mikudagur 23. juli 1975síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SN Sn
stubbar uttaneftir
EF-oljufundur
Stjórnarleiðararnir í felags-
marknaðarlondunum hava
skotið upp, at samráðing-
arnar millum tey oljufram-
leiðandi og oljubrúkaralond-
ini verða tiknar upp aftur
sum skjótast.
Franski forsetin, Valery
Giscard d'Estaing, sum tók
stig til tær fyrstu samráð-
ingarnar millum partarnar,
men sum slitnaðu í apríl
mánaða, legði á seinasta EF-
toppfundinum fleiri nýggj
uppskot fram, og hann upp-
lýsti seinni, at starvsbreður
hansara í felagsmarknaðinum
ongar viðmerkingar hevdu til
uppskotini.
Vilja hava Franco frá
Ein bólkur av 16 smáum for-
bodnum sentrums- og
vinstraflokkum í Spania hev-
ur mælt til, at spanska fólkið
vendir Franco, generali, bak-
ið. Bólkurin umfatar bæði
sosialdemokratiskar og dem-
okratiskar flokkar.
Sovjettiskur
generalur deyður
Ein framstandandi politiskur
yvirmadur í sovjettisku
våpnamegini, Ivan Khalipov,
er deyður 61 ára gamal.
Khalipov var eisini leiðari
fyri deildini, sum umfatar
alla vápnamegi á landi og
sjogvi.
Funnu deyðar
kvinnur i plastsekki
Politiid i Hamburg fekk hós-
dagin i farnu viku av berari
tilvild eitt spor at ganga eftir
í einari løgnari brotsgerð.
Undir einari kanning av
einari íbúð, sum eldur hevði
verið í nærindis Hamburg-
Altona, komu slekkiliðs-
menninir fram á tvær deyðar
kvinnur, sum vóru fjaldar í
einum plastsekki. Maðurin,
sum eigur íbúðina, og sum er
norðmaður, varð beint eftir
tikin til avhoyringar, men
hildið verður, at báðar kvinn-
urnar hava verið deyðar,
áðrenn eldur kom í íbúðina.
Sonur Roosevelt
stevnir
67 ára gamli James Roose-
velt, sum er sonur fyrr-
verandi amerikanska forset-
an, Franklin D. Roosevelt,
hevur stevnt Londonblaðnum
Sunday Telegraph fyri æru-
skemmandi skriving. Roose-
velt sigur orsekina vera, at
hann á ein mannminkandi
hátt er settur í samband við
eitt stórt peningasvik. Grein-
in í blaðnum var um sveits-
iska felagið Intervestors Ov-
erseas Service og stjóran í
felagnum, Bernhard Corn-
field, ið sigst vera illa um-
tóktur. Sunday Telegraph
heldur, at tann parturin av
greinini, har James Roosevelt
verður nevndur, ikki kann
skiljast sum æruskemmandi
skriving.
Stovna
sosialistiskan flokk
Hernaðarligu myndugleikar-
nir í Etiopia hava boðað frá,
at um stutta tid skal skipast
ein sosialistiskur flokkur,
sum skal taka sær av leiðsl-
uni í landinum. Hetta er
fyrstu ferð í nýggjari sogu, at
ein politiskur flokkur verður
skipaður í Etiopia. Tey 44
árini, Haile Selassie sat sum
keisari í landinum, var tað
ikki loyvt at skipa politiskar
flokkar í Etiopia.
sosialurin
Nr. 54 — 23. juli 1975
Kunnu framleiða
1500 tons av urani
i Grønlandi um árið
Urannøgdirnar í Kvanefjallinum í
Grønlandi eru so stórar, at møgu-
leiki er fyri at framleiða millum 1200
og 1500 tons um árið, sigur eitt lið av
bretskum sakkønum í
”
einari
frå-
greiðing til grónlandsmálaráðið
Serfreðingarnir siga tó, at ein
tílík framleiðsla eigur at verða
lagað eftir einari størri målm-
nøgd enn teirri, sum menn vita
um i dag, ti tad fer at geva størri
møguleikar fyri avskrivingum.
Tad er ikki heilt vist enn, um
ein so stór nøgd finst, men tað er
nógv, sum tað fyri ti sambært
jarðfroðisligu kanningarnar,
verður sagt í frágreiðingini.
Framhaldandi
kanningar
Skrivstovustjórin í grenlands-
málaráðnum sigur, at úrslitið av
hesum kanningunum saman við
Orkunevndin hjá fólkating-
inum hevur fyri stuttum fingið
eina frágreiðing frá kenslumála-
ráðnum um meguleikarnar í
Grenlandi. Av hesari frágreiðing
skilst, at kanningarnar, sum
higartil eru gjørdar, siga ikki
nóg mikið um meguleikarnar, og
hildið verður ikki, at tann rætta
løtan at taka stødu er nú.
16.000 tons tilsamans
Í frágreiðingini sigur ráðharrin,
at ein framleiðsla upp á eini 1500
tons um árið fer at ganga orku-
tørvinum hjá møguligum atom-
kraftverkum í Danmark á meti.
Tað verður undirstrikað, at
grønlendska uranið ikki verður
til fyrimuns fyri atomelverkini,
tí framleiðslan verður lagað eftir
prísum á heimsmarknaðinum. Í
frágreiðingini verður víst á, at
uranið í ein vissan mun fer at
tryggja orkuna og figgjarligu
javnvágina í Felagsmarknaðar-
londunum.
Kanningarnar higartil hava
vist, at umleid 16.000 tons av
urani eru í Kvanefjallinum.
Haraftrat vita menn um stórar
málmnegdir, sum tó ikki inni-
halda so nógv uran. Hesar nøgd-
irnar eru um 200.000 tons.
Uranið í Grønlandi fer at tryggja orkuna og fíggjarligu javnvågina i Felagsmarknaðarlondunum
tilfari frá Grenlands Geologiske
Undersøgelser seinni verða savn-
að í eini frágreiðing um, hvat
skal henda við uranrikidøminum
í Grenlandi.
Henda frágreiðingin verður
væntandi klár einaferð til heyst-
ar, og tá fáa politikkararnir høvi
til at taka stødu til eitt meiri
fullfiggjad kanningartilfar. Og
roknad verdur so vid, at meiri
umfatandi kanningar kunnu
byrja næsta summar.
Politibardagi
móti indianarum
Ein indianari og tveir polit-
istar úr amerikanska sam-
bandspolitinum FBI doyðu
næstseinasta friggjadag und-
ir einum skotbardaga á einum
bóndagarði í Pine Ridge-
reservatinum í statinum Suð-
ur Dakota, upplýsti ein FBI
talsmaður. Indianarar, sum
hoyrdu til Sioux-fólkið,
byrgdu seg inni á garðinum
næstseinasta hósdag, tá FBI
politistar komu á staðið fyri
at handtaka nakrar av indi-
anarunum.