Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. juli 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 53 — 19. juli 1975 sostalurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utvevari: Føroya. Javnadarflokkur jorn: Vilnelm. Johannesen (ábyrgd), tell. 561 TI Johnsigurd Johannesen, telf. 13? I "ut og jaste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Umlegging Í VIKUNI BAR útvarpið tey tíðindi, at ís- lendska stjórnin hevur gjørt av, at frá 15. oktober í ár verður íslendska fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar, og sama dag visti út- varpið eisini, at bretskir fiskimenn somuleiðis krevja teirra fiskimark út á 200 fjórðingar. HETTA SIGUR okkum so mikið sum tað, at foroyska fiskiveiðin á mið- og fjarleiðum hevur ikki rættuliga langa tid eftir, og hvat okkara egni sjógvur kann geva, er rættuliga ilt at meta um, og eisini ógvuliga skiftandi frá einum ári til annað. VIT EIGA TÍ longu nú at gera okkum greitt, at ein umlegging verður fyri neyðini og at gera fyrireikingar til eina slíka umlegging. Eftir okkara meting verður hendan umlegging í tveimum: Umlegging frá fiskiveiði á nær-, mið- og fjarleiðum til bert at umfata fiski- skap á nærleiðum og umlegging frá fiskiveiði til aðrar vinnuvegir. TA TAÐ IKKI er væntandi at fiskiskapurin á nærleiðunum einsamallur kann breydføda alla tjóðina í sama mun sum fiskiskapurin á nær-, mid- og fjarleiðum hevur gjørt, er tað okkara meting, at tað eisini verður neyðugt at finna nýggjar alternativar vinnuvegir og at út- byggja tey verandi alternativini. Tað vil við eðrum orðum siga, at vit megu fara undir eina fjølltåttan av føroyska vinnulivinum. ULL VAR FØROYA gull, men verdur tad neyvan aftur, verður so mangan sagt. Land- búnaðurin, sum einaferð var hevuðsvinna foroyinga, kundi kortini givið væl meira, enn hann nú gevur. Í SOSIALINUM seinasta leygardag var samrøda við landbúnaðarráð- gevan Hanus Wardum um royndirnar við grønmetisframleidslu i vakstrarhúsum. Av hesi samreðu framgekk, at royndirnar við at fram- leiða tomatir, agurkar, blomkál og annað í vakstrarhúsi hava givið rættuliga góð úrslit. LANDBUNADARRÅDGEVIN helt tó, at hugurin til at fara undir hesa framleiðslu ikki tóktist rættuliga stórur millum búnaðarmenn. Men her átti tað almenna at gjørt nakað munandi og gingið á odda við útbygging, soleiðis at landbúnaðurin aftur kundi talt við og verið eitt av alternativunum, nú vandi er fyri at fiskivinnan ikki fer at roynast so muna- góð í landshúsarhaldinum sum higartil. Eisini kundi epla-, mjólka- og kjøtframleidslan verið fleirfaldað. AÐRIR VINNUVEGIR, sum talan kann verða um at troyta í størri mun, eru handverk og idnadur av ymiskum slag, og sjálvandi fara vit eisini at gera okkum galdandi á sjónum við farmafluttningi og við fluttningi av ferðafólki dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: T. Béder í Elduvík, altar- gangur, J. Follend á Glyvr- um kl. 11, K. O. Videre í Sandvík. Eivind Vilhelm í Havn, S. J. Joensen í Hatt- arvík kl. 12, altargangur, og á Kirkju kl. 19, altargangur, Høgni Poulsen í Sørvågi og Jóhan Weihe á Tvøroyri. Eivind Vilhelm heldur gudstænastu í Kirkjubø á miðdegi sunnudagin. Um Olavsvøkuna Olavsvøkuaftan heldur Th. Beder miðnáttarmessu í Havnar Kirkju. Olavssøkugudstænastan verður týsdagin 29. juli kl. 11 i Havnar Kirkju. Martin Restorff Jacobsen, vågs- prestur, heldur gudstænast- una. Filadelfia Telefonandakt alt samdøgr- id å telf. 14880. Evangeliihúsið Í telefonandaktini telf. 122 66 talar Marcus Agnes. Sjómanskvinnuring- urin á Strondum Útferð verður til Vágarnar sunnudagin. Olavssøkugudstæn- asta i år Sum vant verður ólavsseku- gudstænastan hildin i Havn- ar kirkju kl. 11 ólavsseku- dag, áðrenn løgtingid kemur saman kl. 13. Í ár verður tað Vágsprestur, Martin R. Jac- obsen, sum skal prædika. Brúdleyp Í dag giftast í Klaksvík Elsba Absalonsen, lærari, Klaks- vík, og Róland í Skorini, cand. mag., Tórshavn. Í dag giftast í Nólsoyar kirkju Katrina Joensen, Dal- ur, og Egon Hansen, lærari, Tórshavn, ættaður úr Nóls- oy. Tiki ímóti 300 tonsum Sidani seinast i juni månada til fyrst i hesi vikuni hevdi flakavirkið Nykur á Toftum tikið ímóti tilsamans 330 tonsum av línu-, trol- og snellufiski. Teir seinastu átta dagarnar eru út ímóti 200 tons legd upp á Toftum. Atli og Petur í Danmark Atli Dam, legmaður, og Petur Reinert, landsstýris- maður, fóru hósdagin til Danmarkar til at tingast við donsku ríkisstjórnina um fer yyska partin í donsku silda Í KN x kvotuni NOrðsjoónum Stjóri á Líkningarráð Føroya Tænastumannastarv sum stjóri á Líkningarráð Feroya er leyst frá 1. oktober 1975. Len eftir 33. lenarrammu í legtingslóg um tænastumannalønir v.m. Umsóknir mugu vera landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 15. august 1975. Feroya landsstýri - Blaðmaður Søkt verður eftir blaðmanni at byrja, tá blaðið kemur aftur úr summarfrí 20. august. Ringið ella skrivið innan 25. juli til Telef. 11820 . Box 76 . 3800 Tórshavn Setið sparipening tygara í FØROYA SPARIKASSA — fólksins peningastovn tað lønar seg Spinnid i Gøtu Tygum fáa gott tógv og skjóta avgreiðslu. Vit keypa óvaskaða og vaskaða ull og selja øll slog av før- oyskum tógvi. TØTINGARVIRKID v/Olavur Gregersen - tlf. 20 i Gøtu Heldur tú ikki BLAÐIÐ sum umboðar landsins størsta flokk? Undirritaði: Navn: Bústaður: tekni meg sum haldara av SOSTALINUM Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva til: box 76, 3800 Tórshaun, NN ES