leygardagur 26. juli 1975síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
NINE UL telf. 1 1820, box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Ko Astjørn: Vilnelm Johannesen (ábyrgd), telf. 56111
Johnsigurd Johannesen, telf. 132 I
ur og
pastetup: Prentsmiðjan á Heygsbreyt
Prent: Prentsmidja Dimmalættingar
Bådumegin vid
UM SOMU TID sum menn her å landi boda
frå, at teir hava sett å stovn Føroya Kommun-
istiska Flokk, uppliva vit, at einarædid og
kúganin i Portugal bert skiftir navn frá kapital-
istiskum einaræði og kapitalistiskari kúgan til
kommunistiskt einaræði og kommunistiska
kúgan.
HETTA VIL VID eðrum orðum siga, at
ódemokratisku viðurskiftini í landinum eftir
ollum at døma skulu halda fram, men bert
undir eðrum navni. Í ein vissan mun skilja vit
kortini, at menn eru ræddir fyri at seta á stovn
stovn sosialistiskt stýri á demokratiskum
grundarlag, tí sjálvsagt óttast teir fyri, at
kapitalistiski yvirgangurin, sum framdur varð
móti Allende-stýrinum í Chile, eisini verður
framdur móti teimum.
SUM ØLL MINNAST, varð Allende á demo-
kratiskum vali valdur at taka við stjórnarvald-
inum í Chile, men tá amerikanska imperialism-
an, sum í mong ár hevði roynt at forða fyri, at
Allende skuldi vinna eitt val, ongan annan
møguleika dugdi at síggja, læt hon CIA gera
tað skitna arbeiðið — at fáa Allende av dogum
og at seta eina kapitalistiska mótkollvelting í
gongd.
VIT, SUM TAKA undir við demokratisku
sosialismuni, kunnu ikki taka undir við
kapitalistisku kútanini av fjøldini. Men vit
kunnu heldur ikki taka undir við kommunist-
iskum einaræði, líka so lítið sum vit kunnu
taka undir við kapitalistiskum einaræði,
soleiðis sum vit kendu tað í Portugal og fram-
vegis kenna tað t. d. i Spanien og í Chile.
TAÐ ER EIN veit báðu megin, og tað er eins
vandamikið at koyra í veitina eðrumegin sum
hinumegin. Tískil hava vit figgindar upp á
báðar síður. Ødrumegin hava vit kapitalism-
una, ið av øllum alvi vil forða fyri sosialist-
iskum politikki, og hinumegin hava vit
kommunistiska einaræðið, har fjøldin kann
koma at líða undir tilvildarligum vitleysum
einaræðisharrum, og har fjøldin ongantíð aftur
sleppur at siga sína hugsan.
BÁÐIR HESIR fíggindar okkara eru farnir í
veitina. Teir liggja báðumegin við tann vegin,
sum kann fera fólkið til livilig kor í einum
frælsum landi, har tey hava samkomu-, skrivi-,
tali- og trúarfrælsi. Á hetta mál ferir einans hin
demokratiski sosialistiski vegurin.
TAÐ, SUM HENDI í Chile á sinni, taka vit
sum eina avbjóðing. Og um hendingarnar í
Portugal í seinastuni er tað sama at siga. Vit
vilja stríðast bæði ímóti kapitalistiskum og
kommunistiskum einaræði — og tað gera tit,
um tit sláa manngarð um javnaðarpolitikkin.
sosialurin
dagbókin
Gudstænastur
Sunnudagin prædika:
J. Follend á Skála kl. 11 og
á Selatræð kl. 18, altar-
gangir. Torkil Beder í Leir-
vík, altargangur, P. M.
Rasmussen í Havn, altar-
gangur, E. Vilhelm í Kald-
bak, Høgni Poulsen í
Miðvági, S. J. Joensen á
Viðareiði kl. 11, altargangur,
J. Weihe í Hvalba og Martin
R. Jacobsen í Sunba kl. 12 og
í Porkeri kl. 18.
Filadelfia
Í kveld -Gospel-evening kl.
20.
Telefonandakt alt sam-
døgrid á telf. 14880.
Evangeliihúsið
Telefonandaktin = á telf.
12266.
Fødingardagur
Sunnudagin verdur Bernhard
Fagralíð, Klaksvík, 70 ár.
Brúdleyp
Í dag giftast í Ørhus Vibeke
Eihild, Egå, og Gunnar
Simonsen, Klaksvik. Adr.:
Nordvangsvej 11, 8250 Egå.
I dag giftast i Guldager
kirkju Lissy Olesen, Varde,
og Virgar Joensen, Nólsoy.
Adr.: Guldager Forsamlings-
hus, 6732 Guldager pr.
Esbjerg.
I dag giftast i Elling kirkju
Kora Dahl, Klaksvik, og
Martin Aaen, Strandby.
Ut i Tinganes
Búskaparráðið og Føroya
Ídnaðargrunnur, sum hava
havt skrivstovuhøli í Føroya
Banka, eru nú flutt út í
Tinganes.
Aftur til Danmarkar
í dag
Russiski sendiharrin í Dan-
mark, sum hevur verið í Før-
oyum á vitjan síðani
týsdagin, endar vitjan sína í
dag, tá hann fer aftur til
Keypmannahavnar við flog-
fari.
Blaðið í
summarfrí
SOSIALURIN fer nú í
summarfri. Seinasta blaðið
fyri summarfrítíðina er blaðið
í dag, og SOSIALURIN
kemur so útaftur leygardagin
24. august.
Lesið sosialin!
Haldið sosialin!
Keypið sosialin!
Nr. 55 — 26. juli 1975
Kunngerð um ferðslu
á Olavsøku
Olavsøkuaftan og ólavsekudag í tíðini frá kl. 14.00 til
næsta morgun kl. 04.00 verður ikki loyvt at koyra eftir
ella parkera akfør á Niels Finsensgøtu frå og við á
Vaglinum til Tórsgetu
Í sama tíðarbili er tað bert loyvt at koyra tvertur um
Niels Finsensgetu vestureftir Sverrisgøtu og vestureftir
Kongagetu, meðan Mylnugøta eisini verður stougd fyri
koyring. i
Føroya landfåti
21. juli 1975
Klerens
Fólkabúðin
Bóka- og plåtusøla Oyggjaframa marxist-
leninista hevur ólavsgkuaftan og 6lavsøku-
dag opið frå kl. 12— 17.30.
FÓLKABÚÐIN
Gongin 28
(Inngongd í Reynagetu)
Vit hava altíð á goymslu
alt tilfar til
blikksmið
sanitet
hitaverk
ventilatión
Verður sent
um alt landið
Tlf. 11071 - Tórshavn
Lýsið i sosialinum
Heldur tå ikki BLADID
sum umbodar
landsins størsta flokk?
Undirritadi:
Navn:
Bústaður:
tekni meg sum haldara av SOSIALINUM
Sendið hendan lepa í afturlatnum brævbjálva
til:
= =
SOSlalUrin box 76, 3800 Tórshaun,