mikudagur 27. august 1975síða 5
‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 27. august 1975
sosialurin
Síða 5
USA stóð aftan fyri grikska
hermannastýrið í sjey ár
Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin,
åtti eisini at sitid å åkærubeinkinum saman
vid limunum i hermannastyrinum, heldur
sosialisturin, Andreas Papandreou
I veruleikanum fer einki at
henda teimum, sum hevdu
ábyrgdina av hermannastýrin-
um í Grikkalandi. Forsætisráð-
harrin, Konstantin Karamanlis,
hevur lovað amerikanarunum, at
einasta revsingin, sum teir skulu
fáa, verður nøkur ár aftan fyri
fongsulsrimarnar.
So mild er nýggja grikska
stjórnin mótvegis fyrrverandi
einaræðisharrunum, hóast meir-
lutin av fólkinum er fyri, at teir
annaðhvert verða dømdir til
deyða ella til lívlangt revsi-
arbeiði.
Tað eru nú nakrar vikur
síðani, at tað størsta sakarmálið
í Grikkalandi síðani kriggið,
nevniliga tað sonevnda Nf#n-
bergsakarmálið ímóti George
Papadopoulos, sum var odda-
maður fyri hermannastýrinum,
byrjaði í einum fongsli sunnan
fyri Athen.
Eg havi prógv
Eg havi nógv tilfar liggjandi,
sum progvar, at Konstantin
Karamanlis, stutt eftir at hann
hevði tikið við sum forsætisráð-
harri fyri einum ári síðani, mátti
lova amerikanarunum at limirnir
í hermannastýrinum skuldu fáa
linar revsingar, sigur leiðarin
í grikska sosialistaflokkinum,
PASOK, Andreas Papandreou.
— Hetta var ein treytin fyri, at
tann konservativi Karamanlis
kundi góðkennast sum nýggjur
stjórnarleiðari í Grikkalandi av
amerikanarunum !
Lyftið
— Eisini leiðarin fyri nýggja
flokkinum í landinum, sentrums-
samgongan, fyrrverandi ráð-
harrin Georg Mavros, skuldi
góðtaka amerikansku treytirnar
fyri, at Karamanlis kundi gerast
forsætisráðharri í teirri fyrstu
Andreas Papandreaou: —
Limirnir í hermannastýrinum
fáa linar revsingar
sivilu stjórnini í Grikkalandi í
sjey ár, sigur Papandreou. —
Bæði Karamanlis og Mavros
gjørdu so nógv fyri at koma upp
í stjórnina tá, at teir nú heldur
velja at vraka eitt fólkakrav um
deyðadóm yvir einaræðishærr-
arnar.
Andreas Papandreou, sum er
tann einasti sosialisturin millum
65 onnur vitni í sakarmálinum
ímóti limunum í hermannastýr-
inum, hevur sagt frá teimum
mest sjáldsomu hendingunum
undir hermannastýrinum. Hann
segði m.a., at kvettið, sum
Papadopoulos stóð á odda fyri,
varð framt 21. apríl 1967 av
einum lítlum bólki av heilavask-
Lýsið í sosialinum
Hava tygum
tryggingarspurningar
Tosið við
KJARTAN DALSGAARD
ferðandi tryggingarmadur
á Tórgarði - Tórshavn
$
S
S
S
&
S
5
$
&
Telf. 12940
adum bureaukratum, sum høvdu
starv i griksku fregnartænast-
uni.
Lyklastørv
— Yvirmenninir vóru fáir í tali,
men teir hevdu lyklasterv í
fregnartænastuni, sum hevur
sín uppruna í amerikansku
fregnartænastuni CIA, segði
Papandreou.
— Eg var sjálvur ráðharri tá,
og hevði m.a. ábyrgdina av
fregnartænastuni. Ti er tað, at
eg veig, at tann grikska fregnar-
tænastan varð skipað og figgjað
av teirri amerikansku. Tá eg
royndi at kanna hesi viðurskifti
fekk eg álvarsligar hóttanir frá
amerikanskum útsendingum,
sum ikki so mikið sum vóru
skrásettir sum amerikanskir
diplomatar.
— Papadopoulos og hinir
kvettmenninir, sum í 10 ár
starvaðust í fregnartænastuni,
gjørdu bert eftir boðum úr
Washington. Teir høvdu í veru-
leikanum einki samband við
yvirmenninar í herinum. Men
við stuðuli frá amerikanarunum
eydnaðist tað seinni teimum at
lumpa generalarnar.
Í 1968 greiddi táverandi
amerikanski varauttanrikisråd-
harrin, at amérikanska stjórnin
var misnøgd við Kyprospolitikk-
in hjá George Papandreou, sum
var faðir Andreas Papandreou.
USA hevði ynski um, at Kypros
var býtt sundur beint áðrenn
seks daga kriggið í 1967 við tí
endamåli at styrkja støduna hjá
Ísrael. Men tá George Papan-
dreou hevði aðra uppfatan av
hesum viðurskiftum, varð kvett-
ið framt.
Konstantin
— Nú er Kypros býtt sundur, og
USA hevur tí ikki brúk fyri
nøkrum grikskum hermanna-
styri longur, sigur Papandreou.
Ti helt eisini amerikanski stud-
ulin til griksku oberstarnar
uppat, og hermannastýrið varð
upployst.
Andreas Papandreou er eisini
av teirri åskodan, at fyrrverandi
kongurin i Grikkalandi, Kon-
stantin, átti at sitið á ákæru-
beinkinum saman við teimum,
sum hevdu ábyrgdina av her-
mannastýrinum:
— Konstantin royndi í 1967 í
samráð við generalarnar at
fremja eitt kvett við ti endamåli
at forða sentrums- og vinstra-
flokkunum at vinna valið, sum
tá beint skuldi vera. Tað visti
seg, at Konstantin slapp ikki
upp í part tá, og seinni varð
hann noyddur at flýggja úr land-
inum í desember sama árið eftir
eina miseydnada mótkvett-
roynd.
stubbar uttaneftir
So ofta sum gjørligt
Amerikanska forsetakonan,
Betty Ford, sum sigst at vera
sera bersøgin, hevur nú víst á
ein spurning, sum hon sigur
ongantíð hevur verið settur
henni. Spurningurin er, um
hon ofta fer í song við manni
sínum, Gerald Ford. Svar
hennara er: — So ofta sum
gjorligt.
Koyrdur úr húsunum
Oskar Rabin, sum er millum
teir leiðandi í forbodnu rersl-
uni fyri listarmenn í Sov-
jetsamveldinum, er koyrdur
út úr húsum sínum í einari
bygd nakað norðan fyri
Moskva. Talsmenninir, sum
bóru hesi tíðindini, segdu, at
Oskar Rabin hevur fingið
freist í ein mánaða at fara úr
Sofrontsovo i Vologdna-
landspartinum.
Blaðmenn
vístir úr Bangladesh
29 útlendskir blaðmenn og
fotografar hava fingið boð um
at fara úr Bangladesh bert 48
tímar eftir, at teir vóru
komnir til hevuðsstaðin
Dacca. Nýggja stjórnin í
landinim hevur sett pressu-
eftirlit í gildi. Serliga umfatar
pressueftirlitið útlendskar
blaðmenn, verður sagt.
Maria Peron
undir trýsti
Forsetin í Argentina, Maria
Estelle Peron, er nú undir
trýsti frá týðandi heryvir-
monnum í landinum, sum
hava sett ynski fram um, at
hon koyrir innanríkisráð-
harran, Vicent Damasco, og
herovastan Alberto Luma, úr
størvum teirra, siga keldur í
Buenos Aires.
Keldurnar siga, at um for-
setin fer ikki at gera eftir
ynskjum teirra, so eru nakrir
kvetthugaðir heryvirmenn
sinnaðir at taka við ráðharra-
sessunum í staðin.
Vaksandi arbeiðs-
loysi í Bretlandi
Arbeiðsloysið í Bretlandi er
vaksið nóg, og nú eru meiri
enn ein miljón fólk arbeiðs-
leys. Hetta svarar til umleið
5,4 pst. av øllum arbeiðs-
førum i landinum
I august vórðu skrásett til-
samans 1$.250.000 arbeiðs-
leys í Bretlandi ímóti 162.464
í farna mánaða. Hetta er
stersta talið á arbeiðsleysum
í landinum síðani seinna
heimsbardaga.
Leggur frá sær
Formaðurin í svenska fólka-
flokkinum, Gunnar Helen,
hevur boðað frá, at hann fer
at leggja frá sær sum formað-
ur. Boðini um, at Gunnar
Helen leggur frá sær, komu á
einum tíðindafundi, har hann
segði, at hann leggur frá sær
av persónligum orsøkumæ
Orsøkin er ógvuliga ein-
fald, segði Helen. — Í vár ov-
ervaði eg meg, og í summar
havi eg verið noyddur at
gjørt upp við meg sjálvan,
hvønn kostin eg skuldi velja
Avheilsuávum havi eg nú
avgjørt at lata tað yngara
ættarliðið sleppa framat,
segði Gunnar Helen.
Stillar upp
Fyrrverandi amerikanski
sendimaðurin í Paris og vara-
forsetavalevni hjá George
McGovern, Sargent Shriver,
hevur boðað frá, at hann fer
at stilla upp til komandi for-
setavalið í USA, sum verður
næsta ár. ,
Shriver er svågur Edwdfh
Kennedy, senator, sum fleiri
ferðir hevur sagt, at hann
ætlar sær ikki at stilla upp,
hóast flokkur hansara hevur
heitt á hann um at gera tað.
Búskaparmála-
ráðharrin deyður
Belgiski | búskaparmálaráð-
harrin, Alfredo Oleffe, er
deyður 61 ára gamal. Oleffe,
sum var limur í kristiliga-
sosiala flokkinum, doyði aft-
an á eina skurðviðgerð.