Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juli 1975síða 4

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin stubbar uttaneftir Álop á flóttarlegu Israelsk jagaraflogfør skutu sunnudagin vid rakettum eftir einari palestinskari flótt- arlegu í Libanon, einar 10 kilometrar sunnan fyri Beirut. Tilsamans eru umleið 20.000 fólk í flóttarleguni, men einki er frætt um, at nakar hevur latið lív undir ísraelska álopinum. Ein talsmaður fyri teir hernaðarligu myndugleikarn- ar í Tel Aviv segði sunnu- dagin, at raketturnar vórðu skotnar eftir einari vápna- verksmiðju, sum palestinskar yvirgangsfylkingar hava í útriðuni av leguni. Talsmaðurin segði, at eitt ella tvey ísraelsk flogfør vórðu skotin niður undir álopinum, og at vápnaverk- smiðjan varð oydiløgd. Yitzak Rabin, forsætisráð- harri, segði aftan á álopið sunnudagin, at Ísrael fer at fremja meiri umfatandi at- sóknir at palestinsku yvir- gangsfylkingunum í framtið- imi. Malaria-sjúkan ger um seg Malaria-sjúkan, sum tað mið- skeiðis í 1960-unum eydnað- ist at fyribyrgja í Asia, er nú vid at mennast aftur í økjum, har umleið ein milliard fólk búgva, verður sagt í einari frágreiðing, sum er kunn- gjørd í indiska høvudsstadn- um New Delhi. Bretska pundið minkar í virði Bretska pundið fall seinasta mánadag til nýtt kursmet. Síðani 1. juni er talan um eina virðisminkan upp á 3,5 pst. Í Keypmannahavn var kursurin seinasta mánadag 12.0640 kr. Næstseinasta friggjadag var bretska pund- ið sett til 12.2250 kr. Idi Amin má ikki má ikki gerast leiðari Fleiri afrikanskir ríkisleiðarar royna nú at forða fyri, at for- setin í Uganda, Idi Amin, verdur leidari i felagsskapin- um fyri afrikanskari eind, OAU. Toppfundurin i OAU verdur settur seinni i hesum månadinum i ugandiska høv- uðsstaðnum Kampala, og tað er altíð forsetin í vertslandin- um, sum er leiðari í OAU tað næsta árið. Forsetin í Tan- zania roynir nú at fáa nýggja leiðaran í Mosambique at átaka sær leiðarastarvið í OAU. Fleiri afrikansk lond hava hótt við at boykotta topp- fundin sum mótmæli ímóti stýrinum hjá Idi Amin. Viðgera úrslitið Ísraelska stjórnin viðgjerdi sunnudagin úrslitið av sam- ráðingunum millum Yitzak Rabin, forsætisráðharra, og Henry Kissinger, uttanrikis- ráðharra, i Washington i farnu viku. Rabin hevur sagt, at tad kann fara at ganga eitt år, ådrenn ein fridaravtala verður gjørd við Egyptaland. Roknað verður við, at ísra- elski sendiharrin í Washing- ton einaferð í hesari vikuni fer at boða Henry Kissinger frá støduni hjá stjórnini í Tel Aviv. Boðini avtikin Ein talsmaður fyri hernaðar- ligu myndugleikarnar í Portugal sigur, at boðini um, at herurin skal standa út- búgvin, eru sett úr gildi. Gonsalves, forsætisráðharri, helt allan sunnudagin fram við samráðingunum um, hver skuldi setast í tey bæði leysu ráðharrastervini. Stjórnarútvarpið í Lissboa segði sunnudagin, at komm- unistaflokkurin fordømir eina og hverja anti-hernaðarliga mótmælisgongu. Sunnudagin ætlaðu katolikkarnir í landin- um at skipa fyri einari tilikari kravgongu til tess at mót- mæla, at talu- og skrivifræls- ið í landinum er skert, men karvgongan varð ikki hildin. Fær bót Kendi sangarin og filmsleik- arin, Frank Sinatra, hevur fingið bót upp á 3.000 dollars undir vitjan sínari í Toronto í Kanada. Orsekin er, at ein av livverjum hansara undir tæn- astu sínari legði á ein fotograf og skumpaði hann í eina djúpa veit. Ein av áskoðarunum, sum stóð næstur, har hendingin fór fram, mundi farið sama veg. Askoðarin var politi- meistarin í Toronto. Borgarligur meiriluti í Svøriki Seinastu veljrarkanningarnar í Sveríki sýna, at Javnaðar- flokkurin hevur eina aftur- gongd upp á 2 pst. meðan Centerpartiet = hevur eina framgongd upp á 3 pst. Hetta er fyrsta ferðin í eitt longri tíðarskeið, at veljarakann- ingar í Svøriki sýna borgar- ligan meirilita. Við veljarakanningina sum gjørd varð í tíðarskeiðinum 5—18 juni fær Javnaðar- flokkurin 42,5 pst. móti 44,5 í meit, meðan Centerpartiet fær 26 pst. móti 23. Teir moderatu fáa 16,5 pst. móti 17, meðan Fólkaflokkurin og Venstrepartiet og kommun- istarnir liggja í stað við ávikavist 7 og 5 pst. Nr. 52 — 16. juli 1975 eta lítlar vónir til EF-toppfundin, sum byrjar í dag Fundurin kann tó fara at verða av týdningi fyri Bretland Lítlar vónir eru um, at nakað serligt úrslit fer at spyrjast burtur úr EF-stjórnarfundinum í Bruxelles, sum byrjar í dag. Ritzau-tíðindamaðurin, Mog- ens Bryde, skrivar úr Paris, at tað frammanundan ikki er lagt upp til nakrar avgerðir, sum skulu takast á fundinum. Fundurin kann tó fara at verða av týdningi fyri Bretland, efitrsum tað nú er avgjert, at landið skal varðveita limaskap sín í Felagsmarknaðinum. Tann fyrsti av sínum slag Hesin toppfundurin er tann fyrsti, síðani tað er vorðið greitt, at tað verða niggju limalond i Felagsmarknaðinum. Fólkaatkveðan í farna mánaða um limaskapin hjá Bretlandi, sum endaði við einum stórum meiriluta fyri framhaldandi lima- skapi, hevur styrkt um megu- leikarnar hjá bretsku stjórnini fyri at fáa eitt betri úrslit burtur úr EF-samarbeiðinum í fram- tíðini. Men burtursæð frá teirri vinarligu reðuni, sum bretski uttanríkisráðharrin, James Call- aghan, helt í Luxembourg í farna mánaða á ráðharrafundin- um har, so eru eingin tekin til enn, at Bretland fer at broyta europeisku linju tess. Henda steðan hjá Bretlandi mótvegis Europa hevur fingið góða mottøku i Danmark, sum eisini hellir til eina meiri varliga europeiska linju, men í eðrum EF-londum sum t.d. Hollandi, hevur móttekan ikki verið so góð. Stjórnin har heldur, at Bretland kundi verið meiri EF-sinnað. Lítið innihald Harold Wilson fer á toppfund- inum í dag og í morgin at siga sína hugsan um framtíðina í Europa. Men longu nú er greitt, at innihaldið í reðu hansara fer ikki at gera nakran av hinum ráðharrunum bilsnan. Orsakað av tí vánaiiga búskapinum í landinum er Bretland farið í eitt síðuspor, og Harold Wilson verður tí noyddur at heita á hini EF-limalondini um stuðul á ym- iskan hátt. Teir báðir fagarnir, stjórnar- leiðararnir hittast i Bruxelles, fara at verða brúktir til orða- skifti um støduna í og uttan fyri Felagsmarknaðin. Tað er ikki ætlanin at koma við nakrari al- mennari frágreiðing eftir fundar- lok, sum vanligt hevur verið fyrr eftir EF-toppfundir. Senatorur mótmælti Soyus-Apollo rúmdarferðini 8 Tað seguliga sovjettiska-amerikanska rúmdarævintýrið . . . .…” byrjadi i gjår Tá vórðu russisku rúmdarmenn- inir Aleksey Leonov og Valery Kubanov skotnir út í rúmdina umborð á Soyus-rúmdarfarinum, og sjey tímar seinni vórðu am- erikansku rúmdarmenninir Van- ce Brand, Donald Slayon og Thomas Stafford skotnir út av Cape Kennedy rúmdarsteðini umborð á Apollo-rimdarfarin- um. Bæði ferini skulu bindast saman úti í rúmdini. Senatorur ivingarsamur Samstundis sum hendan royndin verður gjørd, hava russar eina rúmdarsteð úti í rúmdini sveim- andi í ringrás kring jørdina. Hetta hevur fingið amerikanska senatorin, William Proxmire, til at ivast, um russar eru førir fyri at gera tvær rúmdarroyndir í senn. Hann hevur skotið upp, at Soyus-Apollo ferðin varð útsett. Sovjettiska tidindastovan TASS hevur í einari viðmerking sagt, at russar eru væl førir fyri at gera tvær royndir úti í rúmdini í senn. Amerikansku rúmdarmenninir Vance Brand, Donald Slayon og Thomas Stafford