Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-08-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. august 1975síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 SpSjalurin telf. 11820, box 76, 3800 Tórshavn Utgevari: Foroya Javnaðarflokkur Hluðstjórn: Vilhelm Johannesen (ábyrgd), telf. 5 6411 Johnsigurd Johannesen, telf. 132 42 Silsúr og paste-up: Prentsmiðjan á Heygsbreyt Prent: Prentsmiðja Dimmalættingar Húsarhaldsskúlar SPURNINGURIN um stuðul til bygging og rakstur av húsarhaldsskúlum kring landið var eitt av málunum, sum løgtingid hevði til við- gerðar nú tað var saman. LANDSSTÝRIÐ hevur skotið upp, at til bygging, umbygging ella keyp av húsum til húsarhaldsskúlar skal landskassin veita rentu- frítt lán svarandi til 50 pst. av kostnaðinum, meðan viðkomandi kommuna skal lata 25 pst. Viðvíkjandi innbúgvi og skúlaamboðum verður skotið upp, at landskassin rindar 50 pst., og at landið átekur sær 70 pst av rakstrinum. LANDSKASSIN letur i løtuni stuðul til húsar- haldsskeið, sum hildin verða í húsum Klaks- víkar húsmeðrafelags, har triðja skeiðið júst er byrjað. Tað fyrsta skeiðið varð hildið á heysti 1974. Eitt skeið upp á triggjar mánaðar varð hildið í vár, og hetta sum nú er byrjað, ætlast at vara í fýra mánaðar. Tá oll hesi skeið hava verið yvirteknað í rættuliga stóran mun, má haldast, at royndirnar higartil hava sýnt, at tervur veruliga er á slíkum skúlum. VISANDI TIL tað stóra tal av føroyskum gentum, sum á hverjum ári leita sær til Dan- markar á slíkar skúlar, hava menn hildið fram, at tervurin á slíkum skúlum er rættuliga stórur. Vit ivast tó í, um hetta er nóg trygt grundarlag at byggja húsarhaldsskúlar á, og trúgva neyvan, at hesir skúlar vilja linka streymin av foroyskum gentum til Danmarkar, ti neyvan eru tað allar, ið fara til Danmarkar fyri at sleppa á húsarhaldsskúlar, men heldur fara tær á húsarhaldsskúlar fyri at sleppa til Danmarkar. MEN KORTINI ivast vit ikki i, at tørvur er á slíkum skúlum í Feroyum, og sjálvandi skulu vit hava bæði skúlar og ferðandi skeið í mat- gerð. Men vandi er í hvørjari vælferð. Og her er vandin tann, at vit skjótt kunnu ætla meira til, enn tervur veruliga er á. Vit skulu nú helst ikki eisini hava húsarhaldsskúlar á hverjum tanga. Tað er ti rimiligt, at tørvurin, bæði á húsar- haldsskúlum og ferðandi skeiðum í matgerð, fyrst verður gjølla kannaður, soleiðis at vit ikki fáa fleiri skúlar við ongum ella bert fáum næmingum. EITT ANNAÐ vandamál er hin ovurhonds , stóra centraliseringin av øllum skúlaskapi i hovuðsstaðnum. Tó hava menn í seinastuni tosað nógv um decentralicering av skúlaskapi, og HF-skeiðini, sum eisini vórðu løgd uttan fyri høvudsstadin, eru ivaleYst eitt úrslit av hesum práti, og vónandi verður nakað av hesum práti aftur sýnt í verki, nú stuðul skal veitast til bygging av húsarhaldsskúlum. sosialurin dagbókin Gudstænastur Sunnudagin prædika: J. Follend í Rytuvík kl. 11, altargangur, S. J. Joensen á Viðareiði kl. 11 og í Hvanna- sundi kl. 19, K. O. Videre í Fámjin, J. Magnussen í Klaksvík kl. 11 — innsavning til frama fyri kirkjuna — Høgni Poulsen í Servági, skriftarmál kl. 11.40, N. P. Danielsen í Oyndarfirði kl. 12, altargangur, og á Strond- um kl. 16, barnagudstæn- asta, P. M. Rasmussen á Eiði kl. 11, Kjartan Mørkøre i Kaldbak og Martin R. Jacob- sen i Vågi kl. 11. Í ollum kirkjum í Suðuroy verður innsavning til frama fyri Guds orðs útbreiðslu. Evangeliihúsið Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli. Í telefonandaktini, telf. 12266, talar Dennis Burnett. Pedagogprógv Malan Martinsdóttir Hansen, Fuglafjørdur, hevur tikið progv sum barnaforsorgs- pedagogur í Bagsværd Børneforsorgsseminarium. Handilsskålaprogv Kári Justinussen, Tórshavn, hevur tikið hægri handils- skúpaprógv á Niels Brocks Handilsskúla. Framsýningin Brugskunst i Hverdagen, sum læt upp å Håskulanum hósdagin, endar sunnudagin. Opið er frå kl. 14—20. Hetta er ein norðurlendsk ferða- framsýning. Misskiljing Ymsar misskiljingar vóru komnar í grein blaðsins mikudagin um silaalistødirn- ar vid Streymin og i Skåla- botni. Jåkup Sverri Joensen, fiskifrødingur, sigur, at teir nu eru førir fyri at framleida millum 200 og 300 tons um árið, og útbyggingin er liðug. Avbera góður terri Teir siga frá avbera góðum terra í Haldórsvík. Í samfull- ar 14 dagar var sólskin, og hoyggingin er nú um at vera liðug. Tað unga fólkið, sum hevur verið heima í summar- fri, er nú farið úr bygdini aftur. Meginparturin av mannfólkunum er til skips við kraftblokkabátum. Nýggja flakavirkið í Hal- dórsvík fer at taka ímóti eina- ferð í oktober. Endaliga kostnaðurin av virkinum verður nú 4,2 milj. kr. Tað er bert ein bátur, sum rer út í Haldórsvík. Tað er Fiski- varði, og seinastu dagarnar hevur hann fiskað 70.000 pund Nr. 58 — 30. august 1975 Aðalfundur felagsins verður mánadagin 1. september kl. 20 á Hotel Føroyum. Dagsskrá sb. lógina. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag UTSØLA Fríggjadagin 29. august kl. 9 byrjaðu vit út- sølu og halda fram til månadagin 8. sep- tember. FI J.C. Svabosgøta 12, tlf. 11536 Telefon 1225 Telex 21 Ur Køben- Ur Halm- skip havn ÚrÁlborg stad Úr Leith Í Feroyum BLIKUR 29/8 28/8 1/9 RÓKUR 28/8 29/8 2/9 RAVNUR 2/9 8/9 BLIKUR 5/9 8/9 FALKUR 4/9 8/9 BLIKUR 12/9 11/9 15/9 RAVNUR 16/9 17/9 22/9 BLIKUR 19/9 22/9 BLIKUR 26/9 25/9 29/9 RAVNUR 30/9 1/10 6/10 Falkur fermir í Delzijl 2/9. Ravnur fermir í Drammen 18/9 og 2/10. Stórt úrval av kuffertum Maria Poulsen & Co. telf. 12000 - 12001 - Tórshavn