Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-07-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juli 1975síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 55 — 26. juli 1975 — — Mondul ognað Sverra Dahl Nýútkomna Mondul er ognað Sverra Dahl. — Hetta rit verður á 65 ára degnum 31. mars 1975 ognað Sverra Dahl, sum stovnsetti fornfrødilig vísindi í Føroyum og legði dygdargott steði undir virksemi Feroya Fornminnis- savns. I Mondli er ein sera åhugaverd grein, Søga og virksemi Føroya Fornminnissavn, sum Arne Thorsteinsson hevur skrivad. — Hugsanin um eina forn- gripagoymslu i Feroyum varð fyrstu ferð borin alment fram i 1890 av Jóannes bónda. Hetta var jú mitt í teirri gróðrarríku Feroyingafelagstíðini, og Forn- gripagoymslan er — eins og Fólkaháskúlin — eitt av teimum varðandi = úrslitunum, sum spurdust burtur úr tí mentarlívi, ið tá var. Ikki bar tó til beinan- vegin, og í komandi árum vendi Jóannes bóndi og bróðurin Sverri fleiri ferðir aftur til málið í blødum og serstakliga í ung- mannafelagnum Sólarmagn, sum eisini gjørdi nakrar miseydnaðar royndir at fáa gongd á. Men í 1898 eydnaðist tað. Sólarmagn kallaði saman til almennan fund í Havn á Olavsøku hetta ár, og varð har samtykt at seta á stovn Feroya Forngripagoymslu. Greinin er i nógvum smærri brotum við fleiri myndum og gevur eina góða fatan av virk- semi Fornminnissavnsins. Jóan Pauli Joensen, etnolog- ur, hevur eina forvitnisliga grein frá slupplivinum, Steikjupann- ina á rassin — eitt føroyskt riddaraslag. Um útgrevsturin í Sands kirkju hevur Knud J. Krogh, ið stóð fyri grevstrinum, eina for- vitnisliga frásegn upp á 33 blaðsíður. Hann fer nakað víðan, men tað er óivað neyðugt fyri at fáa demi so væl lýst sum meguligt. Ein grein er um Sverra Dahl sjálvan. Válkurin úr Skálavík hevur Nanna Hermansson, leið- ari av býarsavninum í Reykjavík skrivað. Eisini er eitt yvirlit yvir framsýningar tey seinastu 5 árini. Føroya Fornminnissavn gevur Mondul út. Bárður Jákupsson er blaðstjóri. Mondul er sera snoti- ligur. Væl og ógvuliga greitt uppsettur. Klárar og góðar myndir. Eitt sera áhugavert og fjølbroytt tidarrit. Er Anna Kathrina roynir BÆ ID 20 åra gamla Anna Kathrina Højgaard úr Havn er nú so smått farin at royna seg sum fotomodell, skrivar danska blad- ið Ekstra Bladet. Anna Kathrina, sum hevur fingið sær útbúgving sum fotografur í Danmark, sigur í samrødu við Ekstra Bladet, at tað er ikki eydnast henni at fáa nakað arbeiði sum fotografur enn, og tí hevur hon valt at royna seg sum fotomodell — ið hvussu er fyri- bils. seg sum fotomodell Tvær ferðir hevur hon latið seg avmyndað í Ekstra Bladet — báðu ferðirnar í sambandi við kappingar, sum blaðið skipaði fyri. Onnur kappingin var um Danmarks skenneste plet, har lesararnir kundu siga sína hugs- an um, hvar tann bletturin er, meðan hin snúði seg um Ekstra Bladets fotomodel 1975, sum júst er byrjað. Her prenta vit uppaftur aðra myndina sum hevur staðið í Ekstra Bladet. sosialurin Uppsparingin er grundarlagið VITI Tað sigur seg sjålvt, at tá talan er um lánveiting, verður stórur dentur lagdur á uppsparingina: Fyri pening á bankabók er rentan fyri tíðina: 8% p.a. bundin uppsparing 8% p.a. við 12 mánaða uppsøgn 6% p.a. við 6 mánaða uppsøgn 5% p.a. við 3 mánaða uppsøgn 4% p.a. við vanligum treytum SJOVINNUBANKIN okkara banki Síða 15 Bryggjað úr 1. flokks malti og humlu og reinum vatni