mikudagur 2. juli 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 2. juli 1975
sosialurin
676 fólk handtikin í India
Indira Gandhi hevur svarað álopið frá
méotstødumonnum sínum við at seta 676 leiðandi
andstødupolitikkarar fastar
Við eini ávaring til indisku
tjóðina um eina umfatandi
samansverjing til tess at skapa
split í landinum setti indiski
forsætisráðharrin Indira Gandhi
í verk undantaksstødu at galda
frá seinasta hósdegi og tveir
mánaðir framyvir. Politiið legði
uppi móti teimum, sum verða
hildin at vera við í samansverj-
ingini, og ein stjórnartalsmaður
segði, at 676 fólk eru handtikin.
Alt telegraf- og telefonsamband
við útheimin varð steðgað, og
settur er í verk pressusensurur.
Samansvørjing
Indira Gandhi, hvørs politiska
framtíð er ótrygg orsakað av
dóminum fyri korruptión við
seinasta tjóðartingsval, greiddi
í eini landsumfatandi útvarps-
reðu seinasta hósdag frá fyri-
treytunum fyri at fáa trygg
viðurskifti í landinum.
Hon skuldsetti andstøduna
fyri samansvørjing vid ti fyri
eyga at oydileggja folkarædi og
royna at skunda undir upp-
reistur innan herin og politiið.
Indira Gandhi heitti á vápna-
megina, um at styðja stjórnina.
Millum teirra sum eru hand-
tikin er fyrrverandi figgjarmála-
ráðharrin Moraji Desai, Sosial-
istaleiðarin Jajaprakash Narai,
leiðararnir av teimum flestu
andstøduflokkunum og fleiri
innan kongressflokkin hjá
Indiru Gandhi.
Farið var undir at seta fólk
føst eftir ein stórfund í New
Delhi, har ein samd andsteða
kravdi, at Indira Gandhi legði
frá sær alt fyri eitt.
Vaksandi krøv
Indira Gandhi hevur seinastu
vikurnar fingið fleiri krøv frå
fólki um at leggja frá sær, eftir
at landsrætturin í landspartin-
um Uttar Pradesh hevði funnið
hana seka í at hava framt val-
svik í samband við valstríðið
undan tjóðartingsvalinum í
1971. Hon varð samstundis
demd at missa rættin til almenn
embæti í seks ár.
Indira Gandhi skotið
dómin inn fyri hægsta rætt og
hevur rætturin í einum fyribils
hevur
,
Indira Gandhi verdur væl fagnad av vidhaldsmonnum sinum
úrskurði tíkið undir vid lands-
rættinum.
Hægsti rættur gav henni tó
loyvi til at virka sum forsætis-
ráðharri og hava sítt parla-
mentsmandat uttan atkvødu-
rætt, inntil endaligi dómurin
verður kunngjørdur — helst
einaferð í hesum mánaði.
Í útvarpsreðu sini seinasta
hósdag segði hon skuldseting-
arnar um korruptión vera falsk-
ar. Hon boðaði frá, at hon sum
persónur heyði ongan týdning í
hesum máli, men at tað galt um
at verja forsætisrådharraembæt-
ið.
I Helsingfors boðaði komm
unistiska friðarráðsstevnan frá,
at hendingarnar í India mugu
síggjast við »bardaga imperial-
ismunar og neokolonialismunar
móti friðarpolitikki í India« fyri
eygað.
Aðalskrivarin í Indisku sendi-
Romesh Chandra,
skuldsetti = pressufundin hjá
amerikanska loynipolitinum
CIA fyri at toga í træðrirnar og
fyrireika eitt »høgravent pro-
imperialistiskt« statskvett móti
Indiru Gandhi.
nevndini,
Feroya Kriggstrygging
Føroya Sjóvátrygging
trygging.
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Brunatrygging .......
Føroya Vanlukkutrygging ....
Vit tryggja
Bátar, skip, verur, hus, innbugv, akfør o. a.
Føroyingar eiga at tryggja í landsins egnu
„TIf. 14590
— 14590
— 11098
— 11466
stubbar uttaneftir
Chili letur politiskar
fangar leysar
Stjórnin í Chili er sinnað at
lata politiskar fangar leysar,
og geva hesum farloyvi til
USA, upplýsti uttanríkisráð
harrin hjá hernaðarstýrinum
Patricio Carvajal seinasta
hósdag.
USA beyð sær í næstsein-
astu viku at taka ímóti polit
iskum fangum og flóttafólki,
sum fyribils hava sett seg
niður í Peru.
Ósemja
um orkupolitikk
Tad eydnaðist ikki EF ráð
harrastovninum at semjast
um ein felags orkupolitikk
hjá limalondunum. Tingingar
vóru í Luxembourg seinasta
hósdag og snúðu seg um
prinsippini fyri ein
orkupolitikk og figgjan av
teimum tydningarmestu iløg-
unum i nyggjar orkukeldur
Ongland nytti sytingarrætt
sin vid teirri grundgeving, at
EF skal ikki blanda seg upp i
bretsku oljuleitingarnar í
Norðsjónum Tingingarnar
skulu takast upp aftur ein:
ferð í næstum.
felags
Stridsflogfør
til Uganda
Eftir boðum frå Idi Amin,
forseta, hevur Libia jåttad
nøkur stridsflogfør til Ugan
da. Hetta stendur i samband
vid eini hottandi bretskari
innrås i Uganda
Ugandiska utvarpid bodadi
seinasta hósdag frå, at hin
fongslaði Dennis Hills er
bretskur njósnari
USA fer
møguliga at nýta
kjarnorkubumbu
Amerikanski forsetin Gerald
Ford boðaði á einum blað
mannafundi í hvitu húsunum
frá, at USA meguliga fer at
nýta kjarnorkuvápn, um so
er, at Norður-Korea ger inn
rás í Suðurkorea
blað
mannafundurin var hildin
var ein atombumba sprongd í
Nevada oyðimerkini. Bumb
an var 50 ferðir sterkari enn
Um somu tid, tá
varð tveitt yvir
RKystingarnar
tann, ið
Hiroshima
kundu merkjast í Las Vegas
200 km burturi
USA leggur
trýst á ST
USA er í ferð við at åvara ST
sendinevndirnar hjá
londum um, at USA beinan
vegin fer at steðga hjálpina
til ST um so er, at Ísrael
verður koyrt burtur úr felags
skapinum. USA ber ótta fyri
at komandi aðalfundur ST
fer at
londunum meiriluta fyri ein-
geva hernadarlima
um møguligum uppskoti um
at koyra Israel burtur ur ST
Svøriki onga
olju úr Noregi
Svøriki kann ikki fáa norskar
farið
x
tjordsteitet er
framle10siu
reglulige
hendir í fyrsta lagi 78
upplýsti norski stjórnarskr
MI
1Uii€r 1 Selmastu
arin, O.C
iku
110 fólk doyðu —
kundu verið bjargað
sun doyðu
fólkunum
flogvanlukkuni New }
stovninum New
Michael Baden, doktari
datt niður
flogfarið
fleiri av ferðafólkunun
fram í kabinuna, og fleir
teirra fingu kraniubrot
Hann tók meirilutan frá Wilson
p
Bretski forsætisrådharrin Harold Wilson hevur mist
-
meiri
lutan í parlamentinum, eftir at teir konservativu vunnu eitt
umval í valdóminum Woolwich í London. Hin 30 ára gamli
Peter Bottomley (á myndini saman við konu síni úr Virginia)
fekk 2.382 atkveður fleiri, enn mótvalevnið hjá Arbeiðara-
flokkinum.
Í veruleikanum hevur Wilson
eina atkveðu í
meiriluta, men henda liggur í hondini hjá flóttamanninum
John Stonehouse, sum situr fastur í Australia
Síða 5