mikudagur 18. juni 1975síða 8
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Frá pisufundinum í Viðarlundini í fjør
86 næmingar fáa
studentsprógv í dag
Hetta er størsta tal av
studentum higartil. Pisufundur í
Viðarlundini í annaðkveld
Í dag er próvtekan á Føroya
Studentaskúla lokin. 86 hava
staðið royndina. Hetta er størsta
talið av studentum higartil. Av
teimum 86 eru 47 nýmálsligir.
Undir hesar koma eisini máls-
ligir-samfelagsligir. Matema-
tikkararnir eru 39. Hesir býta
seg í triggjar bólkar, mate-
matiskt-fysiskar, -nátúrfreðilig-
ar og -samfelagsligar.
Teir 12, ið noktaðu at lata
uppgávur sínar týða til danskt,
fáa ikki prógv, men eitt skriv við
karakterunum.
Pisufundurin verður hildin í
Vidarlundini í morgin, hosdag,
klokkan 18. Sigvald Kristian-
sen, lækni, skal halda pisu-
røduna.
NANNA
Ikki á hálvum gekki
Bergholini millum Tvøroyri og Hvalba og
Hvalba og Sandvík hava knýtt bygdirnar í
Suðuroynni væl saman, og síðani tey komu,
eru fleiri hvalbingar og sandvíkingar farnir at
arbeiða á Tvøroyri. Myndin sýnir berghols-
munnan í Hvalba. Holið til høgru inn í fjallið
er ikki nakað berghol, sum er steðgað á
hálvum gekki, men varð brúkt til at goyma
amboð í, tá bergholsgerðin fór fram.
ANVUNNNNNNENNNNNNNNNNANNNNANNENNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNE NEEDS
NANNA
Verkfallið av
Hvor hevur vunnið, og hver
hevur tapt? Tað dugi eg ikki at
svara uppá. Tað man tíðin fara
at vísa.
Onkur hevur spurt meg, hví
allir útróðrarmenn komu til
Havnar við bátum sínum. Har
til kann gevast eitt greitt svar.
Tað er ti, at mest alt verður tikið
frá teimum ella í hvussu er so
nógv, at teir ongan meguleika
hava at klára sínar skyldur í
samfelagnum. Teir eru ikki
komnir at biðja um nakað. Bert
at ansa eftir.
Eg skal gera eitt líknilsi.
Bátur kemur aftur av dyrg-
ing, kastar síðani seiðin upp, og
manningin fer til hús. Tá koma
likkurnar og draga alt heim í
likkureiðrið, har eta tær og
skurðarnir so nógv, sum gongur
í, og nú eru skurðarnir blivnir so
stórir og krevja so nógv. Ti er
lítið eftir til bátar og manning,
at tað mangan ikki er at kóka.
Likkurnar eru legtings- og
landsstýrismenn. Reiðrið er
landskassin, og skurðarnir er
lonarlagið uppi á landi, sum eftir
hondini er blivið so stórt og
átufrekt, at vinnulívið illa kann
skaffa teimum nokk. Tíverri,
okkara landsstjórn kennir ikki
sína vitjunartíð og vil ásanna
síni brek, sum á ein hátt er væl
skiljandi. Tit hava havt eitt
stórt arbeiði við at gera eina
heildarloysn, sum skuldi verða
tykkara sveinastykki, men sum
skuldi roynast so illa. Og tað er
tykkum ein beiskur biti at
svølgja. Men sum tit sjálvir
síggja, so hjálpir eingin loysn
fyrr enn tit seta skurðarnar upp
á diét. Roynið tað, tí tað verður
ivaleyst neyðugt. Tí fiskast má,
um livast skal, og so má tað
eisini loysa seg. Annars verður
tað ikki gott fyri hetta góða
samfelag, sum tit eru so eymir
um.
Tað var gott og gleðiligt, at
útróðrarmenn mettu so fjøl-
mentir. Tað er eitt tekin uppá, at
teir eru misnøgdir við sin part.
Hetta eiga tit at taka til
eftirtektar og handla út frá ti.
Tað er eitt, sum eg eri bangin
um, og tað er, at sambandið fer
at kóka súpan av beinunum,
sum sleðast eftir aftan á verk-
fallið. Tað má ikki henda, tí so
koma vit úr øskuni i eldin.
Nólsoy 15. juni
Juul Jacobsen
NE
Framhald frå sidu 1
hesum tiltaki, soleidis at vit um ikki ov langa
tíð kunna fara undir at fáa okkara egna hús,
sum má vera ein treyt fyri, at vit yvirhøvur
kunna yvirliva í framtíðini, segði Kári Thor-
steinsson. Men tað er í núverandi húsum, at
vit skulu vísa okkara sanna vilja og áræði at
gera nakað veruligt ungdómsarbeiði, heildini
at gagni, fyri at vit skulu hava nakran sum
helst møguleika at koma undir okkara egnu
lon nakrantíð.
Við nevndarvalið komu í nevndina: Kári
Thorsteinsson, Thorgerð Klein, sum bæði
hava sitið í nevndini, síðan felagið varð
stovnað. Nývald vórðu Eiler Johannesen,
Magni Arge og Jan Sgrensen.
Í summarfrítíðini liggur arbeiðið stillt, men
farið verður til verka aftur til heys tar.
Í Stuttligt er at siggja, hvussu
stóran ómak Dimmalætting
og Fiskasølan gera sær fyri at
prógva, at verurnar eru Odyr-
ari í kommunistalondunum.
t.d. Póllandi.
O —
Finnbogi: Tu Atli, eg ætladi
mær ein túr til Klaksvíkar í
morgin. Kann eg ikki sleppa
at broyta ferðaætlanina hjá
Pride, so hon hóskar til min?
Atli: Jú, góði, broyt tú
bara og heilsa Tummas og sig
honum, at um hann skal til
Suðuroyar, so kann hann
sleppa at læna Smyril. Og um
hann hevur maskinskaða, so
kann hann læna Dúgvuna,
ella keypa ein Mols aftrat!
0 —
Tað var onkur, sum segði
at okkurt var galið, tá Niels
Juel var í Íslandi undir
krignum. Og min sann, um
ikki okkurt var galið aftur
nú. Hesaferð kanska ikki so
álvarsliga, hóast Jógvan
onga song fekk at sova í .
Lesið sosialin!
Haldið sosialin!
Keypið sosialin!
NS
Leynastevnan gav 34.000 brutto
Stevnan gekk væl i allar måtar, siga fyrireikararnir
Heili 1400 vaksin folk vitjadu
stevnuna vid Leynavatn sunnu-
dagin. Hetta er sætta stevnan,
sum Santa Jørunds Gildi og
Føroya Ríðingafelag skipaðu
fyri.
Av peningi komu inn 34.000
brutto í móti 21.000 i fjør. Hann
verður býttur millum gulu skót-
arnar og ríðingafelagið.
Í ár varð stevnan skipað til
frama fyri skótarnar, Skótalið
Sigmunds Brestisson og S! óta-
lið Tóra Sigmundardóttir, ið
skipa fyri eini norrenari skóta
legu næsta summar í samband
við fimti ára dagin hjá Skótaliði
sigmunds Brestissonar.
Kappríðingin
29 ross luttóku í kappríðingini á
stevnuni við Leynavatn. Vinn-
ararnir í teimum trimum bólk
unum vóru hesir:
Ung
Kambur, ríðari Uni Mohr, eig-
ari Jákup A. Mohr, Tórshavn
Tid 19,5 sek.
2. flokkur, vaksin
Beinta, ridari og eigari Sverri
Seyer Hansen, Tórshavn, tið
21,7 sek
I. flokkur, vaksin
Pegasus, ríðari Anfinn Rein-
ert, eigari Otto Reinert, Tórs
havn, tíð 19,5 sek