánaði kemur til
USA, skrivaði svenska javn-
aðarblaðið »Aftonbladet«
seinasta friggjadag. Blaðið
leggur avtrat, at Gerald Ford
er óður um úttalilsini hjá
svenska uttanríkisráðharran-
um Sven Anderson, har hesin
heldur hvassliga fanst at
amerikanska politikkinum í
Indokina.
Njósnari
deydadømdur
Ein 43 ára gamal egypti varð
herfyri dømdur til at verða
hongdur til deyðis, eftir at
hava játtað seg segkan í at
hava framt njósnaravirksemi
til frama fyri Ísrael, varð
upplýst úr Kairo seinasta
friggjadag.
Bumbuherur
Bretska legreglan fór sein-
asta friggjadag undir kann-
ingar av einum »skotskum
heri« av skotskum national-
istum, ið hevði átikið sær
skuldina fyri at hava framt
bumbuatsóknir í NorðurOng-
landi í seinastu viku.
Steðga tíðinda-
fluttningi
Myndugleikarnir í Peru hava
bannað øllum útlendskum
tíðindastovum at senda frá-
greiðingar um kreppuna í
landinum. Fýra útlendskir
blaðmenn eru longu tiknir og
settir fastir.
Arbeiðstíðin
minkast
Arbeiðstíðin eigur at verða
skorin niður í seks tímar dag-
liga, stendur í einum upp-
skoti, sum ein limur í Norður-
landa ráðnum hevur lagt
fram til tess at ávarpa
norðurlendsku stjórnirnar. Í
uppskotinum stendur m. a.
sambært finska blaðið
»Hufvudstadsbladet«, at
gevast skullu bædi kvinnum
og monnum betri møguleika
til at hava betri samband
bædi vid børn og vinnulivid.
Danska løgmålarådid steðgar
våpnasølu til krigshugadi lond
Danskar vápnaverksmiðjur útfluttu í 1974 fyri eitt virði upp á meiri enn
200 millj. kr. Harnæst hevur løgmålarådid steðgað sjey stórum send-
ingum seinasta hálva árið. Orsgkin til útfluttningssteðgin er tann, at
talan er um tilfluttning av vápnum til krigshugadi lond.
Jergen Paulussen fulltrúi í
danska logmálaráðnum: Loyvini
verða sýtt orsakað av uttan-
ríkisráðnum. Høvudsreglan er
at nokta útflytan av liðugt-
gjørdum vápnum til krigsfør-
andi lond ella til lond, sum eru
hótt av stríði.
— Hverji lond er talan um?
— Tað kann eg ikki upplýsa.
Geva vit hesar upplýsingar, fáa
vit vitjan av fleiri sendiharrum.
— Felagið »Aldrig mere krig«
sigur, at tað eru einar 40 vápna-
verksmiðjur í Danmark.
Statens Vábenkontrol hevur
eftirlit við o. u. 10—20 verk-
smiðjum.
Gert Grønnegård, ið er limur
av felagnum »Aldrig mere krig«
sigur í viðtali við danska blaðið
AKTUELT, at løgmålarådid átti
at sett strangari reglur fyri
vápnaframleiðslu.
— Iran er stersti inntlytari av
donskum vápnum, og nýta teir
ivaleyst hesi vápn at hjálpa
kurdunum, ið berjast móti
irakiska stjórnarherinum.
Felagið heldur seg kunna siga
við vissu, at Danmark liggur
sum nr. 3, hvat vápnafluttningi
viðvíkur aftan á USA og Noreg.
—Gjegnum Danmarks stati-
stik kunnu vit síggja, hvussu
stórar negdir av vápnum, donsk
skip ferma, sigur Gert Grenne-
gárd. Vit fáa harnæst ofta frá-
greiðingar frá einum systurfelag
okkara í Los Angeles, haðani vit
hoyra um donsk skip, ið verða
fermd við striðsvagnum og
lóðuri.
Gert Grennegárd vísir á nøkur
demi hesi seinastu árini.
Farmaskipið Bokul úr Renne,
ið hoyrir til felagið Mortensen og
Lange, Keypmannahavn, fermdi
í juli 1973 eina sterri last av
lóðuri og spreingievni úr Ortona
í Italiu til Tripolis í Libia.
Balder Buur, hvers eigari er
eitt felag í Randers, flutti í juli
1972 27 tons av mortergranatum
úr Bilbao í Spania til Yemen.
Skipið varð hertikid i Somalia.
Farmaskipið Stacia Smits
flutti í januar 1972 tjekkoslovak-
isk vápn til Cypern.
M.s. Delta flutti í 1969 lóður
úr Polen til Lagos í Nigeria.
— Vápnalógin frá 1937 eigur
at fáa stórar broytingar, sigur
Gert Grønnegård. Henda um-
fatar ikki nýmótans vápn. T. d.
verður eldleiðaraútgerð til ra-
kettútskjóting ikki mettur sum
våpn. Tað sama er galdandi fyri
oll el-våpn.
Hóast henda viðgerð verður
nýtt sum stríðsvápn, verður
henda ikki mett sum vápn
sambært galdandi vápnalóg.
Lógin eigur at vera broytt, so vit
ikki fáa nakran verksmiðju-
eigara í Danmark at framleiða
napalm.
Terma Elektronik í Árhus
framleiðir eina stóra mongd av
tilfari, sum verður nýtt til krigs-
útgerð.
— Vit fáa framvegis vitjan av
Statens Våbenkontrol, sigur
stjórin i felagnum Termo El-
ektronik J. Buhl. Teir vilja
tryggja sær at vit ikki longur
framleida våpn. Felagid verdur
fyri ein part rikid at utlendskum
kapitali og eigur ti sambært
lógina ikki at framleiða våpn.
Sigmundur
farin
Fríggjakveldið andaðist lista-
málarin Sigmundur Petersen, úr
Havn. 7. desember í fjør fylti
hann 70 ár.
Sigmundur var kendur fyri sín
stóra veiðihug umframt listina.
Hann var ein av stovnarunum
av Feroya Sílaveiðifelag og
gjørdist fyri nokrum árum síðani
heiðurslimur í felagnum.
Tað munnu vera fá heim í
Føroyum, har ikki ein ella fleiri
málningar eftir Sigmundi Peter-
sen hanga.
sosialurin
telf. 11820
TL LLKLKLKt|t|A————-——mg1
Frá og við 9. februar 1975 verða býráðsformaðurin og
nevndarformenn býráðsins vanliga at hitta soleiðis:
Býráðsformaðurin Býráðsskrivstovan
N. Finsensgøta 1
Formaðurin í
figgjarnevndini
Formaðurin í
teknisku nevnd
Formaðurin í
mentunarmálanevndini
Formaðurin í byggi- og | Byrådsskrivstovan
byarskipanarnevndini N. Finsensgøta 1
Formaðurin i
sosialu nevndini
Formaðurin i
barnaverndarnevndini
Formaðurin í
brandnevndini
Formaðurin í nevndini
f. kommunalu voggust.
og barnagarðin
Formaðurin í starvs-
nevndini fyri raðhúsa-
byggingini
Býráðsskrivstovan
N. Finsensgeta 1
Býarverkfroðingsskrivstovan
Sverrisgøta 5
Mentunarskrivstovan
V.U. Haimmershaimbsgøta 3
Sosialskrivstovan
V.U. Hammershaimbsgeta 3
Sosialskrivstovan
V.U. Haimmershaimbsgeta 3
sí undir býráðsformaður
Vøggustovan og
barnagarðurin við
Velbastaðvegin
Týsdag, mikudag og
friggjadag kl. 10—12
Hósdag kl. 16—17
Mánadag kl. 9—12
Månadag kl. 15—16
Månadag kl. 15—17
Tysdag og
Mikudag kl. 14—15
Tysdag kl. 15—16
Tysdag kl. 15—16
Tlf. 14379 - 14373
eftir nærri avtalu vid telefon 11063
TORSHAVNAR BYRÅD