Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. september 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Summargestur: — Smyril er eitt ringt sjóskip — Skipið hevur ov ringan stabilitet, og rullingin er ov harðlig, sigur summargesturin, sum hevur útbúgving sum skipsførari Tað er rættiliga ymist, sum fólk hava latið at Smyrli, ið hevur røkt ferðamannasigling í norður- londum í summar. Vit hittu ein summargest í Havnargetum og spurdu hann, hvat hann helt um Smyril. Summargesturin, sum er skipsforari, hevði nakrar við- merkingar til skipið og keypið av Smyrli. Ótrygt skip Um tryggleikan segði hann: — Eg havi siglt nógv og veit, at eitt skip skal hava ein vissan stabilitet. Og Smyril er eitt ringt sjóskip. Rullingin í einum skipi má mátast í mun til hvussu langt er úr borði í borð í skipinum. Tann tíð, tað tekur skipinum at rulla úr einum borði yvir í hitt og aftur mált í sekundum, skal vera meira enn breiddin í skip- inum, máld í metrum. Tástani er skipið stabilt nokk. Men á Smyrli er rullingin ov harðlig. Hann er 17 metrar breiður, og eftir hvat ið eg máldi, hevði hann bara 8 sekundir um at rulla yvir og aftur. Tað vil uppaftur siga, at ferðin, ein maður hevur upp og niður um hann stendur úti í borðinum, verður so ødilig, ja meir enn tvær ferðir so nógv, sum hann tolir. Um rætt var, so skuldi Smyril havt meira enn 17 sekundir um at rulla yvir í eitt borð og aftur. Hetta er eitt farligt skip. Einki yvirskot — Landsstýrið hevur keypt Smyril og hevur eisini reypað sær av honum. Og nú síggi eg, at teir hava sligið tað stórt upp, at teir hava eitt yvirskot upp á 1,5 miliónir. Men alt tað eg havi frætt, so er hetta yvirskot roknað, áðrenn teir hava trekt frá rentur og avdrøg. Ti kann við vissu sigast, at Smyril hevur ikki havt yvirskot, sum er so stórt. Eg vil heldur ditta mær at spyrja, hvussu stórt undirskotið hevur verið. DL eee LL LA ek [| [AA Atløgubryggjan á Kósini í Klaksvík verður nú , útbygd. Fyrsta ætlanin var at Jeingja bryggj- j una við 100 metrum, men nú koma 15 metrar aftrat. Samlaði kostnaðurin verður mettur til 4,5 milj. kr. Tá er projekteringin ikki íroknað. Longdin av bryggjuni verður lagað eftir bygninginum, sum pf J.F.Kjølbro hevur í hyggju at byggja upp í flakavirkið á Kósini. Hesin bygningur verður 62 metrar til longdar. I NNANSARSANNANKANNAANNRONNOSANNERASANARRØSSARNNANRRNNNANNERRANRANNNNKSSØNKNANNI | mt mæ SS NS INNNNNNNNNND ÆANNNNANNNNNNNNNNNNENSRSENNNNNNNNNENNNNSNNENSNNNNDNDDN Umborð Hann visti at siga okkum, at har var rættuliga dýrt at kepya umborð. — Tað, sum eingilskmenn kalla Bonded stores ella so- nevndar tollfriar verur, verða umborð seldar við vinningi upp til 200—300%. So, um nekur stórinnteka er av Smyrlinum, so er tað av brennivins- og siga- rettseluni. — Tíðliga um kveldið fingu vit í hátalarnum at vita, at smyrjibreyð fór at vera at fáa til klokkan 10 um kveldið uppi í Cafeteria. Vit fara upp og fara framat. Klokkan mundi vera um 4 Jógvan í Dali: Eg haldi, at merkið hóskar væl, og tað er eisini rætt at yvirtaka postverkið. Annars haldi eg, at myndugleikarnir áttu at arbeitt vid yvirtøku av meiri tydandi målum. 9.30. Har fåa vit at vita, at kokkarnir hava fri, og ti er einki at fáa. »Sein kúgv fær skitið gras<. Og tað kann sigast um Cafeteria og servisuna sum heild, at har umborð er hon so vánalig, sum eg aldri havi upp- livað hana áður ella nakrastaðni. Tað er hesin mikro-maturin, sum teir bjóða. Vit bóðu um, men har frættu vit, at mikro- ovnarnir vóru í ólagi. Men rísið kom so á borðið. Tá var tað so hart, at felliknivur beit ikki á tað. Men, helt summargesturin, nú er keypið gjørt, so nú ræður bara um at fáa sum frægast burturúr. Jón Ásgeirsson: Í mun til hini norður- lendsku postmerkini er tað foroyska meiri eyðsýniligt, tí tað er so einkult og væl komponerað. Eg havi onga meining um yvirtøkuna av postverkinum. Politikkarar eru fólk, sum nýta nógva tíð at semjast um, at nakað má gerast skjótt. PEllefsen veit, at langtíðar- ætlanir hava tann fyrimun, at tað ganga fleiri ár, áðrenn fólk varnast, at tær eru skeivar. Bæði Egyptaland og Israel vilja slaka, men báðir partar halda, at tað má vera eitt mark. Hvat heldur tú um valið av postmerkinum og ætlanina at yvirtaka postverkið? Martin á Mýruni: Tað er rætt at yvirtaka postverkið. Postmerkið haldi eg er ov einstáttað.