mikudagur 18. juni 1975síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
90 næmingar til studentsprovtøku. 86 fáa prógv í dag
frælsi
Nr.44 — Mikudagin 18. juni 1975 — 48. árgangur — Leysasøla 1,50 kr.
I oddagrein bladsins i dag,
sum kallast Aftaná, verður
skrivað:
— Tað var avgjørt skeivt
av Meginfelag Útróðrar-
manna at lýsa avreiðingar-
bannið, áðrenn nýggju prís-
irnir vórðu settir. Og tað var
ógjerligt hjá landsstýrinum
'at viðgera hendan spurning,
áðrenn tað hevði fingið kunn-
leika til prísirnar, sum
nevndin fyri råfiskaprisin
skuldi áseta. Hesir nýggju
prísir skuldu sjálvandi verða
grundarlagið undir einari
meguligari viðgerð og annars
avgerandi fyri, um spurn-
ingurin skuldi viðgerast av |
nýggjum, eftir at tingið av-
greiddi málið í fjør.
SÍÐA 2
Lesi-
umsteðurnar
versnaðar
Meginfelag Feroyskra Stu-
denta hevur sent út eina
frágreiðing um umsteðurnar
hjá lesandi í Danmark. Í
frágreiðingini verður m.a.
sagt, at tey nógvu, sum eru
undir útbúgving, eru ónegd |
við studningsmeguleikarnar,
ið hin einstaki kann fáa. SU
læt í mesta lagi 12.000 kr.
seinasta ár. Av hesum 12.000
kr. er helvtin studningur og
helvtin rentufrítt lán.
SÍÐA 3
Er blindur og
vil vera blað-
maður
29 ára gamli Ole Gibskov
Sørensen er fyrsti blindi
danin, sum er farin undir
blaðmannaútbúgving.
SÍÐA 5
javnadur
brødralag
15 og 17 ára gamlir
unglingar tóku penga-
skáp, sum innihelt 14
tús. kr. umframt týdn-
ingarmikil virdisskjøl
Politiið fann pengaskåpid aftan
fyri Sjónleikarhúsið, sum tveir
unglingar hevdu tikið úr handl-
inum hjá Hans Joensen seinasta
sunnumorgun
Tær 14 tús krónurnar, sum
stolnar vórðu úr handlinum hjá
firma Hans Joensen við Niels
Finsensgøtu i Havn, eru ikki
aftur funnar enn, seinast vit
frættu av politisteðini.
Um trý/fýra tíðina seinasta
sunnumorgun var innbrot í
klædnabúðini hjá Hans Joensen.
Tjóvarnir komu inn igjøgnum
eina hurð, sum vendir út móti
Ebenezer. Á skrivstovuni tóku
teir eitt pengaskáp og tveittu
tað út igjøgnum ein glugga
framman fyri handilin hjá
Thomas Dam. Tjóvarnir bóru so
skápið niðan eftir Niels Finsens-
gøtu. Eina løtu seinni møttu teir
einum 17—18 ára gomlum
dreingi, sum hjálpti teimum at
bróta skápið upp. Í skápinum
lógu umleið 14 tús. kr. í reiðum
peningi umframt ein hópur av
sera virðismiklum skjølum. Báð-
ir tjóvarnir og drongurin, sum
hjálpti teimum at bróta skápið
upp, eru handtiknir. Politiið
fann fyrr í vikuni stolna penga-
skápið, sum lá goymt aftan fyri
Sjónleikarhúsið. Allur pening-
urin var horvin, og nekur av
virdisskjølunum vóru brend.
Politiið vil fegin koma á tal við
eina gentu, sum hevði eitt vist
samband við dreingin, sum
hjálpti til at bróta skápið upp.
Politiið upplýsir, at gentan
ongan sum helst lut hevur í inn-
brotinum. Teir báðir tjóvarnir
eru åvikavist 15 og 17 ára
gamlir. Í fyrstani helt politiið, at
tjóvarnir høvdu flutt penga-
skápið burtur í bili, men so var
ikki. Teir høvdu borið skápið
burtur. Teir handtiknu skuldu
væntandi avhoyrast við grund-
lógarforhoyr í rættinum í gjár.
Í seinastu viku vóru nekur
innbrot. Brotið varð inn í handl-
arnar hjá Kragesteen og Kissa.
Eisini hevur innbrot verið í
Perluni. Her var nakað av
sigarettum og kontantum pen-
ingi tikin.
A—T—TTAÆ—Æ—n————
Føroyskur kommunista -
flokkur stovnaður
Leygardagin varð stovnaður
foroyskur kommunistaflokkur
undir heitinum Feroya Komm-
unistiski Flokkur. Á fundinum
varð vald ein fyribils trímanna
aðalstjórn. Í henni sita Egon
Thomsen, Tveroyri, formaður,
Ragnar Magnussen, Argir, og
Tórður Jóansson, Tórshavn.
Í endamálsgreinini stendur, at
flokkurin vil arbeiða fyri at av-
taka kapitalismuna og seta á
stovn sosialistiskt samfelag i
Feroyum.
Egin hús er treytin fyri
at felagið kann yvirliva
z
— segði Kári Thorsteinsson, formaður i
Skansastovu, á aðalfundi felagsins í seinastu
viku.
— Tað er við stórari gleði, at vit nú kunna
halda okkara aðalfund undir nýggjari og
rúmligari lon, segði Kári Thorsteinsson á
aðalfundinum í Ungmannafelagnum Skansa-
stovu í síðstu viku. Hetta er úrslit av tí
arbeiði, nevndin í felagnum setti sær fyri at
fáa framt, fyri at felagnum kundi verða lív
lagað fram í tíðina.
Kári greiddi frá, at síðan felagið varð
stovnað á heysti 1973 høvdu teir roynt at
fingið bøtt um hølisvidurskiftini. Nevndin í
felagnum hevði fleiri fundir við býráðið,
mentunarnevndina og sjálvan býráðsfor-
mannin, ið alla tíðina hevði sýnt vælvilja.
Skansastova ynskti frá fyrstantíð av at fáa
eitt grundøki og byggja eini ungdómshús, so
felagið kundi halda fram við ungdómsarbeið-
inum. Helið, sum felagið hevði Yviri við
Strond, var ónýtiligt, so húsaspurningurin
mátti loysast sum skjótast.
Eftir drúgva tíð samdist Tórshavnar Býráð í
januar at lata Skansastovu gomlu býráðs-
húsini. Men áðrenn ungdómsfelagið kundi
flyta inn, skuldi býráðsumsitingin flyta.
Endiliga í mei opnaði Skansastova húsini
fyri ungdóminum. Nevndin hevði áðrenn lagt
eina fasta skrá, soleiðis at arbeiðið kundi
byrja beinanvegin. Síðan hevur verið opið
hús tyskvøld og hóskveld og ungfólk hevur
vitjað. Eisini hevur felagið hildið ein sokall-
aðan mánaðarfund undir heitinum »Ung-
dómur og narkotika«. Í panelinum sótu fólk
við serkunnleika, lækni, psykologur, sosial-
ráðgevi, løgreglumaður og ein skúlakvinna.
Hesin fundurin var sera væl eydnaður.
— Okkara vón má verða, at ungdómurin
tekur væl undir, eins og hann hevur gjørt, við
Framhald á síðu 8