mikudagur 19. mars 1975síða 15
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 19. mars 1975
Von skipar fyri útsølu
av hondgjørdum lutum
Í morgin skipar verkstadid
»Von« fyri útselu í Losjuni i
Havn. Lutirnir eru tilevnaðir av
teimum 16 fólkunum, sum
starvast á verkstaðnum. Utsølu-
virðið av lutunum er mett til ein-
ar 14.000 kr., sigur leiðarin á
»Von«, Torbjørn Frederiksen i
vidtalu vid Sosialin.
Sidani Von for undir virki sitt
1. mai 1973, hava reguligar ut-
sølur verid av teimum tilevnadu
sosialurin
Burtur úr hesum steinunum verða gjørd små trøll til prýðis
GARANTI — SERVICE
Sandoyingar
ELECTROLUX- tænastuvognurin verdur staddur i
Sandoynni månadagin 24. mars.
Um tygum tørva viðgerð av ELECTROLUX-hús-
arhaldstólum tygara, ringið ella skrivið til okkara
skjótast.
Fyri at veita viðskiftafólki okkara kring landið enn
betri service, fara vit hereftir at siga frá, hvar
tænastuvognur okkara verður staddur ávísar
dagar.
Békbindaragøta 8 . Tórshavn . Tlf. 1 11 06
Sida 7
lutunum. Hetta verður seinasta
útsela av sínum slag. Í fram-
tíðini ætlar verkstaðið at lata
framleiðsluna til heilselur, sum
síðani skulu selja verurnar við-
ari.
Torbjørn Frederiksen sigur
okkum, at útselurnar hava verið
kr. í løn um vikuna. Peningurin,
ið inn kemur, fer til lenir og til-
far. Umframt Torbjørn Freder-
iksen starvast 3 aðrir meðar-
beiðarar á verkstaðnum
Utsølan byrjar sum ådurnevnt
í morgin kl. 16 og er opin til kl.
Tórbjern Frederiksen stendur við maskinuna og sagar tilfar
væl vitjaðar við undantaki av
seluni, vit høvdu i november i
fjør. Tá vóru verur til eitt virði
upp á 8.000 kr. óseldar.
Tey, sum starvast á verk-
staðnum, fáa millum 46 og 200
20. Friggjadag er opið somu tíð.
Millum teir snotiligu lutirnar,
sum vera at fáa á útseluni,
kunnu nevnast: Smyrnabiløt,
hondmálaðir lutir urriklød,
hugvur og mangt annad gott
Føroyskir Lesilærarar
skipa fyri stevnu i august
Stevnan ætlast at vara i fimm dagar
I døgunum 3. til 8. august skipa
føroyskir lesilærarar fyri teirri
sjeyndu stevnuni i rødini fyri
lesilærarar. Stevnan, sum verð-
ur hildin á Føroya Læraraskula i
Havn, verdur sett av Finnboga
Isaksen. Hon ber heitid Sprog-
minoriteter i Norden — skolen i
det lille samfund, og ætlast at
vara i triggjar dagar. Hinir dag-
arnir eru settir av til útferðir
m.a. til Kirkjubøar, Vestmanna,
Nordoyggjar og i Sandoynna.
Umframt feroysk lærarafólk
fara eisini donsk, islendsk, finsk
og norsk lærarafólk at halda fyr
ilestrar
Feroyskir fyrilestrar verða
hildnir av Ludvig Petersen,
landsskúlaráðgevara, Ditlev Ol-
sen, stjóra á Føroya Spesial-
skúla, Jóhs. A. Næs, skúlaráð-
gevara, J.HMW Poulsen og
Marius Johannesen
Panel-kjak verður eisini tann
eina stevnudagin. Har verður
Eilif Samuelsen, formaður Fer
oya Lærarafelags, orðstýrari
Framhald frá síðu 5
gjørdi um Gjógvará, og sum
nógv munnu kenna. Sjálvur var
hann feddur vesturi á Mýru, og
ikki er so langt vestur til Gjógv-
ará, har hann so mangan spældi
saman við óvitunum í granna-
lagnum.
Eg lítil sæt á móðurknæ,
eg hoyrdi fyrstu ferð titt lag,
og manga stillu náttarstund
varð ruraður av tær í blund.
Og seinni eg um steinar leyp
ella við áarbakka kreyp,
bert tína rødd eg kundi skilt,
tú hevur meg við segum fylt.
O loyndarfulla stóra á,
á ferð tú altid vera má;
hvar frá? hvar til? tað eingin veit
tað var og verður aldri greitt
Nógv vatn er runnið síðan tá
alt oman eftir Gjógvará;
í áarferi vilt og strítt,
í góðum veðri teskar blitt.
Sum áin, so alt lívið er,
hjá nøkrum hóliga alt fer,
hjá ødrum bara strev og strid,
ja, Ojavnt er nú býtt við ti
Og endar so eitt ættarlið,
so tekur bara næsta við.
Og áin rennur sína gongd,
av mannahondum aldri stongd.
Vit fara at minnast Palla í
Teðuni við takksemi.
Poul Andreasen