leygardagur 5. juli 1975síða 12
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
vissu fyri, hvussu árgangirnir eru
Í teimum yvirlitstrolingum, sum
Fiskirannsóknarstovan fór undir
tann 9. juni í ár eftir fiskayngli,
hevur verið væl meira av toska-
og hysuyngli enn í fjør. I fjør
fóru teir undir trolingarnar í juli.
Tað vísti seg, at tað er nakað
seint, ti tá eru longu nøkur sløg
av gagnfiskunum farnir at leita
sær niður at botni. Hvítings-
bróðir, ið yvirhøvur ikki verður
veiddur undir Feroyum, var
tann fiskayngul, sum mest varð
fingið av síðsta ár. Somuleiðis
kom nógv av nebbasild í trolið,
hon verður heldur ikki veidd
undir Føroyum.
Ikki ovfisking
— Vit eru millum teir hepnu í
verðini, sigur Kjartan Hoydal,
Sosialistarnir
søgdu nei
Politiska stødan í Italia eftir
valið herfyri er tann, at sosi-
alistarnir hava sagt nei til eitt
stjórnarsamarbeiði saman við
kristiligu demokratunum. og
republikanska flokkinum.
Ein tann vakrasti blettur í Havn er Yviri við
Strond. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv
skrivað og talað um óruddið har úti. Tá læt
kommunan alla strondina rudda fyri alkyns
óhumsku, og hevur tað sæð hampuligt út
síðani. Eini turkihús stóðu tá beint uttan fyri
Skansan og tóku útsýni oman móti sjóar-
málanum. Tey tók kommunan niður, og
óivað gleddust tey havnarfólk, sum vanliga
spáka sær ein túr út móti strondini.
staðin fyri at fríðka um økid er tað nú ein
goymsla fyri sand, gamlar bátar, kassar og
Er tað í
SARNANANANNRANNANANARNANNNANNRAN
annað burturkast.
skammiligt?
NANNANANANNNNNANNANAANANAANAAANAANANANANANNANNS
sosjalurin
Meiri toskur og hýsa
Endamálið við kanningum av fiskayngli er at fáa
fiskifrødingur, vit fáa næstan
tað maximala burtur úr stovn-
inum. Tað verður ikki ov-fiskað,
men nakað nógv skip luttaka.
Tað sama kundi verið fiskað við
færri skipum.
Umframt at fáa eina mynd av
fiskarikidøminum undir Føroy-
um er hevuðsendamálið við
hesum kanningum at fåa eitt tal
fyri, hvussu góðir teir ymisku
árgangirnir av gagnfiskaslog-
unum eru. Also er talan um eina
prognosu, hvussu stórir og góðir
árgangirnir eru. Annars kann
hetta fyrst sigast, tá fiskurin er
komin upp í sjálvan fiskiskapin.
Til dømis er toskur 3—4 år, tå
hann kemur í fiskiskapin.
Kunna forða
fyri ovfisking
í góðari tíð
Tað skiftir ár undan ári, hvussu
nógv kemur undan hjá teimum
ymsu fiskasløgunum. Kemur
nógv undan, verður sagt, at ár-
gangurin er góður. Umvent er
árgangurin ringur, tá lítið kemur
undan. Finnur Fiskirannsóknar-
stovan nú við yngulkanningun-
Men í
grundini ikki
ANNRÉNNNANNENANRAANNNANARRRRRNNNNNNNANI
um, at årgangurin er góður, ber
sostatt til at siga fiskivinnuni
frå, at um 3—4 ár verður góður
fiskiskapur. Um ein árgangur er
vánaligur, kann í góðari tíð
verða forðað fyri ovfisking.
Millumlanda-
kanningar
Hesar kanningar hava bretar
gjørt undir Føroyum i 4 ár.
Talan er um millumlandakann-
ingar, og í september verða á
fundi í ICES, millumlandaráðið
fyri havransóknir, lagdar fram
frágreiðingar frá hverjum av
teimum 4 økjunum. Økini eru
hesi: Ísland/Eysturgrenland,
Barentshavið, Feroyar/Feroya
Banki og Norðsjógvurin. ICES
heldur í ár fund í Montreal. Fyri
Feroyar skal Kjartan Hoydal
luttaka.
Reiðskapurin, sum Fiskirann-
sóknarstovan nýtir til trolingina
eftir fiskayngli, er flótitrol við
netsondu. Á ekkoloddinum sæst
upp í sjónum ein tunn markering
— fyri tað mesta fiskayngul.
Hetta kallast skriving ella
summarskriving. Tað er í hesi
skriving, at trolað verður. Trolið
verður stillað, so tað gongur í
rætta dýpi. Á netsonduni sæst,
um skrivingin gongur í. Støddin
av ynglinum er 2—4 cm og
hevur fiskaskap, men ikki fyrr-
enn ynglið er 5—6 cm líkist tað
ti vaksna fiskinum.
Óli í í Áarstovu
Heldur givið klakksviksbørn-
um óbukaðan turran fisk til
10. skúlaár.
Ætlar sær kring alla jørðina
Danski flogskiparin og ævintýr-
arin, Hans Tholstrup, sum fyri
nøkrum árum síðani legði inn í
Feroyum á veg til Amerika í
einum stuttleikabáti, lendi fyrr í
vikuni við lítla flogfari sínum í
floghavnini í Sidney, og ferðin
kring allan knøttin er nú komin í
helvt.
Hans Tholstrup fleyg við
flogfari sínum, sum bert hevur
ein motor, til Australia um
Europa, India, Malaysia og
Timor. Hann gjørdi skjótt av í
Australia. Eftir at flogfarið varð
kannað, helt Hans Tholstrup
-
leiðina fram til Tennesee um
Kina.
há
Hans Tholstrup —…
Gunnvør Hoydal, lærarinna:
Sjálvandi eigur hitt al-
menna at hava einkarrætt til
allan fiskaútfluttning. Somu-
leiðis áttu umboð fyri tey fak-
fekøl, sum hava við fiskivinn-
una at gera, at mynda
stjórnina í eini almennari
fiskasølu.
Hildebrand Sømark, fiski-
maður, Havn:
Eg meini, at fiskaútflutn-
ingur skal vera á fríum basis.
Men einki skuldi verið til
hindurs fyri, at fiskimenn
sjálvir høvdu eitt orð at skula
sagt, ella at fiskimaðurin
skuldi havt lov at selt fiskin,
hvar hann vildi.
Eigur landið ella fiskivinnu-
felogini at skipa fyri útflutn-
inginum av fiskaverunum?
Åsbjørn Joensen, fiskimadur,
Nålsoy.
Eg haldi so avgjørt, at
annadhvørt skal landið ella
fiskivinnufelogini = yvirtaka
útflutningin av fiskavørum.
Eg haldi ikki, at tað er rætt,
at útflutningurin er á privat-
um hondum.