mikudagur 9. juli 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2 sosialurin Nr. 50 — 9. juli 1975
Stsialurin telf. I I820, box 76, 3800 Torshavn
ecvari: Foroya Javnaðarflokkur
istjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Vrent: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Munurin
Í SEINASTU VIKU lýsti nevndin fyri rá-
fiskagrunnin teir fyrstu avrokningarprísirnar,
sum er prísuppgerð millum ráfiskakeyparar og
ráfiskagrunnin, ið skal lýsast tvær ferðir um
mánaðin.
TEIR LÝSTU avrokningarprísirnir eru gald-
andi fyri tíðarskeiðið frá 29. juni til 12. juli og
eru avgerandi fyri, hvussu stóran part av
galdandi avreidingarprisi ráfiskagrunnurin skal
endurgjalda ráfiskakeyparum fyri hvert ein-
stakt fiskaslag í nevnda tíðarskeiði, ella hvat
ráfiskakeyparar meguliga skulu gjalda inn í
grunnin í sama tidarskeidi.
AV HESI LÝSING framgongur, at í tíðar-
skeiðnum frá 29. juni til 12. juli rindar ráfiska-
grunnurin part av prísinum á 17 fiskaslogum,
meðan tað eru trý fiskasløg, har råfiskakeyp-
arar skulu gjalda pening inn í grunnin, tá
' Jandingarprisurin er lægri enn avrokningar-
prísurin er í nevnda tíðarskeiði.
TEY TRY SLØGINI, sum grunnurin sleppur
undan at rinda prístilskot til, eru toskur yvir 70
cm 1B, har avrokningarprísurin er eitt oyra
hægri enn galdandi landingarprísur, blálonga,
har avrokningarprísurin er 48 oyru hægri og
kalvi, har avrokningarprísurin er 53 oyru hægri
enn landingarprisurin.
TEY FISKASLØG, ið fáa størst pristilskot úr
råfiskagrunninum, eru toskur og hysa undir 44
cm, har allur prisurin verður goldin av grunn-
inum. Meðan galdandi avreidingarprisir fyri
hesi fiskasløg eru settir til 1 krónu kilo, sýnir
avrokningarprísurin kr. 0,00 fyri hesi bæði
fiskasløg, og vil tað siga, at fiskakeyparar, sum
keypa hendan fisk fyri 1 krónu kilo, skulu fáa
allan prísin endurgoldnan úr ráfiskagrunn-
mum.
HÓAST HESA lýsing frá nevndini fyri rá-
fiskagrunnin, loyva vit okkum kortini at seta
eitt spurnartekin við avrokningarprísin á toski
og hýsu undir 44 cm og loyva okkum at spyrja,
um tað ikki júst eru hesi fiskasløg, ið seld verða
á føroyska heimamarknaðinum, annaðhvort
sum ræstur ella turrur fiskur?
OG VIT HALDA, at vit beinan vegin kunnu
svara, at so er. Tað er ikki longur síðani enn
seinasta leygardag, at eitt føroyskt flakavirki
lýsti ræstan fisk til selu í bløðunum fyri 12
krónur kilo. Og kiloprísurin fyri turran fisk í
.pakkum hevur eisini verið rættiliga góður.
,
VIT ERU SAMDIR i ti, at tað er munu á
galdandi landingarprisi og avrokningarpris-
inum á toski og hýsu undir 44 cm, men vit
halda, at munurin átti at verið ráfiskagrunn-
inum til góðar og ikki øvugt.
dagbókin
Guðstænasta
Komandi sunnudag verður
guðstænasta við altargongd í
Hvalbiar kirkju har K. O.
Viderø, prestur, prædikar.
Frelsunnarherurin
í Havn
Í kveld kl. 20.00: Bønarfund-
ur.
Filadelfia
Telefonandaktin svarar alt
samdøgrid á telefon 14880.
Missiónshúsið vid
Landavegin
Fundur i kvøld kl. 20.00.
Evangeliihúsið
Í kveld kl. 21.00 útifundur í
Vestmanna. Aftaná verður
fundur innandura. Telefon-
andaktin hjá Evnageliihúsin-
um svarar á telefon 12266.
Thabor í Fuglafirði
Thorstein Johannesen trú-
boðari talar í Thabor í Fugla-
firði í kveld kl. 20.00.
Ikki 30, men 20
Í seinasta blaði var ein prent-
villa komin at standa í grein-
ini um heimahjálpararnar.
Har stóð, at tímalenin hjá
heimahjálparum er nú kr.
30,72. Hetta skal vera 20,72.
Vit biða lesararnar halda
okkum til góðar.
Í dag:
0715: Vedurtidindi
0717: Morgunlestur
0730: Veðurt. og tíðindi
0735: Tónleikur
0800: Vedurtidindi og tíðindi
1200: Middagskonsert
1220: Veðurtíðindi og tíðindi
1232: Tónleikur
1250: Veðurtíðindi
1251: Tónleikur
1300: Kveðuljómar til sjó-
fólkið
1830: Veðurtíðindi og tíðindi
1842: Miðvikan
1930: Fólkalog
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkara, sum við deyða
Sigriðar av Skarði Joensen
fylgdu, sendu kransar ella fjarrit og á annan hátt sýndu
samkenslu.
Sigurð og bernini
Blaðmaður
Sekt verður eftir blaðmanni at byrja, tá blaðið kemur aftur úr
summarfrí 20. august.
Ringið ella skrivið innan 25. juli til
telf. 11820
Box 76 - 3800 Tórshavn
Býráðsformaðurin og formaðurin fyri teknisku nevnd hava
ikki viðtalu aftur fyrr enn 8. august.
Býráðsformaðurin í Klaksvík
FIAT 600 til sølu
Ein Fiat 600 í besta standi til selu fyri 6.000 kr.
Hevur bert koyrt 28.000 km i 4 ár. Er Tectyl vidgjørdur.
TIf. 11051 í arbeiðstíðini
Setið sparipening tygara
FØROYA SPARIKASSA
— fólksins peningastovn
tað lønar seg
Spinnið í Gøtu
tygum fáa gott tógv, og skjóta avgreiðslu.
Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja ell slog av
foroyskum tógvi.
TØTINGARVIRKID
v/Olavur Gregersen — tlf. 20i Gøtu
Summarfrí
Skrivstovan er afturlatin frá 21.7 til 18.8 1975.
FØROYA JARÐARRÁÐ
Fyrraparts
STARV
Tá summarferian er liðug 20. august, tørvar okkum eitt fólk,
sum kann taka sær av at skaffa lýsingar til blaðið, telefon-
passing 0. t.
Áhugað verða biðin um venda sær til tf. nr. 14720 i
vanligari arbeidstid.
SOSIALURIN