leygardagur 14. juni 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 43 — 14. jan. 1975
Um at trúgva
sosialurin telf. I 1820, box 76, 3800 Tórshavn dagbókin
Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur
Blaðstjórn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
MI{SUF opg
paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmidja Dimmalættingar
Verkfallid av
BLOKADAN AV Tórshavnar havn, sum varð
sett í verk av útróðrarmonnum seinasta leygar-
dag, varð avtikin seint mikukveldið, og fyrra-
partin hósdagin fóru landsstýrið og starvs-
nevnd Meginfelagsins undir samrådingar við ti
fyri eyga at beta um korini hjá monnum á
snellu- og linuveidi.
LONGU HOSKVØLDID varð avreiðingar-
bannið eisini avtikið. Úrslitið av samráðing-
unum var, at fyri brosmu, longu, hviting og
upsa fingu menn á snellu- og línuveiði eina
eykaviðbót upp á 16 oyru fyri kg. Hetta var ein
rættiliga góður bati, tá hugsað verður um, at
prísviðbótin til manningina verður orknað av
allari vektini, og at hesi 16 oyruni sostatt hava
sama týdning sum ein príshækking upp á 32
oyru. Fyri somu fiskasløg fingu bátar á snellu-
og línuveiði ein studning upp á 8 oyru fyri kg.
TAÐ ER EISINI at fegnast um, at partarnir
eru samdir í tí at finna nýggjar marknaðir,
nýggjar søluhættir, og at fáa eina broyting í
fiskasøluvidurskiftini sum heild. Nevnt hevur
verið, at landsstýrið meguliga skal veðhalda
fyri og stuðla einum nýggjum fiskasølutiltaki,
sum útróðrarmenn sjálvir seta á stovn, um
haldgott grundarlag er fyri hesum. Vit halda
tó, at betri hevði verið, um tað hevði eydnast
fiskimonnum og ti almenna at bana sær veg inn
i ta verandi fiskasøluna og fingið ávirkan har.
TAÐ ER AT VØNA, at tað, sum nú er vunnið
við heildarloysnini og við semjuni hósdagin,
ikki verður ein koddi hjá útróðrarfelogunum og
myndugleikunum at sova á, men hetta verður
1
fyribils loysn í eini krepputid, og
sum eim
útróðrarfelogini og myndugleikarnir nú
} Oarli ryri at rInna VvVeruilga varand
Eitt lið í hesum má vera tað, sum vit
11
vistu á mikudagin, at ein gjøllig kanning
Gollum llakavirkjum, Sol 10is il
EIN ANNAR SPURNINGUR, ið átti at verið
tikin við, nú útróðurin er til umreðu, er agn-
spurninguri Í hesum spurningi hava menn
leingi verið ónegdir — bæði við gødskuna og
prísin. Um somu tíð, sum føroysk kraftblokka-
skip hava selt feskan makrel í donskum
havnum fyri minni enn 1 kr. kg., hava polsk
skip lagt gamlan makrel upp í Feroyum, ið
hevur verið seldur út til agn fyri millum 2 og 3
kr. kg. Tað hevði verið meira natúrligt, um vit
veiddu sild og makrel til agn. Gødskan
ry omnirin
sjálv Ir
hevði verið betri og prisurin lægri
UTRODRARVERKFALLID ER nú av, og
tað, sum monnum og bátum fyrst og av øllum
På ; % Få 4 x x nv
LOYTVál er gooan 288 |} LAU rour okkara
ie
%
Gudstænastur
Sunnudagin prædika: P. M.
Rasmussen á Norðskála kl.
11 og í Funningi kl. 17, K.
O. Viderø á Tvøroyri, altar-
gangur, T. Beder i Elduvik,
altargangur, J. Magnussen
i Mikladali, og Martin R.
Jacobsen i Sumba kl. 12 og i
Porkeri kl. 18.
Silvurbrådleyp
Tysdagin 17. juni kunnu
hjúnini Johannes og Sofia
Jacobsen, Grønlandsvegur 19
halda silvurbrúdleyp. Adr.:
Hotel Feroyar.
Brúdleyp
Í dag giftast í Hals' kirkju
Mia Asp Poulsen, Hals, og
Jens Mohr Nielsen, Vágur.
Adr.: Ane Viffersvej 8, Hals.
Í dag giftast í Társ kirkju
pleyirska Eyðbjorg Petersen,
Runavík, og fabrikantur Poul
Erik Jensen, Øster Brønders-
lev. Adr.: Hotel Tårs, 9830,
Tårs, Danmark.
Adventistsamkoman
I dag kl. 9 bibliustudium v.
E. Berg. Kl. 10.45 gudstæn-
asta vid A. Sandbeck. fund-
irnir verða hildnir á Adven-
tistaskúlanum við Hoyviks-
tjørn.
Filadelfia
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid å telf. 14880.
Evangeliihusid
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid å telf. 12266.
Kvinnufelagið
hildin morgin við
kappróðri og ødrum ítrótti.
Strikad
Pf. Tyril i Gøtu og Pf
Eydnan i Vestmanna eru
strikad í partafelagsskråset-
ingini.
Nyggjur
kommandittistur
Í nevndini hjá firma Komm
andittfelagi frá 10-—2
970, Hvannasund, er Leivur
i Bud, Hvannasund, gingin
og Heini i Bud, Hvanna-
komin inn i stadir
skålafjardarstevnan |
å frødingagudin
Fólk hava vanliga hug at vita
sannleikan. Gerst tad torført at
finna sannleikan, so framleidir
man hann sjålvur. Ella ber tad
til at keypa sannleikar frå
onkrum ødrum, seljarin må hava
frødingakort og keyparin, ja,
hann skal ju selja vidari, lika
mikid hvat tad er, sum hann
selur, verdur tad keypt, so er tad
gott. Fólkið ræður.
Í Føroyum er óvitið sum
átrúnaður við at boyggja seg
sum aksið á grænu og reyðu
markini, sin skuldi trúð at —
sum aðrastaðni — vitið fór at
blóma inn ímillum drepandi
ógresið. Men vit hava nústaðni
fingið nýggjan mystikk í staðin
fyri tann gamla. Gomul foroysk
heimaráð eru avloyst av nýggj-
um føroyskum heimaráðum.
Vitið stendur í stað, meðan
heimurin broytist. Hetta er ikki
einans galdandi fyri Hoydalar.
Fyri stuttum høvdu ungdóm-
ar í Havn høvi at hitta okkara
einasta »sålarfrøding« Eyðun
Joensen. Sjálvur gjerdist eg
rordur í sálini, tá eg hoyrdi hetta
nýggja fyribrigdið »sålarfrødi«.
Nú varð átrúnarliga fyribrygd-
ið >sálin< endiliga skrytt við eini
»frødi«. Ein »frødi« um sálina.
Fyri mær ljóðar tað undarligt.
Eitt átrúnarligt hugtak, »sål«
verður fest í eina »frødi«. Vis-
indin og átrúnaðurin taka lógva-
tak: hurrá fyri serferoysku
syntesuni! Er tað átrúnaðurin,
sum hevur neyðtikið vísindina,
ella er tað ovugt? Tíverri er tað
sálin, sum hevur dripið frød-
ina og ikki frødin, sum hevur
hertikið sálina. Átrúnaðurin
hevur ikki mist fótafestið, nú er
hann bara blivin matematiskur:
Hjá 35—40% sum nýta nark-
otisk evni, eru foreldrini >sinnis-
sjúka, sigur sálarmaðurin. Lat
meg nú spyrja sálina hjá honum:
1. Hvor hevur fingist við hesa
kanning og nær og hvussu og
hvat?
2. Hvat skilst við hugtak-
inum — »sinnissjuk«, hverjar
kategoriir og hverji persónlig
atburðarmynstur vil sålarmad-
urin prenta á sálina hjá hesum
sálum?
3. Hevur sálarmaðurin vissu
fyri at ikki aðrar »visindaligar«
royndir eru gjørdar, sum prógva
tað ovugta av ti, sum sålar-
maðurin hevur lisið?
Sjálvur lesi eg psykologi, ikki
sålarfrødi, men eg hómi tann
svarta glotta, at tað verður
»frødinga«-autoriteturin, sum
fer at avloysa »sålallallala«-
autoritetin vid at oysa folk undir
i líka stórum fordómum, stempl-
um, lygnum, tvætli, hugadrasli
og ódokumenteraðum óviti, sum
fer at avloysa átrúnaðin við
»serfrødi«. Eg vil ávara ung-
fólk móti at trúgva blint upp á
blindar serfrødingar. Lygnirnar
gerast ikki sannleiki av tí at tær
gerast >cand. lygn<.
Gerist kritisk!
Kári Petersen
foroyskum tógvi.
fingið loyvi til tess.
Umsókn um slík loyvi fyri tíðina frá 1. juli til 13. november
1975 eiga skjótast gjørligt og í seinasta lagi 23. juni 1975 at
verða send skrivliga til Fiskivinnustovuna, Tinganes, Tórs-
havn. Limir í Foroya reiðarafelag kunnu senda umsóknina til
reiðarafelagið.
Umsóknin skal upplýsa navn, skrásetingarnummar, brutto-
registartonsatal og longd á ti einstaka skipinum. Harnæst
skal upplysast veiðuháttur (lína ella snellå .
Harafturat skal saman við umsóknini verða send uppgáva
yvir veiðuna við Ísland fyri hvort skipið sær, hvønn mánaða
sær
Fiskiskapur uttan loyvi innan fyri 50 fjórðingar ber í sær, at
skipini kunnu verða tikin, sektað og frátikin loyvi til at veiða
innan fyri 50 fjórðingar
— ES
Spinnid i Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll sløg av
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen
Lysing
LÍNU OG SNØRIS (SNELLU) VEIÐU
UNDIR ÍSLANDI
Sambært sáttmála frå 2% 2—1975 millum ríkisstjórn Islands
og Foroya landsstýri, er línu- og snerisveiða innan fyri 50
fjórðinga fiskimarkið við Ísland einans loyvd skipum, ið hava
tlf. 20 í Gotu
Tórshavn, 12. juni 1975
Føroya landsstýri
MI
|
| —— er