Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SDSÍalurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnaðarflokkur Bladstjorn: Vilhelm Johannesen (åbyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Satsur og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Yvirtøkur og kreppur Í HESUM DØGUM verður nógv tosað og skrivað um krepputíðir, um eina kreppu, sum vit føroyingar nú skulu sigla inn í. SLÍKAR KREPPUR eru ikki ókendar í Før- oyum. Teir eldru føroyingarnir minnast kreppuna í tríati árunum, vit minnast kreppu í fimti árunum, og vit minnast somuleiðis kreppuna í seksti árunum, tá saltfiskaveiða okkara við línu undir Grønlandi sveik. VIT MEGU GERA okkum greitt, at lond í okkara støðu altíð koma í slíkar kreppur av og á, í hvussu so er, so leingi samfelags- búskapurin er so nær knýttur at eini einastu vinnugrein. Vit hava tí ferð eftir ferð víst á, at vit megu útbyggja høvudsvinnuna so fjøl- broytta sum gjørligt, og annars gera vinnuna meiri fjølltåttada. TAÐ, SUM TYKIST legið í hesum døgum, er, at partur av andstøduni á tingi, sum í åravis hevur tosað um yvirtøkur og sjålvstyri, nú skal koma við atfinningum, tá landsstýrið ætlar at fremja einstakar yvirtøkur, ið kortini ikki eru meira enn ein partur av tí, sum somu flokkar hava á síni stevnuskrá. TEIR VÍSA Á, at vit eru í krepputíð, og tí eiga vit ongar yvirtøkur at fremja nú. Tær eiga at bíða til tíðirnar eru vorðnar betri. Ein av hesum monnum er elsti maður á tingi. Hinir eru meðal gamlir menn. Minnast teir ikki tær kreppur, sum føroyingar hava upplivað, og vænta teir ikki slíkar kreppur í framtidini? UM TÆR YVIRTØKUR, sum ætlanin nú er at fremja, vórðu gjørdar í teimum góðu tíðun- um, sum vit júst hava havt, hvat skuldu vit so gjørt í teirri krepputíð, ið nú stendur fyri? Ætla hesir menn, at vit skulu geva Danmark målsøkini aftur, hvørja ferð ringar tíðir eru í námindi? SKULU VIT NÚ annullera samtyktina um yvirtøku av umsitingini av sosialu málunum ? Og skulu vit gera øll tey målsøkir, sum nú eru sermál og liggja undir heimastýrinum, aftur til felagsmál, t. v. s. leggja tey aftur undir statin? YVIRTØKUR OG MEIRA sjålvstyri eru adal- mål framburðsfloksins og sjålvstyrisfloksins. Tolur hesin politikkur ikki ringar tidir, sum altíð kunnu koma á okkum, so vilja vit geva hesum flokkum tey ráð at taka stevnumið síni upp til nýggja viðgerð og sera álvarsama umhugsan. sosialurin Nr. 13 — 15. februar 1975 dagbókin Gudstænasta Eivind Vilhelm, varabispur, hevur gudstænastu við altar- gangi sunnudagin. Guðstænastur Í morgin verða hesar guðs- tænastur: Glyvrar J. Foll- end. Leirvík altargangur T. Beder. Fámien altargangur K. O. Viderø. Argjum altar- gongd Kj. Mørkøre. Kaldbak- J. Weihe. Havn altargongd E. Vilhelm varabispur. Klaksvík J. Joensen fv. varabispur. Skáli altargongd Niels Pauli Danielsen. Hatt- arvík altargongd S. J. Joen- sen. Vág kl. 12.00 Leiti kl. 18.00 Martin Restorff Jacob- sen. Øravik familjuguðstæn- asta (barnakór luttekur, talv- an gongur til frama fyri sunnudagsskúlan) G. Han- sen. Konfirmatións- fyrireiking Í Fuglafjarðar prestadømi verður várkonfirmatiónin hildin sunnudagin 16. mars í Leirvíkar kirkju. Konfirma- tiónsfyrireikingin byrjar í Fuglafjarðar missiónshúsi mánadagin 3. mars kl. 16.00. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður við A. Sandbeck. Kl. 10.45 guðstænasta við H. Fredrik- sen. Fundirnir verða hildnir í adventistaskúlanum við Hoyvikstjørn. Føroyameistara- kapping i Wolley- bólti byrjar í Tórshavnar ítróttar- og samkomuhell í dag kl. 15.00. Kappingin heldur fram í morgin. Filadelfia Telefonandaktin svarar alt samdøgrid á telefon 14880. Frelsunnarherurin I morgin kl. 11.00 helligheds- fundur, kl. 14.00 sunnudags- skuli og bibliuflokkur kl. 17 útifundur á Vaglinum kl. 19.30 bønarfundur og kl. 20.00 fundur. KFUK Í morgin almennur fundur: Opið hús við søgum. Spælistovan er mánadagin frá kl. 16—17. Mánakvoldið kl. 20.00 hevur unggentu- deildin fund: Jesu kongaboð og vit. Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjóvátrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging. Føroyameistara- kapping i Volley-bolti Kappingin i unglinga og damudeildini (gentur og kvinnur) fer fram í itréttarhøllini í Havn leygar- og sunnudagin 15. og 16. februar. Byrjad verdur bådar dagarnar kl. 15.00. Komandi vikuskifti, leygardagin og sunnu- dagin 22. og 23. februar, fer fram kapping mestara- og meðaldeildini i KÍ høllini Klaksvik. Henda kapping byrjar kl. 13 leygardagin. i i Volley-bólt deild ÍSF's Telefonfelagar Telefonfelagar hava fingið sendandi upptekuskjal til telefon- felagabókina at fylla út og senda Telefonverkinum aftur. Mint verður um, at allir telefonfelagar skulu fylla hesi út og senda tey aftur sum tilskilað í seinasta lagi 15. február. Minnist til matrikulnummar ella brúksnummar, har hesi finnast. Telefonverkið Umboðsmannaval Sambært $ 28 i høvudssamtyktini verður við hesum lýst til valfundar mánadagin 17. mars 1975. Fýra umboðsmenn i Tórshavnar valdømi, ein í Nólsoyar valdømi, ein í Kaldbaks valdømi og ein í Hestoyar valdømi, eru upp å val. Uppskot til umbod skula skrivliga sendast sjukrakassanum i seinasta lagi 1. mars 1975. Havnar Sjúkrakassi 12. febr. 1975 Island — sagornas ø! Fantastisk tilfålle att åka till Island! Følj med på Foreningen Nordens och Ålands Turistførenings Islandsresa 18—25 april 1975. Resan omfattar * Flyg Stockholm— Reykjavik — Stockholm * Logi på hotell Loftleidir i Reykjavik * Halvpension * Rundtur i Reykjavik Allt detta før 1.350 mk. Resan sammanfaller med Ålandsutstållningen i Nordens Hus i Reykjavik. Alla vålkomna — áven icke-medlemmar! Broschyrer, information och bokningar. ÅLANDS TURISTFORENING Tel 12 140/resebyrån VI SÁLJER AVEN SOK::s USA-RESOR!