Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-02-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. februar 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 16 — 26. februar 1975 Sosialurin telf. 1 1820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Føroya Javnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 564 11 Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt Sanna andlitid SÍÐANI SOSIALU lógirnar um fólka- og av- lamispensión v.m. vórðu settar í gildi í 1959, hava allir flokkar og eisini fólkaflokkurin, roynt at tikið sær part av æruni fyri hesar lógir. TILKOMIN FÓLK minnast tó betur og vita, at javnaðarflokkurin í fleiri ár fekk øll uppskot síni um fólkapensión feld, og at hendan lóg- gáva ikki varð framd, fyrr enn veljararnir á løgtingsvalinum 1958 tóku so dyggiliga undir vid javnaðarflokkinum, at andstødan ikki tordi at andøva ímóti longur. AV OG Á SÝNIR fólkaflokkurin tó sítt sanna andlit. T.d. í Dagblaðnum fyri næstseinasta leygardag, har Óli Breckmann skrivar um fíggjarlógina. Hann heldur tað vera ørskap, at triggir postar, sum eru påra óproduktivir, umboða meira enn helvt av útreiðslusíðuni á fíggjarlógini. Hann nevnir samferðsiumál, skúlamál og almenna forsorg. HEILT ÓPRODUKTIVIR eru hesir postar tó ikki. Skúlaskapur er ein treyt fyri skilagóðari og rentablari framleiðslu. Samferðslumál umfata eisini havnabygging, og er hetta ein treyt fyri at vit kunnu reka fiskivinnu og fiski- ídnað uppi á landi. So óbeinleiðis fer ein partur av hesum peningi til framleiðsluskap- andi endamál. ALMENNA FORSORGIN er eftirløn til teirra, sum eitt langt lív hava tænt landinum, og hjálp til teirra, ið ofta av tungum og strævn- um arbeiði eru vorðin avlamin og dømd at sita á skuggasíðu livsins. Greinskrivarin heldur, at hesin útreiðslupostur helst altíð vil vera stórri enn mong frísk ung kundu hugsað sær. Hesum trúgva vit neyvan. Heldur man hann vera størri, enn priviligerada yvirstætt- in, i ivaleyst hevur nóg mikið niður fyri til seg og síni, um sjúka og elli gera seg gald- andi, kundi hugsa sær. MEN AFTUR TIL býtið á fíggjarlógini. Sam- bært politikk fólkafloksins skal øll vinnu- lívsútbygging og allur vinnulivsrakstur vera á privatum hondum, meðan tað almenna bert skal umsita og ráða tí óproduktiva. Hetta er orsøkin til, at størsti parturin av útreiðslun- um á fíggjarlógini fer til óproduktiv endamál. So einfalt er tað. ONGIN SKAL vera fegnari enn vit, um skatt- aavskrivingar vinnulivsmanna verða strokn- ar og peningurin umsitin av tí almenna, sum so gongur á odda bæði viðvíkjandi bygging og rakstri. Tá kemur býtið á fíggjarlógini at síggja ødrvisi út, uttan tó at skarva burtur av tí, sum goldið verður til skúla-, samferðslu- og sosialmál. dagbókin Silvurbrúdleyp Í dag kunnu hjúnini Heinina og Sigurd Gaard Hansen í Havn halda silvurbrúdleyp. Adressan er Havnar Klubbi. KFUK Várgleði verður í KFUK í dag kl. 16.00: Aftur fostuklokkan ljóðar. Í annaðkveld kl. 20.00 verður almennur bíbliutími í KFUK við Johan Weihe presti: Lívsspurningur IV. Føstugudstænastur Hesar gudstænastur verða i kveld kl. 20: Getu, Torkil Beder, Glyvrar E. Vilhelm og í Nólsoy Petur Petersen. Í annaðkveld kl. 20 verða hesar fostugudstænastur: Nes J. Follend, Lorvik E. Vilhelm og i Hvalba Niels Pauli Danielsen. Filadelfia Í kveld kl. 20.00 hevur systramissiónin fund. Í dag er annars ungdómsarbeiði: gentur kl. 16 og dreingir kl. 18. Telefonandaktin svarar alt samdøgrid á telefon 1 48 80. Regluligar sendingar allar dagar í vikuni uttan sunnu- dag: 07.15: Vedurtidindi 07.17: Morgunlestur 07.30: Vedurt. og tidindi 07.35: Tónleikur 08.00: Vedurt. og tidindi 12.00: Middagskonsert 12.20: Vedurt. og tidindi 2.32: Tónleikur 2.50: Vedurtidindi 2,51: Tónleikur til kl. 13.00 8.30: Vedurt. og tidindi MIKUDAGUR 26. 08.05: Enskt II 13.00: Kvoðuljómar til sjó- folkid 18.42: Midvikan 19.30: Fólkalog 20.00: Enskt II HOSDAGIN 27. 18.42: Læknin hevur orðið 18.52: Framhaldssøgan »Landastrokini« eftir Knut Hamsun 19.10: Sangur. Martha Mødl syngur saman við kóri og orkestri 19.30: Poppur FRÍGGJADAGIN 28. 18.42: Fyrilestur: Sámal Jo- hansen. Til lands í Ís- landi, Í. partur 19.10: Max Reger: Variasjón ir og fuga yvir eitt lag av Mozart. Bamberger symfonikarnir spæla stj/Joseph Keilberth. Skeið í sveisiteori Á skeiði í sveisiteori fyri upplæring av sveisarum, sum verður hildið í Tórshavn í døgunum 3.—7. mars i ár, er pláss fyri 10—12 luttakarum afturat. Skeiðið fevnir m.a.: sveisihættir, sveisitól, elektrodur, grundtilfar, sveisifeilir og kontrol, sertifikatsveising og trygd- artiltøk í samband við sveising. Skeiðið verður hildið sum kvøldskeid frå kl. 17—21. Kostnaðurin er 300 krónur. Í samband við skeiðið verður Leo Fortoft sveisiverkfrøding- ur frá Teknologisk Institut í Keypmannahavn at hitta í Eyst- uroynni 24. —28. februar og í Tórshavn 3.—7. mars. Tilmelding til skeiðið eins og gjølligari upplýsingar fáast við at venda sær til Búskaparráðið N.Finsensgeta 15, Tórshavn ella snara tlf. 1 2794 ella 1 3945 Ánanias og Jákup Sibbi verða sýndir fyri seinastu ferð í kveld, mikukveldið kl. 20. Bílegging og sela av atgongumerkjum er í Leikhúskioskini frá kl. 14.00 til 17.30, tlf. 14504, og við inngongdina ein tíma undan sýningini. Sjónleikarhúsið Lýsing Sambært krav frá Samfylking heldur Mini-Taxi 1. mars 1975 uppat at útflýggja rabatt-kort. Í mars mánað kunnu rabatt-kortini brúkast sum fult ella lutvíst gjald fyri bil frá Mini-Taxi. Rabatt-kort, sum ikki eru Mini-Taxi í hendi áðrenn 1. april 1975, eru ógyldug. Mini-Taxi Frá 1. apríl 1975 er ell hýruvognskoyring í Streymoy Einans kontant Virki og stovnar kunnu tó framvegis koyra móti rekvisitión. Tórshavn 20.2.1975 Aksturvinnufelagið Samfylking Bankalærlingar Genta ella drongur fær lærupláss beinan vegin. Real- ella præliminærprógv krevst. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og meguligum við- mæli skal sendast til P/F Føroya Banka Box 14 3800 Torshavn Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging „...--................-Tlf. 14590 Føroya Sjovåtrygging .......::: 2662222 ie — 14590 Føroya Brunatrygging .........22 200000 — 11098 Føroya Vanlukkutrygging .. 22200000 — 11466 Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging.