leygardagur 30. august 1975síða 10
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
sosialurin
Nr. 58 — 30. august 1975
Loftskipini — koma tey aftur?
Týska loftskipið „Graf Zeppelin« var uppkall-
að eftir uppfinnara sínum og var serstakliga
gjørt til langferðir. Tað kundi vera í luftini í 5
samdøgur og var so glæsiligt innan sum tey,
ið ferðast við teimum nútímans flogførunum
í dag als ikki vita um at siga.
Manningin var 39 undir leiðslu
av ti 61-åra gamla flogskiparan-
um Hugo Eckener. Flogskipar-
arnir vóru triggir i tali, triggir
Onglandi, Sovjetsamveldinum,
Spania, Australia og Schweiz.
Bert tvey av ferðafólkunum
hevdu goldið teir 40.000 markar-
„Graf Zeppelin« sveimar yvir skýskravarunum i New York
navigaterar, seks róðursmenn,
fýra motorpassarar, ein elektrik-
ari, fimtan mekanikarar, tveir
fjarritarar, ein gass-umsjónar-
maður, ein hovmeistari, ein
messudrongur og ein kokkur.
20 ferðafólk
úr 9 londum
Tey tjúgu ferðafólkini vóru úr
níggju ymiskum londum: seks
amerikanarar, fimm týskarar,
triggir japanarar og eitt úr
hverjum av hesum londum:
Í „sú
nar, sum ferðin kostaði, hini
vóru antin send av stjórnum
sínum ella boðin við sum gestir.
Tey flestu av ferðafólkunum
vóru umboð fyri pressuna, og
serstakliga var tað amerikanski
blaðkongurin William Randolph
Hearst, sum hevði lovað at
gjalda munandi part av útreiðsl-
unum móti at fáa einkarrætt til
at senda frásagnir frá ferðini.
Hvert ferðafólkið slapp at hava
20 kilo av viðfori og eina skrivi-
maskinu við sær.
So hugnalig var matarhellin umborð á »Graf Zeppelin«. Hegrumegin sæst ein av kahúttunum
Tey fara
Í lýsingini t. 15. aug. 1929 varð
tað stóra tyska loftskipið gjørt
til reiðar at lætta sær á frá
stødini í Friedrichshafen við
Boden-vatnið. Ferðin skuldi
ganga tvørtur um eystur- Europa
og Sibiria til Tokyo, yvir tað
endaleysa Kyrrahavið til Los
Angeles, tvertur um amerik-
anska meginlandið til New York
og so heimaftur. Ein tilík ferð er
ongantíð gjørd fyrr ella eftir-
síðan við einum loftskipi.
Spenningurin millum áskoð-
ararnar var óferur, tá Eckener
gav boðini: — So fara vit! Tá
loftskipið var farið á flog og
ferðafólkið hevði sett seg við tað
hugnaliga morgunmatarborðið,
kom ein av flogskiparunum og
segði frá, at á fyrsta teininum av
ferðini til Japan mátti sparast
upp á vatnið. >Vit ætla okkum
ikki at stødga nakra staðni á
leiðini fyri at fåa okkum meira
útgerð,< legði hann brosandi
aftrat.
Hvítir dúkar og
dyrabært postalin
Seks timar seinni sveimadi loft-
skipið inn yvir tað veitslu-
skrýdda Berlin. Allar getur vóru
flaggskrýddar, og mannfjeldin
rópti: >Auf Wiedersehen!< Utt-
an fyri Stettin fingu ferðafólkini
morgunmat við trimum rættum.
Á borðunum vóru hvítir dúkar,
Stanovoj-fjøllini í Sibiria sæð úr stýrhúsinum á loftskipinum. Á myndini høgrumegin eru teir
komnir til Tokyo, har stór mannfjøld tekur ímóti teimum
dýrabært postalin og fín gløs —
har varð ikki sitið og vigað við
einum bíligum plastbakka á
knøunum sum nú í jetøldini!
Seinnaparturin leid skjott —
skrivimaskinurnar gingu heitar
og fototólini kliktu. Danzig
heilsadi loftskipinum vid øllum
kirkjuklokkunum i bynum, i
Kønigsberg var allur býurin á
fótum og fólk veittraðu sum óð.
Stutt eftir midnátt, tá loftskipið
nærkaðist Ural-fjøllunum, sá
ferðafólkið eina óvanliga sjón:
Ein veldugur skógareldur var
íkomin og jerðin sást næstan
ikki fyri eldi og royki.
Næstan líka stórt sum
eitt ferðamannaskip
Bæði manning og ferðafólki
tóktist hetta loftskip næstan
líka so trygt sum nakað ferða-
mannaskip: Men loftskipið var
eisini stórt — 236,5 metrar
langt, 33,7 metrar høgt og 30,5
metrar har tad var breidast, men
i mun til hesa risastødd var
vektin litil, einans 55 tons. Tann
sigardånadi skrokkurin hevdi 17
rúm, sum vóru full av vatnsevni
(brint). Veggirnir i hesum rúm-
um vóru gjørdir år samanlim-
adum neytavilum. Sjálvt hylkið
var gjørt úr tjúkkum tilfari, sum
uttan var málað við einum
serligum silvurliti, sum skuldi
verja móti sólargeislunum.
Í stálkáplum undir sjálvum
skipinum hingu fimm motorar,
hvor við 12 cylindarum og 530
hestar til støddar Mesta ferðin
hjá loftskeipinum var 128 km/t.
Hetta ljóðar kanska ikki av so
nógvum, tá mett verður saman
við nútímans flogfor, men tein-
urin, sum loftskipið kundi
flúgva, var heilar 12.000 km!
Tann 19. aug. kom loftskipið
til tann einsliga býin Jakutsk
við ánna Lena, og har varð
kransur blakaður niður til minn-
is um teir týsku kriggsfang-
arnar, sum høvdu mist lívið i
Sibiria.
Vatnið
frå »das Vaterland
75 tímar eftir avstaðferðina kom
loftskipið tíðliga á kveldi til tað
flaggskrýdda Tokyo. Tá tað
lendi, stóðu 50.000 japanarar
fyri teimum og róptu hurrá.
Meðan teir fingust við at lenda,
rann nakað av vatnbarlastini
niður, so nakrar týskar damur,
ið har stóðu, vórðu igjøgnum.
Ein teirra helt fagnandi fyri,
meðan tárini runnu henni niður
eftir kjálkunum: >Hatta ger ikki
petti — tí hatta er vatn úr das
Vaterland !<
Fyri bæði manning og ferða-
fólk var hetta ein sonn ævintýr-
ferð. Tann 1. sept. gekk leiðin
heimaftur frá New York yvir
Azorurnar . . . Kap Finisterre
. . . Santander . . . Bordeaux og
so: Friedrichshafen, sum lå har
flaggskrytt. Henda ferdin runt
um knøttin var gjørd”eftir 20
samdøgrum, fýra tímar og
fjúrtan minuttir. Av hesum
hevði loftskipið verið 12 sam-
degrum, fýra tímar og fjúrtan
minuttir. Av hesum hevði loft-
skipið verið 12 samdegur, tólv
tímar og 20 minuttir í luftini.
Ferðirnar
fáa bráðan enda
Í árunum 1932—37 fleyg >Graf
Zeppelin regluliga millum
Týsklands og Rio de Janeiro.
Meira enn 13.000 ferðafólk vórðu
flutt á hesum ferðum, sum vóru
590 í tali uttan at nakað óhapp
hendi, men t. 6. mai 1937
sprongdist loftskipið >Hinden-
burg<, sum var uppaftur glæsi-
ligari, í luftina í Lakehurst, og
35 fólk lótu lív í eldinum. Hetta
fekk týskarar at halda uppat við
loftskipaferðunum.
Men í dag eru mong lond aftur
farin at byggja loftskip, bæði
Týskland, Ongland, Frakland,
Eysturríki og Sovjetsamveldið,
so ikki er óhugsandi at hesi
stoltu før enn einaferð fara at
koma aftur til heiður og æru, og
ein stóran fyrimun hava tey:
teimum nýtist ikki hesar longu
og dýru flogvellirnar.