mikudagur 23. juli 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
sosialurin
Sustalurin telf. I 1820, box 76, 3800 Torshavn
var: Foroya Javnadarflokkur
v:tjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 13242
Vient: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Langtiðarætlanir
VALLA HEYÐI nýggja landsstyrismanningin
funnið sær sæti í Tinganesi, tá sambandsflokk-
urin, ið hevði umsitið landsins figgjarmål i 22
av 27 árum, kom við uppskoti um, at fíggjar-
ætlan verður løgd fyri fimm år í senn, og eisini
hevur flokkurin, tað sum farið er av hesum ári,
áhaldandi talað og skrivað um langtíðarætl-
anir.
VIT HAVA Í hesum sambandi víst á, at hóast
sambandsflokkurin hevur havt um hendi
landsins figgjarmål í 22 av teimum 27 árunum,
vit hava livað undir heimastýrislógini, so hevur
hann kortini ongatið lagt figgjarætlan fyri
meira enn eitt ár í senn. Og so illa hesar eitt ára
ætlanir hava hildið, kunnu vit bert vera takk-
samir fyri, at talan hevur ikki verið um longri
áramál.
ÆTLAN OKKARA við hesum er ikki at lasta
teir persónar, sum sambandsfloksins vegna
hava fyrisitið figgjarmálum, men vilja vit við
hesum vísa á, hvussu ógjerligt tað er at leggja
langtíðarætlanir, tá grundarlag er ikki fyri
slíkum ætlanum. Hví halda figgjarlógirnar
ikki? Orsøkin man m.a. vera: inn- og útláns-
politikkurin hjá privatu bankunum, inn- og
útfluttningurin hjá privatu keypmonnunum og
skiftandi iløguhugur hjá privatu vinnulivs-
monnunum.
TÅ TALAN ER um langtidarætlanir, kunnu
vit annars gera vart við, at hetta just er góður
javnaðarpolitikkur, men ymiskar fyritreytir
eru tó, sum fyrst megu lúkast, áðrenn slíkar
langtidarætlanir verða lagdar. Eitt er at leggja
eina langtidarætlan. Eitt annað er, at hon
verður hildin. Og til tess tørvar ti almenna
ymisk amboð. Men sambandsflokkurin hevur
ongatið enn gingið við til at útvega ti almenna
hesi amboð. Her hugsa vit um tey amboð, sum
neyðug eru til tess at stýra figgjarvidurskift-
unum, handilsviðurskiftunum og vinnulivs-
politikkinum.
TAÐ ER LÍTIL dugur í, at tað almenna leggur
langtíðarætlanir, tá tað eru privatir stovnar og
persónar, ið umvegis privatu bankarnar umsita
mesta partin av peninginum. Tað er somu-
leiðis lítil dugur í, at tað almenna leggur lang-
tíðarætlanir, tá tað eru privatir stovnar og
persónar, ið umsita allan okkara handil, og tá
tað eru somu privatu Smovnar og persónar, sum
stýra vinnulivinum og allari vinnulívsútbygg-
ing og soleiðis hava sterstu ávirkanina á sam-
felagsstrukturin.
MEGINTREYTIN fyri langtidarætlanum er,
at javnaðarmálini — landshandil, landsbanki
og almenn stýring av vinnulívinum, verða
framd. Um so er, at sambandsflokkurin um-
síðir er komin upp á aðrar og betri tankar, skal
hann vera vælkomin at taka undir við hesum
málum. Og tá hetta er gjørt, er uppskotið um
langtíðarætlan undirbygt, og tá skal tað ikki
skorta upp á undirtøku frá javnaðarflokkinum.
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend á Skála kl. 11 og
á Selatræ kl. 18. Torkil Beder
í Leirvík. Í ellum trimum
plássunum verður altar-
gongd.
Fundur
Fundur verður í Missións-
húsinum við Landavegin í
kveld kl. 20.
Evangeliihúsið
Útifundur í Vestmanna í
kveld kl. 21.
Skráseting
Handilsskrásetingin = hevur
skrásett firma Bros við Ingolf
og Jákup Jacobsen, Tórs-
havn, sum báðir reka handil
(kiosk) í Tórshavn.
Skip
fyri 20 milj. kr.
Nýggja nótaskipið og hekku-
trolarin, Sigmundur Brestirs-
son, sum pf Vestmenningur í
Vestmanna hevur latið bygt á
skipasmiðuni í Jerundavaag
í Noreg, kom á Vestmanna
mánakveldið. Byggikostnað-
urin liggur um 20 milj. kr.
Nýtt blað
Feroya Kommunistiski flokk-
ur hevur givið út blað, sum
teir kalla Tidin. Tad er ætl-
anin, at blaðið fyrstu tíðina
bert skal koma einaferð um
mánaðin og fáast í leysasølu.
Sinni verður farið undir at
tekna haldarar. Blaðstjóri á
Tíðini er formaðurin í komm-
unistaflokkinum, Egon
Thomsen. Blaðið, sum er fjøl-
ritað, kostar 3 kr. eintakið.
Sigldi á land
Á veg av Fuglafirði leygar-
kveldið sigldi trolskipið
Norðfarið á land uttan fyri
Vík í Leirvík. Sjóverjuskipið
Fylla, Dagsstjørnan og onnur
skip komu til hjálpar, men
ikki fyrr enn kl. 18 sunnu-
kveldið eydnaðist tað Fyllu
at toga Norðfarið av aftur.
Skipið fór síðani inn á Skála.
Tað iekur ikki, men varð
mánadagin tikið upp til botn-
kanningar á Skála skipa-
smiðju.
Nr. 54 — 23. juli 1975
REIÐARAVIRKI
HEILSØLA
Kolonial & útgerð
FLAKAVIRKI
TIMBURHANDIL
KLÆDNABUD
SLEIPISTØD
SHELL-AVGREIDSLA
Deildir:
HANDELSHUSET
PESCADERO A-S
Skudehavnsvej 2
København Ø.
Tlf (01)297300 - Telex 15290
Partafelagid
J.F. Kjølbro
3870 Klaksvik - Føroyar
Telefon 55489 - Telex 81220
Telegramadressa:
Kjølbro Klaksvik
'TIMBUR
Lesið sosialin !
Haldið sosialin !
Keypið sosialin!
Sosialurin
— altid bestur!
Blaðmaður
Sekt verður eftir blaðmanni at byrja, tá blaðið kemur aftur úr
summarfri 20. august.
Ringið ella skrivið innan 25. juli til
Tølef, 11820 . Box 78 . 3800 Tórshavn
Feria
Verkstaðurin er stongdur vegna feriu frá 21.
juli til 18. august.
Carlo Petersen
Heldur tú ikki BLAÐIÐ
sum umboðar
landsins størsta flokk?
Undirritaði:
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSTALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
- =
SpSialurin box 76, 3800 Tórshaun,