leygardagur 7. juni 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
sostalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Blaðstjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 1?
vilsur og
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar
Landið
og kommunurnar
ALLIR SKATTGJALDARAR kring landið
hava nú fingið skattarokningina, sum umfatar
alt tað, teir skulu lata viðkomandi kommunu
og ein part av ti, teir skulu lata landinum.
MEÐAN KOMMUNURNAR nærum bert
hava eina inntekukeldu, nevniliga skattin,
hevur landið fleiri inntøkukeldur so sum: skatt,
toll, innflutningsgjald og onnur gjøld. Og
meðan landið so at siga hevur svomið í peningi
seinastu árini við stórum avlopi á fíggjarlógini
hvert ár, hava nógvar av teimum sterru komm-
ununum knógvað undir tungum byrðum og illa
fingið endarnar at røkka saman, hóast skatta-
prosentið hevur verið rættiliga hogt.
NEVNDIN, SUM SITIÐ hevur og endurskoð-
að skattalóggávuna, vísti í áliti sínum á, at
gongdin seinastu árini hevur verið tann, at
landið hevur fingið lutfallsliga sterri part av
samlaðu inntekunum, meðan kommunurnar
hava fingið minni, og at partur kommununar
alsamt er minkandi í mun til landskassans part
av samlaðu inntøkunum.
SPURNINGURIN ER TÍ, um ikki ein broyt-
ing í inntekubýtinum er fyri neyðini, soleiðis at
kommunurnar fáa rættvisari part av ti, skatt-
gjaldararnir lata ti almenna. Og ein slik broyt-
ing er avgjørt fyri neydini. Tå krøvini til
kommunurnar gerast alsamt størri og størri, er
tad ju heilt Orimiligt, at inntøkan lutfallsliga
minkar.
SUM EITT DØMI kunnu vit nevna, at medan
kommunurnar bera allar útreiðslurnar av
skattaálíkningini uttan at fáa nakað endurgjald
frá landinum, sum tó eigur størsta partin av tí
álíknaða skattinum, megu kommunurnar
gjalda landskassanum fyri innkrevjing av
skatti samstundis sum allar rentur av útistand-
andi kommunuskatti eins væl og landsskatti
fara í landskassan.
ANNAÐ DØMI ER, at kommunurnar í mun til
álíknaða kommunuskattin gjalda rættiliga væl
av peningi til umsiting av landsvegum, men
hinvegin fáa kommunurnar helmingin av ben-
singjaldinum til asfaltering av kommunalum
vegum. Hetta seinasta er tó ikki meira enn
rímiligt, tá hugsað verður um, at akferðslan er
sterst á teimum kommunalu vegunum, og at
tann ekta ferðslan hevur skapt sterstu trupul-
leikaruar fyri kommunurnar.
FYRI AT RÆTTA upp á hetta órættvisa býtið
kundi tað fyribils verið ein gongd leið, at
kommunurnar sluppu undan gjaldinum til um-
sitan av landsvegum, at tær fingu alt bensin-
gjaldið, at gjaldið fyri innkrevjing av skatti
verður avtikið, og at kommunurnar fáa sín part
av rentuinntekuni.
HETTA ER Í øllum forum ein spurningur, sum
landsstýrið og løgtingid eiga at gera nakað við í
bræði.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
K.O. Viderø i Hvalba kl. 11
og i Sandvik kl. 18. Eivind
Vilhelm i Havn, altargangur,
P. Petersen i Dali, altargang-
ur, Frímann á Brúnni í Skåla-
vík, altargangur, J. Magnus-
sen í Klaksvík, altargangur.
Savnað verður inn til kirkj-
una. Martin Restorff Jacob-
sen í Vági kl. 11 og á Leiti kl.
18, og P.M. Rasmussen við
Gjógv kl. 12 og á Eiði kl. 20,
altargangur.
Adventista-
samkoman
Í dag kl. 9.30 bíbliustudium
við T. Tomasson, kl. 10.45
gudstænasta við A. Sand-
beck. Fundirnir verða hildnir
á Adventistaskúlanum við
Hoyvikstjørn.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á tlf. 12266.
Fundir i Vågi
og Porkeri
Í Í kveld kl. 20 verður fundur í
Betania, Porkeri. Evni: ung-
dómurin og summarið. Sunn-
ukveldið kl. 18 evangeliskur
fundur í Bethel, Vági og kl.
21.30 uttanfyri Betel.
Kvinnuútferð
Kongshavnar Kvinnufelag og
Sjómanskvinnuringurin i
Runavík gera útferð til
Klaksvíkar og Viðareiðis
sunnudagin.
Lítið vatn
Tað hevur verið so lítið avfall
í ár, sum teir ikki minnast í
nógv ár, og tí er ikki nógv
vatn til i brunnunum. Vårid
hevur verið serliga turt, og
nú er einki regn komið av
luftini í langa tid.
Neyta- og rossa-
sýningar
vera í Streymoyar og Vága
sýslum seinnapartin í juni.
Í Teir, sum ynskja sýningar
verða at siga frá til Royndar-
stødina, tlf. 11616 í seinasta
lagi 11. juni.
Ungdómsstevnan
hjá Kirkjuliga Missiónsfelag-
num verður í Havn frá 25. —
29. juni. Cand. theol. Johs.
Kvalheim úr Noreg verður
við sum talari.
Lidnir 18. juni
Studentspróvtekan í Hoydøl-
um er av tann 18. juni. Tann
munnliga provtøkan byrjaði
26. mai, og næmingarnir eru
nú komnir i helvt vid próv-
tøkuni. 90 næmingar eru til
studentspróvteku í ár
Nr. 41 — 7. juni 1975
Eldri fólk ella tilkomin
skúlanæmingur
Sóknast verður eftir fólki til at ansa eftir framsýningum í
Listaskálanum í summar 2 tímar um dagin.
Ringið tlf. 1 23 73
Lærlingur
Telefonverkið sóknast eftir radio/elektronik-lærlingi.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til radiodeildina,
telefon 1 24 97 ella 1 44 97.
Skrivlig umsókn má vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.
juni.
Telefonverkið
Skiparaskeið
og
kokkaskeið
byrja 5. august 1975 kl. 09.00.
Nærri við at venda sær til Klaksvíkar sjómansskúla.
Klaksvíkar Sjómansskúli
Telefon 5 6128
3870 Klaksvík
Ellis- og Avlamis-
heimið í Vágum
Eitt starv sum sjúkrahjálpari er leyst við heimið frá 1.7.1975.
Eisini verður sekt eftir einum avloysara fyri sjúkrahjálpara í
umleið 4 mánaðar (byrja 15.8.1975).
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og frásegn um fyrrver-
andi arbeiðspláss verður at stíla til stýrið og senda til heimið
áðrenn 25.6.
Ellis- og Avlamisheimið
Lýsið í sosialinum
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritaði:
Navn:
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
SOSjalurin
box 76, 3800 Tórshaun,
TO