Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juni 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norðurlendsk skótalega í Føroyum næsta ár Skótalið Sigmunds Brestirssonar verður 50 ár í 1976 Í samband við, at Skótalið Sig- munds Brestissonar tann 2. februar 1976 fyllir 50 ár, skipar liðið saman við Skótaliði Tóru Sigmundsdóttir fyri eini norður- lendskari skótalegu í Føroyum á sumri 1976. Skótalið Tóru Sig- mundsdóttir er gentuliðið, ið ar- beiðir saman við S.S.B., og varð tað stovnað í 1969. Ætlanin er at bjóða skótum úr Sveríki, Finnlandi, Álandi, Dan- merk, Noregi, Íslandi og Skot- landi á hesa stóru legu, sum verður ætlað at verða 500 — 600 manns til staddar. Til hesa legu er fingið eitt ser- stakliga gott og nátturuvakurt pláss við Leynavatn, men verður eitt ógvuliga stórt arbeiði neyð- ugt at leggja í fyrireikingina til leguna, og er nú farið undir hetta arbeiðið. Eitt slíkt tiltak krevur sjálv- andi ein hóp av peningi, fyri at verða veruleiki, og hevur Sankta Jerunds Gildi saman við Feroya Ríðingarfelag nú í fleiri ár fyri- skipað Leynavatnsstevnuna, har skótarnir við sínum innsatsi hava fingið yvirskotið hjá Sankta Jørunds Gildinum til gávu. Somuleiðis skipaði Sankta Jørunds gildið saman við skót- unum fyri Fastalávintsskemti á Nabbi, og fór yvirskotið til skótaleguna. Eisini hava vit fingið tilsókn um, at onnur tiltøk verða gjørd fyri at útvega hesi legu figgjar- ligan stuðul, eins og skótarnir nú í juni mánaði fara at selja lut- aseðlar til frama fyri leguna. Lutasedlasølan fer fyri tað mesta at ganga fyri seg í Havn, men eisini á Leynavatnsstevn- uni, ið verður sunnudagin 15. í hesum mánaði. Skótarnir heita tí á fólk um vinarligast at taka væl ímóti teimum, tá teir koma á dyrnar við erindum sínum, og vóna teir somuleiðis, at øll vilja visa sina vælvild fyri hesi skotalegu fyri 500—600 ungfólk. Framhald frå sidu 1 manna, Adolf Hansen, at fiska- sølan og ráfiskakeyparafelagið i brævi til landsstyri hava sagt, at um vidurskiftini hjå utr6drar- monnunum skulu tryggjast, so fer hetta figgjarliga at raka Fiskasøluna, bankarnar og landskassan meinast! Adolf Hansen segåi, at einki virki er i gongd i løtuni, og at hetta kostar samfelagnum mill- um 500.000 og 1 milj. kr. um dagin. Hann segði, at meðan ar- beiðsmannalenin nú liggur 'um 21 kr. um tíman, so er timalønin hjá útróðrarmanninum lækkað til 10 kr. Nú er tolið uppi Hevuðsreðarin á Vaglinum, Poul A. Andreasen, segði, at nú er tolið hjá útróðrarmonnunum uppi, og at teir tí henda dagin vóru komnir til Havnar. Tað lønar seg ikki at fiska longur, segði Poul A. Andreasen. Vit misunna ikki arbeiðsmonnum, handverkarum og skrivstovu- fólkum, at hesi hava fingið ein Sjómansskúlalærari Á Feroya Sjómansskúla er eitt starv sum tímalærari leyst til setan 1. august 1975. Til starvið krevst hægsti nautiski kunnleiki. Umsóknir verða at senda til Føroya Sjómansskúla í seinasta lagi 1. juli 1975. Tórshavn, 6. juni 1975 Føroya Sjómansskúli Feroya Maskinskúli Sagt verður frá, at maskinistskeið byrjar tann 11. august. Til at byrja lestur til maskinist krevst, at næmingurin hevur staðið tekniskt fyrireikingarprógv við enskum, ella javngott ella hægri prógv, og at hann hevur ella samstundis fær praktiska útbúgving í góðkendum yrki ella starvsgrein. Áhugaðir verða bidnir um at siga frá skjótast til ber, og helst áðrenn 26. juni. Skriva til Tórshavn, ella ring tlf. 13236. Føroya Maskinskúla, Feroya Maskinskúli Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum å ymiskan hått gleddu meg å 70 åra degnum. Bestu heilsur Sanna Gaard lønarbata. Umframt Adolf og Poul Adri- an røddi eisini Andrea Årting, Juul Jacobsen, Steinbjørn Jac- obsen, D.P. Danielsen og Sverri Linklett. Aftanå at rødurnar vóru hildnar, var ætlanin at orðið skuldi vera frítt, men av ti at tað fór at regna, var fundurin slitin. Sambært útvarpið í gjára- morgunin hevði Atli Dam, løg- maður, ætlað at tikið orðið. Men av ti at fundurin bleiv slitin, fekk løgmaður ikki orðið. Adolf Hansen sigur í viðtalu við Sosi- alin, at Meginfelagið í allan gjár hevði roynt at fingið Atla Dam til rødara á útróðrarfundinum á Vaglinum, men hann var ongan- tíð at hitta. — Onki tekin sást frá log- manni um, at hann vildi hava orðið. Um so var, hevði hann eisini fingið orðið, sigur Adolf Hansen. Framhald frá síðu 4 uppat, og at kommunan og keypssamtekan yvirtóku hand- ilsmiðsteðina til brúkarans burt- urav. Tað kann ikki vera óttin fyri at nýta ein slíkan kans, ið brúkararnir hugsa um. Er tað so tær ringu tíðirnar, ið brúkararnir óttast fyri at gjalda? Neyvan tað, tí brúkarin og len- takarin vita, at tað skulu teir við galdandi samfelagsskipan. Og brúkarin og løntakarin vita eis- ini, at í góðum tíðum er privat- kapitalisturin ov sterkur figgjar- liga og ov hálur, og at í ringum tíðum verður privatkapitalist- urin stuðlaður so hann kann liva enn sterkari aftur í góðu tid- unum og profitera. Og hin priv- ati handilsmaðurin firnast ikki fyri at nýta tey byggifelog, ið bíligast eru og kunnu og vilja loysa uppgávurnar. 14. September hevur valla lagt tað haft á góða loysn á á- hugamálum brúkaranna, at hon er treytað av, at åhugamålini verða loyst í so smáum stigum, at smá byggifeløg kunnu loysa uppá seg ov dýr stig. Finst bert ein megulig loysn hjá brúkaranum, meðan parts- reiðarar við studningi frá tí al- menna og kanska til stuttleika kunnu keypa skip uttanlanda, bygd á útlendskari skipasmiðju og við útlendskari figgjan? Nei, 14. September. Nevndin í Keypssamtøkuni hevur spælt kort síni heilt gott til frama fyri brúkaran, serliga tá hugsað verður um, at hon ongan stuðul hevur fingið frá teimum, ið skuldu verið fyrstir at vart á- hugamál brúkaranna. Tað er bert spell, at nevndin er so post í striðnum fyri at rekja áhugamál brúkaranna, at hon nú smokkar saman. Nevndin hevur onki at skammast um. Hon hevur barst einastandandi væl fyri at loysa truplu stødu keyps- trý á gøtuni Malan Joensen, setari: Tað er nóg mikið við tveim- um. Men onnur teirra kundi verið meira nútímans. Mortan Carlsen, skúlanæm- ingur: Tað er nóg mikið við tveimum. Men onnur er í so ringum standi, at hon er ikki til at bjóða fólki. Segdu politikkararnir sann- leikan, høvdu fólk trúð, at alt var lygn. samtekunnar, uttan at selja út av prinsippum og áhugamálum brúkaranna, og hon hevur barst uttan at fáa hjálp frá teimum limum, ið nú leggja eftir henni; teir flestu tí teir kenna ov lítið til málið, men tíverri ov nógvir av orsøkum, ið eru áhugamálum brúkaranna óviðkomandi. Urslitid verður tó helst tað, at Keypssamtøkan tekur seg burt- urúr handilsmiðsteðini. Og tað koma brúkararnir í evsta lagi at gjalda fyri. Ti samteka brúkar- anna verður nú rikin alt trengri og dýrari, og privati handils- maðurin fær tí minni og minni kapping frá keypssamtekuni. Tað er hetta, ið brúkarin altíð hevur goldið fyri, og sum hann nú eisini framyvir skal gjalda fyri. Kjartan Kristjansen Heldut tú, at tað er nóg mikið við tveimum biohallum í Havn? Jógvan Asbjern Skaale, lær- araskúlanæmingur: Eg haldi tað hevði verið nóg mikið við tveimum, um Sjónleikarhúsið í framtíðini hevði víst fleiri filmir hvert kveldið enn teir gera.