Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-05-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 4 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NAVIGARE NECE9S9E EST 4 Dixit // NIHIL SINE LABORE, PAX VOBISCUM Tórshavnar býráð samráðast við landsstýrið um formansspurningin Hvussu skal nýggja lógin skiljast, spyr meirilutin Tórshavnar býráð samtykti á fundinum seinasta hóskveld eina tilráðing frá einum meiriluta i figgjarnevndini um at taka upp samráðingar við landsstýrið um spurningin, hvor skal vera for maður i figgjarnevnd býráðsins. Tað hevur í langa tíð verið stríð í býráðnum um henda spurning, har minnilutin hevur fort fram, at býráðið ikki gongur eftir reglunum, tí at býráðsfor- maðurin og formaðurin i figg)j arnevndini eru hver sín maður. Løgtingid samtykti í fjør eitt lógaruppskot, hareftir býráðs bygdaráðsformaðurin skal verða formaður í figgjarnevndini, men meirilutin í Tórshavnar byråd hevur hildið, at nýggja lógin í fyrsta lagi kann fara at verða galdandi fyri tað býráðið, sum verður valt í 1976, út frá tí sjón armiði, at sitandi býráð varð valt og skipað, áðrenn løgtingid gjørdi lógina Hvussu skal lógin skiljast? Tað varð drúgt orðaskifti um málið, og mesti orðadrátturin stóðst um, hvussu nýggja lógin skal skiljast. Umboðsmenn fyri minnilutan førdu fram, at by rådid i hesum føri fremur bein leidis logarbrot, ti tad ikki bein- an vegin tók nýggju reglurnar til eftirtektar og heldur ikki hevur gjørt eftir áheitanunum frá tå- sitandi landsstýrismanninum í kommunalmálum um at taka lógina til eftirtektar. Tað varð upplýst undir orðaskiftinum, at umboðsmenninir hjá minnilut- anum i figgjarnevndini á hverj- um figgjarnevndarfundi tað seinasta árið hava mótmælt mannagongdini og kravt mót- mælið ført i gerðabókina. Petur Christiansen, byråds- formaður, segði, at býráðið ikki fremur nakað lógarbrot í hesum fori, men at tað heldur er ein spurningur, hvussu nýggja lógin skal skiljast. Meirilutatilráðingin varð sam- tykt við 7 atkvødum fyri. 6 atkveður vóru ímóti. Ein tilráð- ing frá einum minniluta um at fylgja nýggju lógini, sum varð lýst av landsstýrinum 26. apríl 1974 við seinni åminningarbrøv um til býráðið 15. august 1974 og endurtikin 28. apríl 1975, varð ikki sett undir atkvødu- greiðslu. Hetta kravdi minnilut- in ført í gerðabókina. Klaksvíkingar hava fingið ill gruna um, at legtingsval verður í heyst — bæði Hákun og Finnbogi vóru í Klaksvík í seinastu viku. Tíðindi siga, at oljan fer at hækka aftur í vetur. Hetta eiga vit at taka kaldliga. Tid er peningur, verður sagt Teir arbeidsleysu munnu helst hava nógva tid Tað er satt, sum danin segði á sinni Alting stiger masse udvalg er da blevet Men en nedsat pe Oli i Åarstovu mo Í flestu plássum munnu fólk nú verða liðug at seta niður eplir. Henda dagin, vit vitjaðu í Sandvík, hittu vit hesi bæði, sum settu niður. Meðan hann leggur fløgini, breiðir hon hand- ilstødini.