mikudagur 19. mars 1975síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 19. mars 1975
sosialurin
Við deyða Palla í Tøduni
Nú eru nakrir dagar síðani Palli í
Teðuni fór til sín seinasta hvild-
arstað. Hann hevði verið sjúkur
so leingi, at vit vistu, at hansara
tíð kom ikki at verða so long aft-
urat. Seinast, eg sá hann, fylgd-
ust vit norður á Tveroyri í bili.
Hann skuldi til Havnar á sjúkra-
húsið. Tað sást týðuliga, at
hann var ógvuliga ússaligur,
men hýrurin var góður sum
altíð. Hann varð tó ikki verandi
leingi í Havn, kom suðuraftur —
og nú er hann farin.
Nú hvílir hann »inni í Lid«
yvir av Vågsbygd, sum hann var
so góður við, og sum hann kendi
betur enn tey flestu, tí hansara
kunnleiki um Vágsbygd og søgu
hennara var ógvuliga stórur. Eg
siti her, fyri norðan, og blaði í-
gjøgnum nakrar síður um Vágs-
bygd. Framman fyri mær havi
eg nakrar síður um Vág og um
vágbingar, sum Palli í Tøduni
hevur fortalt mær. Spell at hetta
ikki varð tikið uppá band; tað
hevði verið rúgvismikið, og í
dygd sum søguligt fråsøgutilfar
hevði tað staðið frammaliga. Ti
hansara søgur um Våg og um
vágbingar vóru so livandi og
meistarliga fortaldar, at eg
trúgvi ikki, at nakar hevði
kunnað sagt tær betur.
Ein vetur sat hann fleiri ferðir
upp í slag frá tíðliga á kveldi og
fota til langt eftir midnåttartim-
an og greiddi frá ymiskum til-
burðum úr teirri gomlu Vágs-
bygd og um teir gomlu /ág-
bingar, um teirra strev og stríð
og um teirra lív til fjals og til
fjóru. Teimum nøvnum og tøl-
um, serliga úr gomlum fólkatelj-
ingum, sum vit sótu við og sum
fyri meg bert vóru nevn og tel,
gav hann lív og innihald; um so
gott sum hvert einasta navn og
tal hevði hann eina viðmerking
ella eina sogu. Tær flestu av hes-
um segum hevdu eitt skemtiligt
innihald; og soleiðis fara vist tey
flestu at minnast Palla í Tøduni,
hann dugdi so væl at fáa hitt
skemtiliga fram. Men tað vóru
eisini segur við einum álvars-
ligum ella kanska syrgiligum
innihaldi; um menn og um
kvinnur, sum fingu eina harða
lagnu sí eini harðari tid. Ein
gjørdist so hugtikin at sita og
lýða á henda so óvanliga vitandi
mann, at ein gloymdi tíð og
stað. Tá ið eg so kom heim, setti
eg meg at skriva hetta niður, og
ofta var náttin liðin og morgum
komin, tá ið eg var liðugur at
skriva. Men tíverri er tað ofta
soleiðis, at tá ið tilfarið er so
rúgvismikið og ein ikki kennir
innihaldið alt ov væl, ja, so er
ein ikki førur fyri at festa tað á
blað, tí so kann so mangt koma
skeivt fyri. Tað varð tí bert tað,
sum ein mintist fyri heilt vist,
sum niðurskrivað varð. Og tað
var spell, tí tað er bert eitt lítið
brot. Sjálvur mundi Palli hava
skrivað eitt og annað niður, og
tað er at vóna, at nógv tilfar um
heimbygdina liggur eftir hann,
so at ikki alt er farið í grevina
við honum. Tað hoyist ofta, at
menn eru harmir yvir, at tað til-
far, sum Rikard Jensen skrivaði
um Vágssogu, ikki er at finna,
og satt er tað. Eina ferð, eg var
er
vesturi hjá Palla í Teðuni, for-
taldi hann, at hann hevði lænt
allar tær skrivibøkur, sum Rik-
ard hevði skrivað søgur uppi —
eg minnist ikki talið, men eg
haldi tað var 60 — og har lógu
tær so eina tíð; men beint áðrenn
Rikard gjørdist sjúkur og doyði,
var hann har vestur éftir hesum
bókum — og í dag eru tær ikki
at finna, hvar tær so eru.
Á jú, tað vóru letur at lýða á
Palla, meðan hann segði frá um
tey gomlu lágu, tjøradu húsini
við sínum grena flagtaki, har
óvitarnir spældu, og um tey
fókk, sum búðu har. Ein kemur
at hugsa um Hans Andreas
Djurhuus:
Øll húsini so kvirr og loyndarfull
tey goyma alt sítt dýra minnis-
gull
um ætt, ið var, og hennar gongd
og ferð.
Mær tykir ættin gongur aftur
her.
Hetta eru fólk, sum langt,
langt síðani eru horvin, liggja
grivin á Kirkjukletti ella fingu
váta grev, men sum búðu og
bygdu ein part av landi okkara.
Vit ungu duga ikki at skilja tað
lív, tey livdu og ta tíð, tey livdu
i. Tað var so heilt ødrvisi enn
tad, vit eru von vid og kenna.
Sjålvt um vit hoyra um tey,
duga vit ikki at fata, hvussu
striggid strev teirra gomlu fyri
at yvirliva hevur verid. Livid tå
man hava verid ein meira av-
bjóðing móti tilveruni enn nú.
Tað dagliga lívið við báti eyst-
anfyri og fyri vestan Vágseið;
um hvussu hesir lítiðlætnu sjó-
garpar við seksmannafari fóru
suður um Endan; um tá ið teir
ikki kundu lenda aftur á Vágs-
eiði, men í ódnarstormi máttu
rógva suður um Akrabergstanga
fyri kanska at koma inn gjegn-
um Vågsfjørd og lenda á Skam-
mýri; tað var um slíkar menn
Palli í Tøduni visti at siga frá;
ella um menn, sum bert við
kleppi í hendi klivu upp gjøgn-
um steyrrætt meitilberg, og
gingu eftir rásum og rókum, har
eingin fyrr hevði verið. Ein
bardagi fyri tilveruni, við ongum
hentleikum, men bert sínum
egnu hondum, máttu teir royna
at fáa sum frægast burturúr.
Tað vóru letur at hoyra Palla
greiða frá; hann visti so ótrúliga
nógv og hevði so sjáldsama góð-
ar gávur at fáa tað at sita, sum
hann segði frá.
Eingir hentleikar av nøkrum
slag, og verðin var sterri tá enn
nú. Fór onkur burtur, ja so vistu
tey heima einki til teir fyrrenn
teir komu aftur ella kanska
ikki komu aftur. Eg komi at
hugsa um ta søguna, sum Palli
fortaldi um skipið, sum fór undir
Feroyar at royna. Av eini ella
aðrari orsøk fóru teir inn onk-
unstaðni nordanfjørds. Tá gjørd-
ist ein av manningini sjúkur og
doyði, og varð grivin í hesi somu
bygd. Skipið fór síðani út at
fiska, men ódnarveður er helst
komið á teir, og hverki skip ella
manning spurdust aftur. Tá var
tað ein tung tíð fyri heimbygd-
ina. Men sannleikan um, at ein
maður doyði á landi og ikki fórst
við skipinum, so sum tey hildu,
hann fingu tey heima ikki at vita
fyrrenn tvey ár aftaná; so lítið
var sambandið bygdanna mill-
um tá í tíðini.
Niklas í Brekkugerði var
fyrsti maður, sum í nýggjari tíð
bygdi í Brekkugerði. Hann var
av Skála og segðist at vera
klókur maður. Um henda mann
visti Palli nógv at siga. Men
áðrenn Niklas hava fólk búð í
Brekkugerði, eins og tey hava
búð á tí plássinum, sum Svabo
nevnir á Bárafletti. Palli í Tød-
uni hevði eisini eina segu um
eina Biritu í Brekkugerði, sum
plagdi at seta seg undir Bárald-
arbakkan at binda. So kom eina
ferð grind inn á Vågsfjørd. Men
hvussu menninir bóru seg at,
fingu teir ikki grindina at gera
landgongd. Men Birita, sum
visti, hvussu vorðið var, sendi
tveir óvitar út til bátin hjá
Skálabóndanum, sum var grind-
aformaður, at siga honum, at
sum nú var nýttaði lítið at
gera nakað, tí meðan vágbingar
fingust við at fáa grindina at
gera landgongd, lógu teir forn-
ersku og drópu grind innan fyri
Skammýru, segði Birita, ti hann
í Brekkugerði. Skálabóndin
fjørdi eftir boðunum frá Biritu,
tí hann visti, at Birita kundi
meira enn fólk flest. Grindin
varð so goymd á Lopransfjørdi
um náttina, og dagin eftir legði
hon beinini. Slíkar søgur visti
Palli í Toðuni nógvar at siga frá;
og tað hevði hann umsteður til
um nakar hevði tað. Vit ungu
hava ilt við at trúgva slíkum
søgum ella søgum, sum minna
um hesa. Men Palli mundi helst
trúgva teimum og tað av egnum
royndum. Pápi Palla og brødur
hansara vóru dúgligir menn,
slektaðir úr einum húsum, har
tað mátti arbeiðast nógv fyri at
liva. Hesir menn hevdu tað fram
um tey flestu, at teir kundu
síggja tað, sum er dult fyri
vanligum mannaeygum. Tað var
ikki altíð líka hugnaligt, men ein
vandist við tað, segði onkur frá
gamla Palla í Tøduni, og hann
mundi vita frá mongum slíkum
at siga. Eg nevni hetta bert sum
eitt domi um, at tað ikki er so
ógvuliga langt síðani, at slíkt
ikki var so óvanligt.
Ongantið gloymi eg tær letur,
tá ið Palli sat og greiddi frá um
hendingar og um slekt, og hann
kundi fara langt aftur. Eina ferð,
minnist eg, greiddi hann mær
frá Vilhelm-slektini. Hann var í
iva um, hvaðani fyrsti maður,
sum búsettist við Miså, var
slektaður; men hann var komin
til tað úrslit, at hesin maður
helst var slektaður úr Smillum.
Seinni havi eg hoyrt gamla
komu sagt frá, at fyrsti maður
við Vilhelm-navninum, sum búði
við Gjógvará, var úr Smillum.
Og hesin var beiggi til tann, sum
búði við Misá. So Palli hevði
rætt. Abbi hesar báðar mundi
vera sýslumaðurin Jaspur Dán-
jalsson, sum búði í Øravik og
sum mundi vera føddur seinast í
1600talinum. Tað, sum Palli
segði frá, var so livandi, saman
við einum slíkum hugna, at ein
heilt ókend verð læt seg upp fyri
einum. Eg komi at hugsa um
orðini hjá Hans Andreas um
Gomlu Biritu segukonu:
Gamla Birta søgukona, gamla
Birta gleðir børn.
tað um smáttu fýkur
kavarók og vetraródn
Gamla Birta søgukona, livir fyri
sjálvan seg.
Gamla Birta, gamla Birta,
søgur tinar gleddu meg.
Umframt hesa sjåldsomu gåv-
u at duga at siga frå, so ein lyddi
å, kundi Palli i Tøduni eisini seta
saman ørindir. I heimi hansara,
minnist eg, hekk ein mynd av ti
stakki, sum stendur undir Ruta-
felli og nevnist Tveran. I hornið
á hesi mynd var stungin ein
pappírslepi, har Palli hevdi sett
saman tvey ørindir um djarva
faðir sín, sum kleiv upp gjogn-
um meitilbergið, upp á toppin á
Tveruni, og legði har eina ketu.
Eg minnist, hvussu hugtikin og
samstundis rørdur eg var, tå ið
eg læs hesi bæði smáu, fínu
ørindini; tann, sum kann siga so
nógv og geva einum so nógv i so
fáum orðum, hann hevur serligar
gávur. Sum oll vita gjørdi Palli
manga yrking til ymisk hátíðar
hald í Vági. Í mongum av hesum
yrkingum, sum bert vóru ætlað-
ar til ta einu ferðina, finna vit
ikki so lítið av tí, sum nevnist
góður skaldskapur. Palli var
nógv år í arbeiði á Gørdunum.
Hann kendi so væl til alt og ell,
sum har vóru, ikki minst odda-
mannin Magnus á Gerðunum.
Vit minnast øll, tå ið linubåturin
við sama navni kom til Vágs; tá
gjørdi Palli eina yrking, sum
varð sungin, tá ið báturin legði
at. Har sigur hann m.a. um
Magnus:
Væl kendur hann var um vart
oyggjaland alt,
hann Magnus á Gerðunum,
varðin.
Í Vågsbygd tað gjørdist so
tungligt og kalt,
tann dagin tá Magnus var farin.
meðan
So langan ein arbeiðsdag
lagaður var
at baksast, at stríðast,
at strevast,
við áttati ári á baki á sær,
av elli, hann tá mátti gevast.
Síða 5
Men umframt hesar nógvu
yrkingar, gjørdi Palli eisini fleiri
av meira varandi virði. Vekur er
tann vísan, sum Palli gjørdi til
ein abbason, har tvey erindi eru:
Nana, nana Jákup, eittans ára
gamal,
undan ár og somu nátt, abbi var
á ytstu gátt,
nana, nana Jákup
barnið, brátt er abbi
horvin,
Góða lítla
kanska tú kanst ynna tað,
abbi ikki fekk í lag,
góða lítla barnið
Tað, sum Palli sipar til í fyrra
erindi, er tá ið hann lá undir
stórari skurðviðgerð í Danmark
og annað lungað varð skorið. Tá
væntaði hann ikki at
liva longur. Tað er umleið 12 ár
koma at
síðani
Palli hevði eisini eina umfat-
andi vitan um bókmentir. Tey
seinastu árini hevði hann bóka-
savnið á Oyralagið á hondum
Tað var altið so hugnaligt at
tosa við Palla um bekur. Kanska
kendi tann fer-
oyska skaldskapin hann átti
hann mest til
sjálvur tær flestu foroysku bek-
urnar. Men vitan um
heimsbókmentir var eisini
fatandi. Tað kundi næstan gera
tað sama, hverja bók ein lænti;
Palli kendi tær flestu, hevði lisið
tær og kundi at siga um liv høv-
hesin so var frá
nýggjari tíð ella forntið. Ein
sjáldsama áhugaverdur maður
var Palli at lýða á. Sjáldsamt at
hitta mann, sum bert við tí van-
ligu skúlagongdini av Oyralagi,
kundi vita so nógv. Palli segði
onkuntid, at vóru umsteður til
tað, so hevði hann gingið longri í
skúla, tikið eitt realprógv ella
okkurt annað. Men Palli hevði
einki prógv, og alt tað hann visti
og kundi, hevði hann sjálvur
lisið sær til.
Nú hvílir Palli í Tøduni undir
grønu torvu. Hansara liv hevur
fingið ein enda, so sum alt her á
foldum er komandi og farandi.
Eg kann ikki lata vera vid at
hugsa um ta yrking, sum Palli
hansara
um-
undans, um
Framhald å sidu 7