mikudagur 28. mai 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 7 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin Nr. 38 — 28. mai 1975
síða 2
sosialurin telf. 11820, box 76, 3800: Tórshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Bladstjorn: Vilhelny Johannesen (ábyrgd), telf. 564 II
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Prent: Prentsmidjan å Heygsbreyt
Avreidingarbannid
HOSDAGIN I SEINASTU viku lysti Megin-
felag Utróðrarmanna avreidingarbann, sum
kom i gildi å middegi seinasta friggjadag.
SUM ØLLUM KUNNUGT er avreidingarpris-
urin á ráfiski stødugt lækkaður seinastu tíðina,
og nú trolveiðan eftir flatfiski byrjaði aftur, fall
eisini prísurin á tungu og reyðsproku munandi í
mun til tann prisin, sum givin varð seinasta
summar.
MEN LØNGU SAMA DAG sum avreiðingar-
bannið kom í gildi, varð avreiðingarprísurin á
tungu og reydsprøku hækkaður aftur við á-
vikavist 57 og 21 oyrum fyri kilo. Orsekin til
hetta sigst vera, at arbeiðsútreiðslurnar hjá
virkjunum ikki eru so stórar, sum mett varð í
fyrstu atlogu, og so tað, at fiskaselan hevur
ringt til keypara sín í Bretlandi og gjørt honum
kunnugt, at varð prísurin ikki hægri, skuldi
hann ikki rokna við at fáa nakran flatfisk úr
Feroyum í summar.
EIN TELEFONSAMRØDA til Bretlands. So
lætt er tað ella so lætt kann tað eisini vera at
fáa prísin upp, men hví í Guds garði hevur
fiskasølan ikki telefonerað til Bretlands áður?
Ella er tað soleiðis, at fiskasølan við avreiðing-
arbannum og tilikum skal kroystast til at virka
fyri hægri prisum?
VIT HAVA ÁÐUR víst á, at stórur munur er á
avreidingarprisum t.d. í Noreg og Føroyum.
Seinasta summar hevdu vit eitt dømi, sum var
frá einum føroyingi, ið hevði verið á feskfiska-
veiðu við norskum báti. Sagt varð, at norð-
menn tá fingu stívar fimm krónur fyri kilo av
longu og umleið tvær krónur og fimti fyri kilo
av brosmu, meðan prisurin í Føroyum fyri
somu fiskasløg valla var 50% av norska pris-
inum.
ANNAD DØMI ER kalvin. Her i Føroyum
hevur prísurin nú í fleiri år verið hin sami, og
tað er hann alt árið runt, nevniliga góðar seks
krónur fyri kilo. Men fleiri foroyskir fiskimenn,
sum sjálvir hava sent og senda kalva til Dan-
markar at selja, vita at siga frá, at har er prís-
urin næstan altíð tað dupulta. Og leggjast
kann aftrat, at arbeiðsútreiðslurnar av kalvan-
um frá tí hann er avreiddur og til hann verður
avskipaður, eru lítlar ella ongar.
VIT MEGU KOMA til ta nidurstødu, at ann-
adhvørt er onki høpi í sum vit selja, ella eisini
eru prísirnir settir burtur úr vón og viti. Men
tó, seinasta friggjadag kom ymiskt fram, sum
bendi á bæði.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
T. Beder í Funningi kl. 11,
altargnagur, P.M. Rasmus-
sen við Gjógv kl. 17, altar-
gangur, S.J. Joensen í Svin-
oy, altargangur, K.O. Viderø
i Fåmjin kl. 12 og i Øravik kl.
18, altargangur.
Frelsunar-
herurin
Í kveld kl. 20 fundur við Os-
kar Jonsson, brigadéri. Hós-
kveldið kl. 20 fundur í Heim-
aforbundinum.
Missiónshúsið við
Landavegin
Fundur í kveld kl. 20.
Filadelfia
Frá kl. 18 í kveld framsýning
av ungdómsarbeiðinum.
Systurmissión kl. 20. Tele-
fonandaktin svarar alt sam-
dogrið á telefon 14880.
Brúdleyp
Í dag giftast í kirkjuni í
Klaksvík Cecilia Eliasen,
ættað úr Klaksvík og Uni
Vestureið, ættaður úr Vági
Adr.: Gerðageta, Klaksvík.
va
I V 4-spæli útvarpsins leyg-
arkvøldid vórðu hesi tel drig-
in: 7, 8, 14, 38, 45. 47. 48. 50,
82, 67. 71, 77, 81, 93 og 96.
Vinningurin uppá 6.000 kr.
fór til ein vinnara úr Havn.
Eykavinningurin uppá 1.000
kr. fór til Klaksvíkar
Børge formaður
í SEV
SEV hevur fingið nýggjan
formann. Tað er Borge Pers-
son, byrådslimur í Havn,
sum tekur vid eftir Gunnar
Dahl-Olsen ur Vestmanna.
Til næstformann er valdur
Frederik Hansen.
90.000 pund
Jákup B avreiddi 90.000
pund til Kósavirkið i Klaks
vik månadagin. Teir høvdu
roynt vid Rock All.
— eg havi
lisid tad
l
sosialinum
sjálvandi!! |
Setið sparipening tygara
FØROYA SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til ; ;
i blikksmið
sanitet
hitaverk
ventilatión
W
Verdur sent
um alt
landid
Tlf. 11071 - Tórshavn
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritaði:
Navn:
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
Sosialurin
box 76, 3800 Tórshaun,