leygardagur 7. juni 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 41 — 7. juni 1975
stubbar uttaneftir
Politiið skjeyt
við skørpum
Fimm svartir afrikanarar
doyðu og 8 vórðu særdir, tá
rhodesiskir politimenn sein-
asta sunnudag skutu við
skerpum ímóti einum uppest-
ari folkafjøld uppá 2000 fólk í
býarpartinum Highfield í
Salisbury.
Øfriðurin tók seg upp utt-
anfyri skrivstovuna hjá afrik-
anska tjóðskaparráðnum
ANC, har ráðið helt fund fyri
at viðgera eitt ultimativt
uppskot frá lam Smith for-
sætisráðharra um lutteku í tí
nógv umstriddu grundlógar-
ráðstevnuni um Rhodesia.
Hjálp til Bangladesh
Eftir avtalu millum Bangla-
desh og heimsmatveru-
skránna WFP hin 20. mai,
hevur WFP boðið stjórnini í
Dacca 56.240 tons av hveiti
til komandi ár. Avtalan er
eitt lið í teimum 71 »mat fyri
arbeidi« ætlanunum, sum
umfatar bygging av næstan
2000 km byrgingum og veit-
um við at flyta nógva mold.
Fjórða avrættingin
Seinasta hósdag upplivdi
Saigon fjórðu almennu av-
rættingina síðani stjórnar-
skiftið. Ein 21 ára gamal
hermaður var avrættaður
eftir eina styttri rættargond.
Maðurin var skotin meðan
ein hópur av Saigonbúgvum
hugdu at.
Smugla Whisky
Sponsku tollmyndugleikarnir
í Bilbao hava lagt hald á
26.400 floskur av whisky um-
borð á einum argentinskum
farmaskipi.
Rúsdrekkað, sum hevur
eitt virði uppá slakar 650.000
kr., var ikki ført í skip-
spappiirini. Farmaskipið
„Rio Queen« var komið úr
skandinaviskari havn.
EF-lán til
Onglands
Felagsmarknaðurin = jåttadi
mikudagin í seinastu viku
eitt nýtt lán til bretska kola-
námsídnaðin. Hesuferð er
lánið upp á 400 milj. kr.
Rentan er bert 9%, sum ligg-
ur væl undir vanligu EF-
rentuni.
Við hesum hevur EF latið
1,3 miljardir kr. í láni til
modernisering av bretska
kolanåmsidnadinum. Lånini
eru eisini nytt til íbúðarbygg-
ing til kolanámsarbeiðarar og
til uppvenjing av arbeiðs-
fólki.
Tito heiðraður
Jugoslavar hildu stóra veitsl-
u sunnudagin, tá forseti
teirra, Josef Tito, helt 83-ára
foðingardag. Alt landið var
annars í veitslu til tess at
minnast frælsisstridid, sum
endaði fyri 30 árum síðani.
Husak valdur til
forseta
Aðalskrivarin í tjekkoslovak-
iska kommunistaflokkinum,
Gustav Husak, var hósdagin
valdur til forseta í Tjekkos-
lovakia. Hann er eftirmaður
Ludvigs Svoboda, ið er álv-
arsliga sjúkur. Husak skal
framvegis vera aðalskrivari í
kommunistaflokki“um, verð-
ur sagt.
Guillaume fyri
rættin
Týski ríkiskanslaranjósnarin
Giinther Guillaume, hvers
avdúkan sum eysturtýskur
njósnari førdi vid sær, at
Willy Brandt legdi frå sær
sum rikiskanslari, kemur fyri
rættin 24. juni i Diisseldorf,
upplýstu týskir legreglu-
myndugleikar í seinastu
viku.
Ákæran ímóti hinum 48
ára gamla Guillaume, ið var
persónligi skrívari Brandts á
stjórnarskrivstovuni í Bonn,
ljóðar uppá landasvik og
grefligt brot á tøgnskyldu.
27
BB /
Uppskotið frá Gerald Ford forseta um at
hækka innflutningsavgjaldið á olju við einum
dollara frá 1. juni hevur fingið kaldliga mót-
tóku frå talsmonnum fyri
demokratiska
meirilutan í kongressini. Uppskotið var mett
sum inflatoriskt og ábyrgdarleyst yvirfyri
forbrúkarunum.
Stuðul til krøv Megin-
felag Útróðrarmanna
Alt ov leingi hava útróðrarmenn
verið >harmonika<. Teir hava
fingið tað, sum eftir var, tá virki
og fiskasela hava fingið alt, sum
tey vildu hava.
Men nú hevur Meginfelag Út-
róðrarmanna við landingarbanni
sínum sýnt, hvønn tydning tað
hevur at skipa seg og standa
saman. Eftir einum degi eydnað-
ist tað at avdúka, hvussu tilvild-
arlig prísásetingin hevur verið.
Undir trýsti bar tað knappliga
til hjá Føroya Fiskasølu at út-
vega hægri prís, og tað bar
knappliga til at rokna út, at út-
reiðslurnar hjá flakavirkjunum
vóru minni enn fyrst ætlað, so at
avreidingarprisurin á tungu
kundi setast upp við 56 oyrum
upp á kilo.
Í tí kreppu, sum nú so harð-
liga leikar á, er kravið í fyrstu
syftu, at landsstýrið útvegar út-
róðrarmonnum eitt rímiligt gjald
fyri strævna arbeiðið á sjónum,
so tað aftur loysir seg at fara út.
Tá letukreppan á henda hátt
er loyst, fær Meginfelag Útróðr-
armanna allan stuðul til krøv
síni um, at viðurskiftini hjá
virkjum og Fiskaselu verða
kannað til botns.
Í løtuni verður alt ov nógv
skarvað burtur av parti útróðr-
armanna. Vánaligur rakstur á
virkjunum, okursprísir fyri em-
ballasju og annað, sum neyðugt
er í rakstrinum, roknskapar-
uppstillingar frá skattaserfrød-
ingum, fraktútreiðslur, okurs-
rentur til bankar og tryggingar
og yvirhøvur tað, at selt verður
á marknaðum, sum gjalda ov
lítið fyri verur okkara.
Ikki fyrr enn Meginfelagið
hevur fingið ruddað upp í hes-
um, ið alt tekur av tí parti, sum
útróðurin eigur veruliga rættin
til, hevur Meginfelag Útróðrar-
manna meguleika at tryggja
limum sínum semilig kor og seta
politikk sín út í lívið.
Meginfelag Útróðrarmanna
eigur at fáa stuðul frá ollum
verkafelogum og politiskum fel-
øgum.
Tórshavn, 4. juni 1975
Oyggjaframi Marx-Leninistar
**xx
Brúka gávurnar
til okkurt annað
Leingi havi eg bidad eftir, at
onkur fór at taka til orða ímóti
teimum ljótu og ónæriligu, fyri
ikki at siga siðspillandi, tekn-
ingunum í Dimmu. Onkur var so
kvikur at havast at einum og
hverjum undir valstriðnum á
sinni. Hví sigur hann einki nú?
Hesar ljótu og ónæriligu tekn-
ingar, sum ferð eftir ferð koma í
sjálva Dimmu, hava tit kanska
latið eyguni aftur og látast, sum
tit ikki hava sæð tær? Illa
brúkar tú tínar gávur, tú, sum
eitur Hanus ella Janus, eg kenni
teg ikki — tíbetur — brúkar tær
gávur, tú fekk frá skaparans
hond, til okkurt annað, sum er
vakurt og kann frøa eygað, enn
til hetta ónæriliga, at dálka
hampafólk út og tað, sum er
nógvum av okkum ov heilagt.
»Ikki at háða nakran,< stend-
ur í heilagu skriftini. Ella at fara
so illa við yvirvaldi okkara.
„>Ikki er nøkur yvirvøld til uttan
frá Gudi<, Rom. 13,1.
Er hetta so ikki at spotta
ud?
Haldið uppat! Lat okkum
heldur fáa tær vekru fugla- og
landlagsmyndirnar hjá Lassa
aftur í staðin.
Ein, ið harmast
KH HK
Gildi brúkaranna
14. September viðger í odda-
grein hin 31. mei 1975 hitt so-
nevnda SMS-málið.
Her verður m.a. sagt, at tað er
skilligt, at limirnir í Keypssam-
tøkuni ikki vilja vera við »til
hetta ævintýrið, sum brúkarar-
nir í evsta lagi koma at gjalda«.
Og hvat er tað so, brúkararnir
ikki vilja gjalda? Man tað vera
lønin til Hans Mortensen? Neyv-
an er tað tað, brúkararnir hugsa
um. Keypssamtekan veit jú, at
um hon og hinir leigararnir vilja
tað, so eru dagarnir hjá Hansi
Mortensen sum stjóra í SMS
fáir. Mann tað vera byggikostn-
aðurin og óttin fyri, at hann
kann hækka uttan at brúkarar-
nir hava orð at siga í hesum?
Nei, tað kann tað sjálvsagt ikki
vera. Ti Keypssamtekan hevur
jú kannað byggiætlanina til
botns og hevur góðkent hana.
Og Keypssamtøkan veit, at
eingin hækking í byggikostnað-
inum er møgulig uttan at keyps-
samtekan játtar henni.
Mann tað so vera tað, at brúk-
ararnir ikki vilja vera við at
gjalda fyri, at atkomuvidurskift-
ini hjá samteku teirra verða so
góð, at tað verður gjørligt hjá
fleiri brúkarum at gerast daglig-
ir limir? Neyvan kann hetta vera
ævintýrið, ið hugsað verður um.
Tí brúkararnir vita væl, at sum
staðan er hjá Keypssamtekuni,
ber illa til hjá brúkara at koma
hagar at keypa við barnavogni
ella bili. Og fyri hvønn dag sum
gongur verða viðurskiftini verri
við ti ursliti, at kommunan til
fånytis leggur eitt asfaltlag å
smølu vegirnar fyri og annad
eftir.
Mann tað so vera tað, at brúk-
ararnir vilja, at samtøka teirra
skal verða jardar- og húsaeigari
og virka sum privatkapitalistur?
B
R
Ø
V
Hækkan av
almanna-
veitingum
Eg skrivaði her í blaðnum um
hetta evni tann 10. mai soleiðis:
Í mars lósu vit pensjonistar í
bloðunum, at nú komu vit at fáa
nakrar krónur meiri av rentun-
um, og at hetta skuldi galda frá
1. apríl. Sjálvandi vóru vit fegn-
ir um hetta, men hvat hendi?
Rentan kom, men eingin hækk-
ing.
Nú síggi eg í Dimmalætting
tann 29. apríl, at lógin er við-
tikin á tingi tann 24. mars at
galda frá 1. apríl.
So vil eg spyrja, hví kemur út-
betalingin ikki?
Nú er rentan aftur komin, men
framvegis eingin hækking.
Hvussu hongur alt hetta saman?
Eru eingir pengar til ella hvat?
Hevði Sosialurin ikki viljað
kannað hetta og svara okkum
pensjonistum?
Pensjonistur
Viðm.: Vit lata spurningin fara
víðari til avvarðandi myndug-
leikar.
Far Bladstj.
Le
Vilja brúkararnir, at samteka
teirra heldur skal eiga ein
bygning í Dr. Jakobsensgetu, ið
av ávum tess almenna veksur í
virði, men har umsteðurnar at
rekja áhugamál brúkaranna ger-
ast trengri og trengri? Vilja teir
heldur tað, enn at leiga eitt oki
frá kommununi at byggja og
reka eina keypssamteku, har á-
hugamálini hjá væl fleiri orúkar-
um kunnu rekjast væl?
Nei, tað kann ikki vera so, at
politikkur Keypssamtøkunnar er
hin sami sum hjå ti privata
handilsmanninum, ti so var
eingin tørvur å Keypssamtøk-
uni.
Mann tad so vera tad, at
brúkararnir bera ótta fyri, at til-
takið við handilsmiðstoð á
Trapputrødni ikki skal bera seg,
og at teir so standa eftir á ber-
um? Nei, tað kann tað jú ikki
vera, tí nevndin í keypssam-
tøkuni hevur jú eisini hugsað um
henda meguleika og hevur
tryggjað samtøkuna her.
Leigusåttmåli samtøkunnar
verdur ju tinglisin so, at um
samtøkan heldur sinar skyldur,
men SMS må halda uppat, so
heldur keypssamtøkan fram.
Vandin fyri at tiltakid ikki fer at
eydnast er helst ikki so stórur.
Til tess liggur handilsmiðsteðin
ferðsluliga ov væl fyri við Apo-
tekinum åføstum.
Tað kundi tó verið nærliggj-
andi at spurt, um meguleikarnir
fyri at gjørt handilsmidstød
brúkaranna burturav ikki júst
lógu í, at SMS — tá byggingin
var liðug — noyddist at halda
Framhald á síðu 8