mikudagur 19. februar 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin telf. 1 1820; box 76, 3800 Torshavn
{
tvevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5 6411
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Fiskirættindi
Í DAG FER sendinevnd år Føroyum til Íslands
at samráðast við íslendsku ríkisstjórnina um
veidirættindi føroyinga innan fyri íslendska
50 fjórðinga fiskimarkið.
TÁ SAMRSAÐINGAR vóru seinast, beint
eftir at íslendska fiskimarkið varð útflutt, var
stødan hjá teimum nýggju, stóru og tíðar-
hóskandi trolarunum rættuliga óviss. Meðan
føroysk línu- og snelluskip fingu sømdir, sum
føroyingar hava verið væl nøgdir við, fingu
flakatrolararnir als ongar sømdir, og tann
nýggjasti saltfiskatrolarin tá, sum var Sunda-
berg, fekk rættuliga avmarkaði rættindi, ið
heldur ikki vórðu givin við góðum tannabiti.
* AVTALAÐ VARÐ tå, at allur sáttmálin skuldi
endurskodast seinni, og at stødan hjá trolar-
unum tá skuldi viðgerast meira gjølla. Sam-
ráðingarnar, sum byrja í Reykjavík í dag, fara
tí fyrst av øllum og mest at snúgva seg um
rættindini hjá hesum trolarum.
FØROYSKI ALMENNINGURIN hevur, longu
áðrenn hesar samráðingar byrja, fingið var-
hugan av, at íslendingar longu uppá forhond
hava sagt veiðurættindini hjá Sundaberg
upp, og tí eru lítlar ella rættari ongar vónir
um, at flakatrolararnir og hin nýggji salt-
fiskatrolarin Sjúrðarberg fáa nøkur rættindi.
Og enn minni kunnu vit vænta teimum trol-
arum av hesum slag, sum í løtuni eru undir
bygging veiðurættindi undir Íslandi.
ÍSLENDINGAR MOTIVERA hesa uppsøgn
við, at skulu teir halda vesturtýskar og
bretskar trolarar av hesum slag úti, so megu
teir eisini halda føroysku trolarunum uttan
fyri. Eftir okkara tykki er lítið hald í hesum
motivi.
MEÐAN 99 PST. av føroyska útflutninginum
stavar frá fiskivinnu, og bert 1 pst. frá aðrari
vinnu, so er tað júst øvugt hjá bretum og
týskarum, har valla meira enn 1 pst. av
tjóðarframleiðsluni stavar frá fiskivinnu.
HETTA SKULDI sagt nóg mikið og skuldi
verið nóg góð orsøk til at givið føroyingum
munandi stórri rættindi enn øllum gðrum og
eisini rættindi vid skipasløgum og veiðu-
hættum, sum aðrir ikki sleppa at nýta.
SKULDI HETTA íkki verið haldgott argument
fyri víðari rættindum til føroyingar fram um
aðrar, so er argumenti fyri íslendsku útflyt-
ingini samstundis burtur, tí okkum kunnugt
var tað júst hetta íslendingar argumenteraðu
við, tá teir fluttu fiskimarkið út.
sosialurin
dagbókin
Føstugudstænastur
Í kveld prædikar Torkil
Beder i Havnar kirkju kl.
20.00, Niels Pauli Danielsen i
Glyvra kirkju, Kjartan
Mørkøre í Rituvíkar kirkju,
Petur Petersen í Vestmanna
kirkju og Johan Weihe í
Hvalvíkar kirkju.
Konfirmatiónsfyri-
reiking
Peter Petersen hevur kon-
firmatión í Hvalvíkar kirkju
sunnudagin 16. mars. Kon-
firmatiónsfyrireikingin byrj-
ar í Hvalvík mánadagin 3.
mars.
Missiónshúsið við
Landavegin
Fundur verður í annaðkveld
kl. 20.00.
Betel í Vági
Í annaðkveld byrjar evan-
gelisk fundarrød í Betel.
Fundirnir vera hvert kveld
hesa vikuna út kl. 20.00.
Sunnudagin verða fundir kl.
16.00 og kl. 19.00, har
Svenning av Lofti og aðrir
tala.
Gullbrúdleyp
Í dag kunnu hjúnini Linda og
Jógvan Zachariasen, Streym-
nes, halda gullbrúdleyp.
Frelsunarherurin
I kveld kl. 18.00 verður
fundur hjá skótagentum und-
ir 13 ár, kl. 20.30 ungdóms-
fundur. Í annadkvøld kl.
20.00 fundur hjá heimafor-
bundinum. Friggjakveldið
kl. 20.00 fundur, har m.a.
filmurin » Helbredelsens
fjeld« verdur syndur. Arne
Fiskaa oberstur talar.
V 4 dråtturin
Í V 4 dråttinum hjá út-
varpinum seinasta leygar-
kveld vóru hesi tel drigin: 20,
27, 38, 42, 47, 57, 59, 60, 69,
71, 73, 81, 85, 88, 92 og 99.
Vinningurin var uppå 7.400
kr. og vóru tað tveir vinnarar
— annar av Skála og hin úr
Hvannasundi.
Eykavinningurin uppá
2000 kr. fór til Sandavágs.
Þauk( FØROYA)
Nr. 14 — 19. februar 1975
Samstarv vid
sosialistisku londini
Í kvøld skipar SAMSOS fyri filmssyning úti á
læraraskúlanum í Havn. Hetta er nýggjur sov-
jettiskur stórfilmur í litum.
Virkað í 5 ár
Føroyski > landsfelagsskapurin
samstarv vid sosialistisku lond-
ini til frama — ella stytt til
SAMSOS — varð stovnaður í
1969 sum lið í alheimsliga strev-
inum fyri at skapa linna millum
eystur og vestur. Sjónarmiðið
er, at tað er av alstórum týd-
ningi, at fólkini í teimum ymsu
londunum royna at seta seg inn í
viðurskiftini, mentanina, hugs-
unarháttin, hjá hverjum eðrum.
Og at royna at fáa í lag sam-
vinnu á ymsum økjum. Til døm-
is við at skipa fyri býti av sendi-
nevndum, ferðalegum og so
framvegis.
SAMSOS-film
Landsfelagsskapurin skipadi i
fyrraárið fyri undirdeild, ið
nevnd varð SAMSOS-film, og
sum skipar fyri regluligum
fiimssýningum eina ferð um
mánaðin.
Filmssýningarnar fara fram
úti á Læraraskúlanum í Havn
mikukveld kl. 20. Ætlanin er
eisini at skipa fyri líknandi
filmssýningum á Tvøroyri, i
Sørvågi og í Klaksvík til heyst-
ar.
Møgulig føroysk hóp-
ferð í summar
Frá SAMSOS frættu vit í fyrra-
dagin, at teir arbeiða við at
skipa fyri feroyskari hópferð til
okkurt - ella onkur — sosialist-
isk lond nú í summar. Feroying-
ar hava fyrr vitjað DDR,
Poland, Sovjettsamveldið, Ru-
meniu og aðrastaðni. Men skip-
að, bílig hópferð hevur ikki verið
skipað higani.
Landsfelagsskapurin = hevur
samband við sendistovur, tid-
indastovur og aðrar stovnar hjá
sosialistisku londunum í Keyp-
mannahavn, eins og beinleiðis
samband eisini eru útvegað.
Lysid i sosialinum
Framsyning
Frå tysdegi 18. februar og til midan mars verdur framsyning
um olju á Føroya Náttúrugripasavni.
Framsýningin er opin hvenn gerandisdag kl. 14—16 uttan
mánadag og sunnudag kl. 15—17. Fyri skúlaklassar er bara
opið eftir avtalu við savnið.
Føroya Náttúrugripasavn
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini í Froðba
Uttangarðsútskiftingin í Froðba er nú endað við úrskurði
dagf. 11. februar 1975.
Útskrift úr gerðabókini liggur frammi hjá bygdarnevndini
v/Dánjal J. Jensen, Froðba og hjá Tveroyrar býráð.
Møgulig kæra skal stílast til sorinskrivaran, og verða
honum í hendi áðrenn 3 mánaðir eru lidnir frá í dag at rokna.
Matrikulstovan
tann 14. februar 1975
Bókhaldari
Til ein av okkara klientum, eitt størri virki innan fiskiidnadin,
verður sekt eftir bókhaldara.
Somuleidis verður eisini eitt pláss fyri einum skrivstovufólki
á sama virki til alt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.
Ringið ella skrivið til Jógvan Sundstein.
Sundstein £& Ellefsen
statsaut. revisorar
tlf. 1 4700