Sosialurinarkiv
Sosialurin 1975-09-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1975síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— SOSjalurin Bakkafrost gjørt sáttmála um 100 tús gløs til útflutnings Síðani teir fóru at leggja sild í gløs, hevur Bakkafrost selt 100.000 gløs til heimamarknaðin Danmarkar við Bliki. Tað eru Mánadagin fóru 24.000 gles av Foreninger af Danske Brugsfor- sild frá Bakkafrost á Glyvrum til Kommunan í Havn hevur fríðkað um økid kring ráðhúsið í høvudsstadnum. Nýggj gongubreyt er gjørd niðan við ráðhúsinum, og har er eisini laðaður ein snøggur garður. Havnin hevur fingið eina býarmynd afturat. | 9 2 g % PÅ g % £ VA £ FÅ % FÅ % Z Z % p ØNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNNONNNNNENNNNNNNENNNNNNNNNANENN eninger, sum hevur bilagt sild- ina. I mars månada gjørdi Bakka- frost ein sáttmála við FDB um sølu av sild i gløsum. Talan er um tilsamans 100.000 gløs, sum skulu latast í eitt år. Hava biðið um meiri Hans Jacobsen, fyristødumadur á Bakkafrost, sigur, at FDB longu nú hevur biðið um 1.00C karton afturat teimum 2.000, sum skulu latast seinni í ár. Til jólar skulu latast 4.000 karton av sild. Bakkafrost hevur eisini havt ein sáttmála við Brødrene Juste- sen í Danmark, og eisini teir hava latið væl at. Roknað verður við, at teir fara at biðja um ein nýggjan sáttmála. Gevur lítið til virkið Hans Jacobsen sigur, at higartil hevur selan av sild til Danmark- ar ikki givið nákað serligt av sær til virkið. Hann leggur aftrat, at størsti denturin hevur verið lagdur á at sleppa inn á danska marknaðin. Tá Bakkafrost fór inn á danska marknaðin, vóru tíðirnar ikki góðar, og tann fer- oyska sildin verður seld eitt sindur bíligari enn tann danska. Hetta er fyrsta árið, at teir á Bakkafrost eru farnir at flyta út. Teir byrjaðu at leggja sild í gløs fyri treimum árum síðani. Ann- ars fóru teir undir framleiðslu fyri átta árum síðani. 100.000 gløs å heimamarknadinum Síðani teir fóru at leggja sild í gløs, hevur Bakkafrost selt eini 100.000 gløs um árið. 20 fólk arbeiða á Bakkafrost. Tá skipini landa, plaga tey at vera eini 60—70 fólk í arbeiði. Teir fara at taka ímóti á Glyvrum fyrsta dagin. Stórur tørvur á viðgerðarheimi fyri fólk við atferðartrupulleikum — sigur Hanna Lisberg, sum heldur, at tað loysir ongar trupulleikar at senda fólk burtur — Tað er okkara ynski, at skúlin og viðgerðarheimið, sum skulu byggjast í Havnardali, har sum ognin hjá John Sivertsen stend- ur, vera veruleiki skjótast gjør- ligt. Ti tørvurin er stórur, sigur Hanna Lisberg, sum í letuni virkar sum formaður í barna- verndarnevndini í Havn. Hanna Lisberg leggur dent á, at ætlanin við skúlanum og heiminum ikki skal fatast sum ein revsing fyri fólk við atferð- artrupulleikum, men sum ein hjálp. Fyrireikingar í 1970 Tað var í 1970 at fyrireikingar byrjaðu til at fáa ein skúla og eitt viðgerðarheim fyri fólk við atferðartrupulleikum, tí trupul- leikarnir hjá summum vóru vorðnir so stórir, at barnavernd- arnevndin visti ongan annan útveg. Brøv vórðu skrivað til býráðið um tervin, og víst varð á ekið í Havnardali, sum varð hildið at vera sera væl egnað til endamálið. Tórshavnar komm- una hevði tá nakað framman- undan ognað sær h úsini hjá John Sivertsen. Eisini vóru beinleiðis samráðingar við bý- ráðsformannin, Arna Ludvig, sum er føroyingur og hevur starv sum fyristødumadur á einum tílíkum heimi í Danmark, luttók somuleiðis í fyrireiking- unum. Á seinasta býráðsfundi í Havn varð samtykt at lata okið í Havnardali til skúla og við- gerðarheim fyri fólk við atferðar- trupulleikum. 12 næmingar fyribils Tað er ætlanin, at heimið í Havnardali skal hava 12 næm- Ognirnar hjá John Sivertsen í Havnardali, sum kommunan hevur yvirtikið ingar fyribils. Men tað skal byggjast so, at møguleiki verður fyri at taka ímóti fleiri seinni. Figgingin verður á tann hátt, at landskassin og kommunan rinda hver síni 30 pst. og ríkiskassin 40 pst. Danska sosialstýrið skal nú viðgera málið. — Vit hevdu ymisk tilboð upp á hús bæði í Havn og á bygd til endamálið, men tey vóru ikki nóg góð. Tað varð vist á, at størsti tørvurin er í Havnini, og at eitt tilikt heim ti eigur at verða bygt í hevuðsstaðnum. Økid í Havnardali er væl egnað. Inni í býnum er ikki pláss fyri slíkum aktivitetum sum har, sigur Hanna Lisberg. Senda fólk burtur Hanna Lisberg sigur, at nekur fólk við atferðartrupulleikum eru send til Danmarkar á stovnar har, men at hetta hjá teimum flestu ger bert støduna verri. Tað eru bæði dreingir og gentur, og tey taka bert trupulleikarnar við sær til eitt annað land. — Vit hava eisini sent fólk út á bygd- irnar, og nøkur eru til skips, men í veruleikanum verða tey heldur revsað enn hjálpt. Problemið er í býnum, men tað verður ikki loyst av, at vit senda tey út á bygd. Tað er mangan, at vit gera ímóti okkara sannføring, tå vit senda fólk við atferdartrupul- leikum burtur, sigur Hanna Lisberg, sum leggur aftrat, at i summumn forum hava foreldr- ini givið upp. Hon sigur, at tað nú er næstan ikki dagur, at barna- verndarnevndin ikki hevur onk- ur mál at takast við. Kvøldundirvising ein lætti Hanna Lisberg sigur seg vera fegna um øll tey tilbodini, sum Tórshavnar kveldskúli hevur i vetur. — Tey geva ungfólkum ein stóran møguleika, og tað eri eg fegin um. Tey lætta eisini um arbeiðið hjá barnaverndarnevnd- ini, sigur Hanna Lisberg. Í