Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. september 1975síða 8

‹ fyrra síða allar 8 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosjalurin — Stabitiliteturin á Smyrli er í lagi — sigur Sofus Sivertsen, skipasýn- ismaður, sum I rÅ hesi grein m.a skrivar, at fólk hava ringt til sín, aftaná at tey hava lisið SOSIALIN seinasta leygardag og sagt, at tey fara ongantíð aftur umborð í Smyril SOSIALURIN hevur prát við summargest leygardagin 6. sep- tember 1975 um »Smyril« Um so er, at SOSTALURIN hevur refererað beint, so veit ein og hver, ið hevur eitt lítið sindur av kunnleika um stabilitet, at tað sum har er sagt av summar- gesti, er púrt einki skil í Summargestur sigur at Smyril hevur ov ringan stabili- tet, og sum grund fyri henda påstand sigur hann, at: „tann tíð, tað tekur skipinum at rulla úr einum borði yvir í hitt og aftur mált í sekundum, skal vera meira enn breiddin í skipinum, máld í metur«. Henda »tummulfingurregul« kenna vit. Summargestur hevur tikið tíðina av rullingini hjá Smyrli, og tað hevur bert tikið 8 sekundir hjá skipinum at koma aftur til útgangspunktið. Hetta er júst prógv um, at Smyril hevur sera góðan stabili- tet, og ikki sum summargestur sigur ringan stabilitet. Um tað hevði tikid 17 sekundir at komið aftur til út- gangspunktið, soleiðis sum summargestur sigur, at tað átti Ov stórur munur á hjálpini til sjúkar arbeiðsmenn — Hann, sum verður sjúkur á annan hátt enn av skaðaávum, verður fullkomuliga settur uttan fyri samfelagið, sigur Martin Kúrberg - Sum stødan er í løtuni, verður tann timalønti arbeiðsmaðurin, sum gerst sjúkur á annan hátt enn av skaðaávum, fullkomuliga settur uttan fyri samfelagið, sigur Martin Kúrberg, formaður Havnar Arbeiðsmannafelags. Hann sigur seg vita um 10 í Havn, sum eru vorðnir sjúkir á annan hátt enn av skaðaávum, og sum eru ella hava verið á sjúkrahúsi, umframt uppaffur fleiri úti á smáplássunum. Hesir menn við familju fáa púrt einki at liva fyri í mun til teir, sum verða sjúkir av skaða ávum, og sum fáa hjálp fra van- lukkutryggingini. Og tað sigur seg sjálvt, at teir fara á húsa- gang, sigur Martin Kúrberg, sum heitir á myndugleikarnar um at fáa reglurnar broyttar so, at eingin munur verður Nýggjar lógir í fjør Sum reglurnar eru, fær hann, sum verður sjúkur av skaða- ávum eina vikulen frá arbeiðs- gevara og arbeiðsmannafelag, og 15. dagin aftaná tekur van- lukkutryggingin við. Frá van- lukkutryggingini fær tann sjúki 650 kr. um vikuna, sambært nýggju lógina, sum kom í gildi 1. januar í fjør. Hann, sum verður sjúkur av ødrum enn av skaðaávum, fær eftir galdandi reglum aftan á triggjar vikur 40 kr. frá Havnar Arbeiðsmannafelag um dagin, og hevur hann verið í arbeiði hjá sama arbeiðsgevara, fær hann 20 kr. um dagin haðani, tó longst í triggjar mánaðir. Soleiðis er stødan í Havn- ini. Men tann, sum i seinna før- inum verdur sjukur uti å små- plåssum, er sjálvsagt nógv verri fyri. Og teir eru nógvir, sigur Martin Kúrberg. Formaðurin í Havnar Arb- eiðsmannafelag heldur, at teir, sum eru vorðnir sjúkir á annan hátt enn av skaðaávum, eru nógv ringastir fyri í samfelagn- um, og at teir sum stødan er, ið hvussu er áttu at sloppið uttan skattgjalding ta tíð, teir eru sjúkir. Hetta er einki irimiligt krav, ti teir verða sanniliga settir uttan fyri samfelagið, meðan sjúkan varir, sigur Martin Kúrberg. Nátabátin og motorin keypa tygum frá P/f Marinplast tlf. 14025 Kaldbak at gjørt, so hevdi Smyril havt nogv vånaligari stabilitet, enn hann hevur i dag. Orsøkin til, at eg havi biðið SOSIALIN um at seta hesa rættleiding i bladid, er tann 1) at tå skipid skuldi keypast, varð eg av landsstýrinum spurd- ur um, hvussu stabiliteturin var, og kundi eg út frá teimum fyri- liggjandi upplýsingum og be- rokningum siga, at stabiliteturin var heilt góður, sum eisini seinri bleiv váttað av hægri myndug- leikum. 2) at fólk hava ringt til mín, aftan á at tey hava lisið SOSIALIN og sagt, at tey fóru ongantið umborð á Smyril, ti hann hevur so ringan stabilitet, og tey hava spurt meg, um tað er satt, at stabiliteturin er so ringur sum sagt er frá í SOSI- ALINUM. Eg kann ugga hesi fólk og siga, at teimum nýtist ikki at óttast. Stabiliteturin á Smyrli er góður. Sofus Sivertsen Statens Skibstilsyn Oli í Åarstovu Eftir drúgvar kanningar i try ár er ein rúgvismikil frá- greiðing upp á fleiri hundrað ork komin um telefonhúsið í Klaksvík. Nidurstødan: Tekj- an fór av vindi. Eg gitti tað altid. pf KEMILUX Torshavn - Tlf. 13124 Føroysk framleiðsla Uppvask og løtt reingerð (vid citrón) Uppvask og løtt reingerå Upp-og-nidur vask 4,25 1/2 ] 3.75 6,00 Upp-ognidurvask extra, til grova reingerå 6,30 KEMISAN, desinfiseringsevni, t.d. WC og badikør 6,20 KEMISAN Extra, desinfiserings- og reinsi- evni til badikør, WC og kloakkir. Upploysir feitt Flótandi hondsápa Hársjampo Skúmbað Glaspuss Gólvreinsievni til bonað gólv Flótandi bonivoks Vaskievni til bonað gólv Vaskibon Oljureinsievni KLIN, hondreinsievni til verkamannahendur 2002, vaskievni til bilar og reinskan av motorum FAROL, til tjøru og asfalt Teppisjampo Antidøgg Bilsjampo Bilsjampo vid voks Flótandi bilbonivoks Rustloysari Gróður-reinsievni Sildavask Polerdúkur Sápuautomatir Trykkreinsari Bustir Klútar Pappirshandkilædi Hondteppimaskina Målingasproyta 8,50 4,25 8,50 6,00 4,00 K 7 9,40 9,25 ,75 12,00 12,00 9.00 - - 5,25 1/4 I 8,60 1/2 I 3,75 1/4 I 5,75 1/2 | 6,50 15,00 7,65 10,65 Fyrsta floks vøra fyri ein lågan eru pris Prisirnir vegleidandi Kann fáast í ollum handlum. Eigur at verða roynt av ollum, ið brúka sápu.