leygardagur 13. september 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 62 — 13. september 1975
sosialurin
Síða 7
Strid um skúla-
koyringina i Hvalba
Koyringin helt uppat, ti kommunan vildi ikki
gjalda sin part av koyringini
Strid hevur verid i Hvalba um
skulakoyringina i bygdini, men
landsstýrið hevur avgjørt at lata
skúlakoyringina halda fram utt-
an um kommununa. Hetta
verður gjert eftir tilmæli frá
skúlastjórnini.
Einir 60—70 næmingar úr
Formaðurin afturvaldur
Kurt Hansen heldur fram
sum formaður í Havnar
Badmintonfelag
Havnar Badmintonfelag hevði
herfyri aðalfund, har Kurt
Hansen varð afturvaldur til for-
mann.
Hinir nevndarlimirnir eru Tor-
gerð Nielsen, Guttormur Eyst-
uroy, Petur Hansen og Óli
Mikkelsen. Óli Mikkelsen er
komin í nevndina í staðin fyri
Torein Rein.
Reglurnar eru tær, at for-
maðurin verður valdur hvert ár,
meðan nevndin verður vald
annaðhvert ár.
Hvalba ganga í skúla á Tver-
oyri. Hetta eru næmingar, sum
ganga í 8. og 9. flokki og á real-
deildini, og teir verða koyrdir
ímillum við bussum. Í farnu
viku hendi tað, at koyringin helt
uppat, tí kommunan vildi ikki
gjalda sín part av koyringini.
Kæra varð send skúlastjórnini,
sum síðani mælti landsstýrinum
til at seta koyringina í verk aftur
uttan um kommununa.
Tóku 20 seyðir
í Prestskorðum
Leygardagin vóru hvalbingar í
Prestskorðum. Teir tóku 20
seyðir, sum vigaðu millum 40 og
80 pund. Fjellini eru eisini
gingin. Í fjor viðraði so illa, at
teir sluppu ikki í Prestskorðar
eftir seyði.
Tað hevur verið vanligt at
draga seyðin upp, men leygar-
dagin viðraði so mikið væl, at
teir kundu reka seyðin so langt
oman í gjónna, at teir kundu
taka hann haðani við bátum.
Hetta hevur ongantíð verið
gjørligt fyrr.
150 nátar um dagin
Hvalbingar hava eisini verið
eftir nátum. Teir liggja um 100
til 150 nátar um dagin. Fuglurin
verður seldur fyri 7—8 kr.
stykkið.
Keypa fisk aftur
Glyvraberg landaði í farnu viku
17.000 pund til Snarfrost í Mið-
vági. Niels Pauli avreiddi 10.000
pund til Nyk á Toftum.
Teir fara nú aftur at keypa
fisk í Hvalba. Eingin fiskur
hevur verið keyptur har í
summar, men nú troltíðin fer at
halla, fer pf. Agnvík aftur at
keypa fisk. Ætlanin er eisini at
fáa eitt samarbeiði í lag við
nýggja flakavirkið á Tveroyri.
Fýra útlendingar
á Háskúlanum
Háskúlin fór í vikuni undir
regluliga skúlagongd. Tilsamans
33 næmingar eru á hesum skeið-
inum, sum varir til februar
næsta ár. Tað eru ikki bert før-
oyingar, sum fara á háskúla. Á
hesum skeiðinum eru eisini fýra
norskir næmingar.
Steinbjørn B. Jacobsen, hå-
skúlastjóri, sigur, at í år fer
háskúlin eisini at taka næming-
ar, ið umframt vanligu læri-
greinirnar skulu hava týskt og
nakað meiri av matamatikk, enn
hinir. Hetta eru næmingar, sum
ætla sær á HF seinni. Fyri at
koma á HF krevst, at næmingur
hevur havt hesar báðar læri-
greinirnar frammanundan, og
hetta er sostatt eitt fyrireiking-
arskeið til HF-útbúgving.
Áðrenn næmingar, sum ganga
á HF í Suðuroy, byrjaðu skúla-
gongd í ár, vóru teir á skeiði á
háskúlanum í eina viku.
Tygum eru vælkomin inn á gólvið hjá okkum,
har vit altíð eru tilreiðar at geva tykkum
nærri upplýsingar um pris o. a. yvir hesar frá-
líku bilar.
FORD
SERVICE
Pf. WENZEL PETERSENS
BILSOLA
Oyggjarvegur -
Térshavn - tlf. 13873