mikudagur 2. juli 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 48 — 2. juli 1975
sosialurin
Síða 7
Livikor og trupulleikar í Grønlandi
Ein kanning, sum danska Socialforskningsinsti-
tuttet hevur gjørt, vísir, at grundinar til teir sosi-
alu trupulleikarnar í Grønlandi eru í nógvum
fórum tær somum sum í Vestureuropeisku
ídnaðarlondunum. Kanningin er gjørd fyri at finna
út av livikorunum og teimum sosialu trupul-
leikunum í Grønlandi. Grønlandsmålarådharra-
stovan heitti í 1970 á »Socialforskningsinstitut-
tet« um kanna spurningin.
Í hálvtrýssunum og trýssunum
fór ein stór útbyggjan fram á
nógvum økjum. Skúlar, sjúkra-
hús og fiskiidnaðarverksmiðjur
vórðu bygdar, og fiskiflotin út-
bygdur. Hendan útbyggingin
ekti munandi um sosialu og
økonomisku vælferðina hjá fólk-
inum.
Við vælferðini komu nógvir og
stórir trupulleikar — stórt rús-
drekka misbrúk, ein vaksandi
kriminalitetur, samstundis sum
talið á kynssjúkum vaks øgi-
ligt.
Orsøkin til hesar trupulleik-
arnar, sum eru kendir frá flestu
útviklingslondunum, koma und-
ir hugtakið >„kulturchock<.
Trupulleikar, sum koma fram í
londum og hjá fólkaslegum, ið
eru í javnvág, men har knapp-
liga livihátturin verður broyttur.
So nógv broytist, at gamlar
traditiónir og lógir missa virði,
uttan at nakað nýtt verður sett í
staðin.
Grenlandsmálaráðið vildi hava
sligið fast, um tað var partur av
tí forda politikkinum, sum hevði
verið við til at bróta niður sam-
felagið. Og um útbyggingin
kundi broytast soleiðis, at
trupulleikarnir minkaðu í fram-
tíðini.
Kanningin varð gjørt við
einum repræsentativum parti av
grønlendska fólkinum. Hon fór
fram í Vesturgrenlandi — frá
Hvarvinum til Diskovíkina —
har 85% av grønlendska fólk-
inum býr. 609 persónar luttóku
í kappingini. Bert grønlendingar
og danskarar, sum í minsta lagi
hevdu verið í Grenlandi í 5 ár,
luttóku.
Kanningin gjerdist ógvuliga
vittfevnandi. Ikki minst tá
kanningin eisini ynskti kunn-
leika til ta kulturellu støduna hjá
teimum spurdu — hvussu tey
kundu lagað seg til samfel-
agið, sum roynt verður at
byggja upp í Grenlandi.
Hvussu vittfevnandi kann-
ingin er, visa teir 20 spurn-
ingarnir:
Støddin av håskinum, hvussu
håski er sett saman. Ibudar-
viðurskifti. Uppvakstrarkor.
Skúlagongd og útbúgving.
Vinnuligt arbeiði, viðurskiftini á
arbeiðsplássinum. Málkunnleiki
og týdningurin fyri arbeiði
vinnuliga. = Figgjarvidurskifti.
Grannaviðurskifti. Áskoðan á
skúlan. Vidurskifti við egnu
børn. Ynskir um støddina hjá
familjuni. Luttøka í sosialum
aktivitetum. Kunnleiki og steða
til útvarp og bleð. Sosialar
Trupulleikar (konfliktir). Trup-
ulleikar í familjuni. Støda til rús-
drekka. Nerva-trupulleikar.
Áskoðan á støduna Danmark —
Grønland. Áskoðan á fødistad-
kriteriið. Frítíðaraktivitetur.
Tá kanningin er so vittfevn-
andi, er torført at fara til botns í
analysu av einstøku punkt-
unum.
Men afturímóti er meguleikin
til staðar fyri at vísa á saman-
hang í grønlendsku tilveruni,
ið ikki hava verið kend fyrr.
Hetta er tí av stersta týdningi í
kanningini.
Úrslit av kanningini
Peningur er vorðin gjaldoyra
burturav. Handil við naturali-
um kemur næstan ikki fyri
meira.
Hóast hetta siga 48 prosent av
teim spurdu, at veiða hevur
nógv at siga fyri húsarhaldið.
Inntøkurnar eru hækkaðar og
liggja í fleiri forum ájavnt við
inntøkurnar hjá húskjum í
Danmark. Men til tað er at siga,
at vanliga eru húskini sterri í
Grenlandi.
Eitt áhugavert fyribrigdi í
úrslitunum í kanningini av
inntøku og vinnu er, at tað sær
út til, at tað er hend ein sosial-
økonomisk diffrentiering í grøn-
lendska samfelagnum. Ein
stórur partur av fólkinum hevur
gingið í skúla og fingið eina
útbúgving, og við menningini
eru komnir nýggir vinnuvegir.
Tann bólkurin, ið hevur gjørt
nyttu burtur úr hesum, kallast í
dag »grønlendska yvirstættin«
— 30 prosent av teim spurdu.
Íbúðarviðurskifti
Tey flestu, ið búgva í teimum
nýggju íbúðarblokkunum, eru
nøgd við íbúðir teirra (72 pst.)
Fá eru ónegd. Afturimoti eru
fólk í teimum gomlu, smáu
húsunum ikki serliga negd.
Serliga verður klagað um megu-
leikarnar fyri hita og isolatión.
18% uppskrivaðir
hjá politinum
Talið av sosialum trupulleikum í
Grenlandi er rættiliga nógv
hægri enn í Danmark. Heili 18
pst. av teimum spurdu monn-
unum vóru uppskrivaðir hjá
løgregluni. Kortini kunnu vit
ikki siga, at flestu grenlend-
ingarnir hava trupulleikar av
sosialum slag. Tí, av teimum
spurdu høvdu minni enn 10 pst.
trupulleikar = av rúsdrekka,
kriminalitete ella vóru í pen-
ingaligari neyðsteðu. Afturímóti
siga heili 20 pst. vera nerva-
veik.
Fram kemur í kanningini, at
hverki teir veruligu sosialu
trupulleikarnir ella dømini upp á
tey nervaveiku vísa seg at hava
samband við kulturellu støduna
hjá teim spurdu — teirra sam-
band við gamla veiðikulturin,
búðstað í barnaárunum ella
luttøka í veiðu á summarbúð-
stoðum.
Ti kunnu vit ikki tosa um
hugtakið »kultur-chock« í sam-
band við Grenland.
Harafturímóti er tað týðu-
ligt samband millum innteku
og arbeiðskor. Tað vísir seg
sum áðurnevnda yvirstættin
hevur fastar trupulleikar, und:
antikið dømir upp á magasár.
Eisini vísir kanningin, at tað
eru fleiri nervaveikar kvinnur
enn menn.
Stødan i Grønlandi er ógvu-
liga meinlik henni i Danmark.
Kanningin er komin til ta nid-
urstødu, at upphavið til sosialu
trupulleikarnar i Grønlandi finn-
ast ikki i eini serligari kultur-
kreppu, men at trupulleikarnir
fyri at laga seg eftir umstød-
unum fyrst og fremst eru at
finna hjå teimum samfelags-
bólkum, sum vegna vånaliga
skúlagongd og útbúgving hava
ringt við at finna sær fast arbeiði
og eina hampuliga innteku.
Mentan og skúli
Donsk mentan hevur havt stóra
ávirkan í Grenlandi, t.d. innan
frítíðaritriv. Av teimum spurdu
eru 54 prosent í minsta lagi í
einum felagi. Her eru tað aftur
yvirstættin, ið ger seg galdandi.
Lesnaður er ein týðandi táttur í
fritiðini og nógv verður trivið í
handarbeiði. Grenlendingar
ganga eisini nógv í biograf.
Lesnaður
Tann mesti lesnaðurin eru
grønlendsku vikuavisirnar, sum
eini 80 pst. av teimum spurdu
lesa. 41 pst. lesa donsk viku-
blød og heili 27 pst. lesa dansk-
ar avisir. Nógv verður lurtað
.eftir grønlendska útvarpinum,
so gjøgnum blød og útvarp fáa
grønlendingar eina góða fatan
av, hvat fer fram í samfelagn-
um, men kortini kann nevnast,
at 70 pst. eru ónegd við upp-
lýsingarnar, tey fáa um, hvat fer
fram í grenlandsmálaráðnum.
Helvtin av teimum spurdu
hava bern í skúlaaldri.
Flestu av teimum ynskja, at
bernini longu frá fyrsta klassa
læra bæði danskt og gren-
lendskt. Fólk eru rættiliga
ónegd við læruna í gren-
lendskum (47 pst.), meðan bert
heilt fá prosent (8) halda, at
bernini læra ov lítið av donsk-
um.
Grønlendingi — dani
Kanningin hevur eisini roynt at
funnið fram til spenningin
millum danskarar og grenlend-
arar. 75 pst. av teimum spurdu
grønlendingunum halda, at nógv
størv verða sett av danskarum,
sum líka so væl kundu verið sett
av grønlendingum. 80 pst. av
spurdu danskarunum eru samdir
í hesum. 40 pst. halda, at
grønlendingar eru verri staddir,
tá teir fara undir sjålvstødugt
virki enn danir. 58 prosent
halda, at danskararnir fáa alt ov
høga løn.
Um spenningin siga grøn-
lendingarnir sjálvir, at dansk-
arar ofta niðurvirða teir, meðan
teir spurdu danskararnir halda,
at lønarmunurin åvirkar spenn-
ingin nógv.
Nidurstødan
Kanningin roynir at visa å, at
teir sosialu trupulleikarnir í
Grønlandi eru fyri tað mesta av
sama slag sum í Vestureurop-
eisku ídnaðarlondunum. Mót-
setningarnir millum gomlu og
nýggju mentanina halda teir ikki
hava stórvegis týdning. Aftur-
ímóti er farin fram ein sosial og
økonomisk differentiering av ti
grønlendska fólkinum. Tað finn-
ast ikki so fáir samfelagsbólkar
av grenlendingum við góðari út-
búgving og góðum arbeiðs-
umsteðum, og hesin bólkurin er
eisini nøgdur við livikorini í heila
tikið. Heldur ikki hevur hesin
bólkurin sosialar trupulleikar av
nøkrum slag, sum fyri tað mesta
finnast hjá bólkunum við minni
útbúgving, vánaligum arbeiði og
minni úrteku.
Kortini hevur kanningin onga
frágreiðing um, hví sosialir
trupulleikar eru fleiri í Gren-
landi enn aðrastaðni. Kanningin
roynir at vísa á, at tað er ikki
nakað galið vid ti forda politikk-
inum, og at politikkurin ikki er
komin í nakað misforhold við
endamálið, men haraturímóti er
politikkurin ikki komin nóg
langt ávegis.
Tá ið grønlendingar kæra seg
um íbúðarviðurskiftini, so klaga
teir ikki um nýggju heghúsini,
men um tey gomlu timbur-
húsini. Tá grenlendingar ikki
eru stødufastir á arbeiðspláss-
unum, er tað ikki tí, at galið er
við grønlendsku psykuni, men
heldur tað, at samfelagið ikki
hevur skapað nóg støduføst
arbeiðspláss.
Tá tey ungu hava sosialar
trupulleikar, er tað ikki ti, at tey
í skúla og undir útbúgving hava
lært ov nógv av danskari
mentan, so at tey eru vorðin
rótleys í grønlendska samfel-
agnum. Grundirnar eru partvis,
tí at arbeiðsplássini eru ov fá,
partvis ti at tað enn finnast
nógv, sum enn ikki hava fingið
nóg góða útbúgving (duga ov
lítið danskt!) og sum tí ikki
kunna finna sær eitt fast starv.
Tað tykist sum at tað eisini í
Grenlandi eru útbúgvingar- og
arbeiðsmeguleikar, sum ávirka
avgerandi til, at sosialir trupul-
leikar koma fram.
(Kelda: Grenlandsposten)
Endamálið er kommunist
iskt samfelag í Føroyum
Føroyski kommunistaflokkurin helt fundir sein-
asta vikuskifti, og har varð henda samtykt gjørd:
1. Feroyska samfelagið hevur
higartil verið uttan marxistiska
rørslu. Tjóðskaparspurningurin
og toganin um samband ella
sjálvstýri hava rátt í allari polit-
iskari hugsan i Føroyum. Eingin
hevur verið, sum hevur kunnað
víst á høvudsspurningin, sum er
mótsetningurin millum kapital
og arbeiði. Politisk teori á
visindaligum grundarlagi hevur
ikki verið brúkt í foroyskum
samfelagsviðurskiftum.
2. Vit hava stovnað Feroya
Kommunistiska Flokk til tess at
vísa á, hvussu kapitalisman
kann avtakast og sosialisma
setast í staðin. Kapitalisman er
ein ræðulig skipan, sum í sínum
imperialistiska formi fremur
kúgan og ger kriggj um allan
heim. Undir kapitalismuni ræd-
ur tann, sum sterkastur er, og
tey minni mentu mugu lúta.
Har, sum sosialisman ræður,
arbeiðir fólk í felagsskapi fyri
friði og sosialari framgongd og
byggir eitt nýtt samfelag: eitt
kommunistiskt samfelag.
3. Vit venda okkum til allar
arbeiðsmenn og fiskimenn, til
allar arbeiðandi kvinnur og alt
lonarfólk; vit venda okkum til
ungdómin, sum arbeiðsliga og
mentunarliga verður sleptur upp
á fjall; vit mæla til at fylkjast
um Feroya Kommunistiska
flokk og hansara politisku skrá,
sum er bygd á Marx og Lenin,
og sum gevur okkum breðraligt
samband við alt heimsins arb-
eiðsfólk.
4. Higartil hevur tað eydnast
kapitalistunum at seta tey minni
mentu upp móti hverjum eðrum
í fleiri altoyðandi bardøgum. Vit
vísa á, at tann felags figgindin
hjá ellum heimsins fólkum eru
teir, ið kapitalin eiga. Vit mæla
til stríð móti føroyska kapitalin-
um, sum gongur erindi fyri út-
lendskan kapital. Vit mæla til
stríð móti NATO, sum er ein
kriminell kuganarfyritøka. Vit
mæla til stríð móti teirri ment-
unarligu kúgan, sum ber kapi-
talismuni uppi. Vápn okkara er
upplýsing, og endamálið er
kommunistiskt samfelag í Fer-
oyum.
Tórshavn, 29. jumi 1975
Føroya Kommunistiski Flokkur
Aðalstjórnin
Olavsøku-
framsýningin
Myndir til listaframsyningina 1975 eiga at verða latnar inn
saman við nevni á myndunum og prísi í Listaskálanum 17.
juli (kl. 10—12 og 14—17).
Sama stað og somu tíð verða seldar og óseldar myndir út-
flýggjaðar 4. aug.
Felagið tilskilar sær rætt til at velja millum tey innsendu
arbeiðini.
Listafelagið