Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-03-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 1975síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 s0stalurin telf. 1 I820, box 76, 3800 Torshavn Utgvevari: Foroya davnadarflokkur Blaðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd). telf. 564 II Johnsigurd Johannesen, telf. 13242 Fr ru i ;í Prent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Stuttskygni TOSIÐ MILLUM Þpeolitikkarar og millum manna snýr seg í hesum døgum um lítið annað enn donsku ferjuna Morten Mols, sum landsstýrið hevur í umbúna at keypa. KEYPIÐ ER Í løtuni til viðgerðar á tingi, og nú hesar reglur verða skrivaðar, er málið til viðgerðar í løgtingsins figgjarnevnd. hóast málið væntandi longu er avgreitt á tingi, tá hesar reglur koma út, so fara vit kortini at draga eitt og annað fram í hesum máli. EIN HEVUR fingið ta fatan, at nærum Øll andstødan - og við undantak av einum manni - eisini allur fólkaflokkurin við sjálvum figgjarnevndarformanninum á odda, eru hart ímóti hesum keypi. Ikki tí, allir ásanna, at tørvur er á einum nýggjum, størri og meira tíðarhóskandi fari til siglingina um Suðuroy- arfjørd. MENN VILJA halda, at skipid, sum talan er um at keypa, er alt ov stórt og tí eisini verður dýrt í rakstri. Men ikki skerst burtur, at her er ttalan um eitt bíligt keyp, tí eitt minni skip enn hetta til sama endamál, vildi í dagsins prísum kosta umleið 60 mill. kr., meðan hetta skipið kostar umleið 26 mill. kr. Í hesum sambandi verður tosað um ringar tíðir. Men hava ikki ráð at keypa eitt ferðamannaskip av hesi orsøk, hvussu skulu vit tá hava ráð til yvirtøkur? TÁ SMYRIL Í síni tíð varð bygdur, skuldi hann upprunaliga verða munandi longri, hava fleiri koyggir og væl stórri maskinorku enn hann verunliga hevur. Um motivini fyri at stytta Smyril og minka maskinorkuna, soleiðis at vit fingu eitt skip ið var ótíðarhóskandi áðrenn tað fór í sigling, vóru tey somu, sum tey, ið verða nytt nú fyri ikki at keypa Morten Mols, vita vit ikki, men óhugsandi er tað ikki. MILLUM TEIRRA, sum eru ímóti keypinum av Morten Mols, eru fleiri av gubbunum at tí stytta Smyrli á sinni. Vit hugsa her um framburðsflokkin, sjålvstyrisflokkin og for- mannin í figgjarnevndini vid fylgisneytum. At Smyril, sum varð bygdur miðskeiðis í seksti árunum, longu er ov lítil og ótíðarhóskandi og hevur verið tað í fleiri ár, ber einans boð um ófatuligt stuttskygni. TAÐ ER HESUM stuttskygni fyri at takka, at tað longu nú er bráneyðugt at keypa annað skip til suduroyarsiglingina - ella skal stuttskygni aftur sigra hesa ferð? sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: Torkil Beder í Elduvík, altargangur, J. Joensen, fyrrv. varabispur, í Klaksv- íkar kirkju, K. O. Videre í Fámjin kl. 12 og í Øravik kl. 18, Martin Restorff Jacobsen í Vági kl. 11 og í Porkeri kl. 18. J. Follend á Glyvrum (missiónsvika(, S. J. Joensen á Kirkju,altargangur, P. M. Rasmussen í Funningi, N. P. Danielsen við Gjógv kl. 12 og á Eiði kl. 18, Ejvind Vilhelm í Havn. Talvan gongur í ellum kirkjum í Nes prestagjaldi til frama fyri neyðhjálp Fólka- kirkjunar. Breyð til heimin Komandi sunnudag, á mið- fostu, gongur talvan í ellum kirkjum til frama fyri <Breyð til heimin«. ØI] vita um tann neyðarstand, ið er víða hvar, og har hjálp er neyðug. Peningurin, ið verður savn- aður til hjálpararbeiðið, verð- ur sendur gjøgnum Neyð- hjálp Fólkakirkjunnar. Sjómanskvinnu- ringurin í Havn kemur saman á Sjómans- heiminum månakvøldid kl. 20. Burturluting verður. All- ar kvinnur eru vælkomnar við. Adventista- samkoman Í dag kl. 9.30 bíbliulesnaður við A. Sandbeck. Kl. 10.45 gudstænasta við P. Berg. Fundirnir verða hildnir á Adventistaskúlanum við Hoyvikstjørn. Evangeliihúsið Telefonandaktin svarar alt samdøgrid á telf. 14880. Sjúkrasystraprógv Á Bornholms Centralsygehus i Rønne hevur Mildrið Lenvig Klaksvík, tikið prógv sum sjúkrasystir. Brúdleyp Í dag giftast í Vági Sanna Hjelm, Vágur, og Richard Toxværd, Danmark. sosjalurin telf. 11820 Nr. 19 — 19. mars 1975 Basarurin fyri Vesturkirkjuna Nevndin hevur nú skipað seg, og arbeitt verður hvert friggjakveld frá kl. 7 í K.F.U.K. Er tað fleiri, sum vilja vera við, eru tey vælkomin, og eru tað onnur sum vilja styðja hetta arbeiði við gávum av ymiskum slag, so tekur ein av nevndini sær av hesum. Edel Djurhuus, Nancy Vesterbú, Paulina Hansen, ebba Mortensen, Rigmor Joensen, Sigrid Michelsen, Ebba Debes, Herborg Olsen, hansy Hejgaard, Trina Olsen, Julina Danielsen, Birna Dahl, Anna Michelsen, Inger Christiansen, Edith Serensen, Emma Danielsen, Anna Reinert, Christensa Lindberg, Olivia Olsen, Thurid Rasmussen, Paula Holm, Thomasia Hentze Rasmussen, Petra Samuelsen, Edelborg Rubeksen, Edith Dahl, Elisabeth Henriksen, Jona Henriksen, Jensia Vatnhamar, Gunver Bærentsen, Ebba Vilhelm, Elinborg Petersen, Andrea Samuelsen, Elin Merkere, Solveig Dam, Eva Thomsen, Signa Arge Magnussen, Olivia Arge Gregoriussen. Verkfrødingur Søkt verdur eftir einum yngri verkfrødingi B til 3-5 åra starvstíð. Viðkomandi kemur at arbeiða vid projektering av vegum og kloakkum. Líkaleiðis kemur hann at gera ætlanir um og hava eftirlit við arbeiðum, sum verða útboðin. Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála millum Kommunernes Landsforewning og viðkomandi verkfroðingsfelag. Fleiri upplýsingar faast við at ringja telf. 56391. Umsóknir við prógvum og viðmælum skulu vera Klaksvíkar býráð í hendi seinast 20 mars 1975. Klaksvíkar byråd Tryggingarsambandið FØROYAR Føroya Kriggstrygging Føroya Sjovåtrygging Føroya Brunatrygging Føroya Vanlukkutrygging Vit tryggja Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør 0. a. Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging. Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins stersta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: | tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendid hendan lepa i afturlatnum brævbjålva til: - - søsialtirin box 76, 3800 Torshavn,