mikudagur 9. juli 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Sakarmål kann gera enda
å fasistaflokkinum
Ákærutilfarið er nú komið fram aftur í ljósið
Åkærumyndugleikarnir í 4om
hava boðað italska tjóðarting-
inum frá, at fimm senatorar og
35 tingmenn úr hegraflokkinum
fara at verða ákærdir fyri eina
roynd at birta lív í fasistaflokkin
í landinum.
Ákærarin hevur samstundis
biðið tjóðartingið um heimild til
at reisa ákæru ímóti teimum.
Sambært eina lóg frá 1952
kunnu teir 40 tingmenninir úr
høgraflokkinum verða dømdir til
fongsulsrevsing i upp til 10 år,
um teir verða funnir sekir.
Politiskir eygleiðarar í Rom
siga, at sakarmálið kann fara at
verða byrjanin til endan hjá ný-
fasistiska flokkinum, sum fyrr er
skuldsettur fyri at hava staðið
aftan fyri fleiri bumbuspreing-
ingar og atsóknir.
Kanningar
Longu í 1970 vórðu kanningar
settar í verk ímóti flokkinum, og
floksleiðarin, Giorgio Almirante,
varð ákærdur.
Allir rørlutir fåast til, hjá
tlf. 12000
Galvaniserað RØR
| > — 7 ål — 2 1/ ' — 3”
P/F MARIA POULSEN
fasistarnir hava somu arbeids-
skrå sum fasistaflokkurin hjå
Mussolini i 1919. Arbeidslagid
hjá báðum floksleiðarunum,
innihaldið í floksblaðnum, tann
lítla virðingin fyri demokratin-
um og rasistiska steða floksins
eru meinlík, sigur ákærarin.
Nógv prógv eru í ákæruni, og
tey flestu byggja á reður, sum
Almirante hevur hildið um,
hvussu floksarbeiðið verður
fíggjað, og á frágreiðingar um
yvirgang móti universitetum og
skúlum.
Millum teir ákærdu er eisini
Pino Rauti, sum verður sagdur
at hava ábyrgdina av fleiri
atsóknum, og hann kann verða
dømdur til lívlanga fongsuls-
revsing. Aðrir, sum standa fyri
ákæru, eru tjóðartingsmaðurin,
Giulu Caradonna, skrivarin í
fasistiska fakfelagnum CISNAL
og Pino Romualdi, sum verður Il
Duce, tí hann skal líkjast so
nógv Mussolini.
12001
Í 1973 samtykti deputerkam-
arið, at åkæran ímóti honum
skuldi fella burtur, og sam-
stundis varð alt ákærutilfarið
latið ákærumyndugleikunum i
Rom.
Í ítalska rættarsysteminum er
meiri enn vanligt, at sakir verða
tiknar frá einum kanningar-
dómara og latnar onkrum eðrum
dómara til at viðgera, tá tað
frammanundan er fingin vissa
fyri, at málið kann fáa eina betri
viðgerð hjá tí seinna dómar-
anum.
Og tað var eisini tað, sum
hendi í hesum førinum.
200 síður
Eftir eina nýggja kanning, sum
byrjaði seinasta heyst, er tað
eydnast tí almenna ákæraran-
um, Michele Lo Piano, at fáa alt
ákærutilfarið fram aftur í ljósið.
Í tí 200 síður stóra ákæru-
tilfarinum verður sagt, at ný-
Gestapo-leiðari
fingið lívlangt
fongsul
Fyrrverandi Gestapo-leiðarin
í Warszawa, Ludwig Hahn,
varð fríggjadagin fyri rættin i
Hamburg. Hann er ákærdur
fyri í minsta lagi at hava
dripi3 25.000 menniskjur
undir seinra heimsbardaga.
Dómurin ljóðar upp á livlangt
fongsul.
Tann 66-ára gamli Hahn
varð í 1973 dømdur at sita í
12 ár fyri aðrar krigsbrots-
gerðir. Han var í síni tíð
leiðari av eini deild í tí ræðu-
liga nazistiska loynipolitinum
í tí polska hevuðsstaðnum.
Gjølligar fyrireik-
ingar neyðugar
Tær slitnaðu Miðeystur-frið-
arsamráðingarnar í Geneve
verða ikki uppaftur tiknar,
áðrenn USA hevur roynt eina
nýggja semingsrundu í Mið-
eystri, segði aðalskrivarin í
ST, Kurt Waldheim, friggja-
dagin á einum pressufundi í
Geneve.
Hann vildi tó ikki siga fyri
vist, at samráðingarnar ikki
kundu uppafturtakast áðrenn
árslok. Men hann legði dent
á, at tað er neyðugt at fyri-
rika eina uppafturteku av
samráðingunum ógvuliga
væl, so samráðingarnar ikki
steðga av nýggjum.
Forboð
móti kollveltingar-
ligum rørslum
Indiska stjórnin fremur fram-
vegis krepputiltøk. Í síðstu
viku setti stjórnin forboð
móti 4 stórum politiskum,
religiøsum og revolutionerum
rerslum og 22 bólkum, ið
hoyra til rerslurnar.
Forboðið rakti m.a. eina
fanatiska hindu-sekt og ein
radikalan hindu-flokk, ein
maoistiskan kollveltingar-
bólk og eina religiøsa islamet-
iska sekt.
14 felog, sum eru í sam-
band við religiøsu hindu-
sektina, Anand Marg, hava
fingið forboð móti at virka?
Eitt sakarmál móti Anand
Marg hevur lopið hvekk á
indiska fólkið. Sektin hevur
viðgingið seg seka í lutteku í
$7 rituellum drápum.
Men tann demokratiski
samfelagsstruktururin í India
er ikki broyttur undir undan-
taksstøduni, sigur Indira
Gandhi i eini samrødu vid
indiska blaðið »Times of
India«.
Grikskir arbeidarar
i verkfalli
Einir 1000 „skipasmiðju-arb-
eiðarar í Athen mótmæltu
fríggjadagin framman fyri
parlamentsbygningin i
Athen, har stórt tal av
trygdarpolitistum vóru settir
at ansa eftir.
Nr. 50 — 9. juli 1975
stubbar uttaneftir
Skipasmiðjuarbeiðararnir
mótmæla teimum stóru pris-
hækkingunum. Somuleiðis
krevja teir lenarhækking.
Skipasmiðjuarbeiðararnir ko-
ma frá skipasmiðjuni Elesis,
norðanvert Athen. Teir hava
verið í verkfalli í einar 40
dagar. Orsøkin er at eigari av
skipasmiðjuni, reiðari og
bankamaður, Stratis Andi-
adis, ikki vil ganga lønar-
krøvunum å møti.
Tjóðartgka av
ognum hjå teimum,
ið flýddu
Hernaðar-stjórnin hevur eis
ini avgjørt at tjóðartaka allar
ognir hjå teimum portugis-
arum, ið eru flyddir síðan
kvettið í april síðsta ár. Talan
er um, at eini 40.000 hava
leitað sær til Brasilia, USA,
Canada og Spania. Avgerðin
um at taka ognir og virkir hjá ,
teimum flyddu kom ikki
óvæntað. Eigararnir hava
síðan kvettið í fjør ikki havt
nakra ávirkan á virkir og
ognir. Heldur ikki hava teir
havt nakran vinning av
teimum.
Í eini frágreiðing, sum koll-
veltingarráðið hevur sent út
stendur, at virkiseigarar og
handilsmenn bóru seg sam
vitskuleyst at, og gerðir teirr
høvdu ringa ávirkan á portu
gisiska búskapin.
Nýggjur statur
Kapverdisku oyggjarnar í
Atlantshavninum tóku í
síðstu viku loysing frá Portu
gal. Tær fara beinan vegin i
bólkin av heimsins fátækstu
oyggjum.
Hernaðarstjórnin
í Portugal tjóðar-
tekur utvarpsstødir
Kollveltingarráðið boðaði
síðstu viku frá, at allar ú
varpssteðir í landinum verða
tjóðartiknar um heilt stutta
tíð. Somuleiðis hevur hern
aðarliga kollveltingarráðið
givið teimum kommunistisku
arbeiðarunum á tí katólsku
útvarpssteðini »Renascenca«
lov til at halda fram við eftir
litinum av útvarpssteðini
Hetta gjørdi Kollveltingar
ráðið móti boðum frå for
sætisráðharranum Vasco
Goncalves, sum beint framm
anundan hevði sagt,
arbeiðararnir skuldu gevast
við hersetingini av útvarps
stødini og lata eftirlitið aftur
til katólsku kirkjuna.
Likud ávarar
stjórnina í Ísrael
Ísraelski andstøduflokkurin
Likud heitti á stjórnina um
ikki at boyggja seg fyri
amerikanska trýstinum fyri
at fáa Ísrael at geva upp
Malta og Giddfjallaskerðini
sum eitt lið í vápnahvíldar
avtaluni við Egyptaland.
——
|
|
|
|
|
REE,
|
|
|