hósdagur 20. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 115 - 20. juni 2002
LANDSLIÐ
Stefan í Skorini
Venjarin hjá U-17 landslið-
num, Bill McLeod Jacob-
sen, hevur úttikið nakrar
ungar leikarar, ið skulu
møta til úttøkuvenjing í
Havn sunnudagin 23. juni.
Tilsamans 28 leikarar skulu
møta til venjing, sum verð-
ur á Tórsvølli. Venjarin skal
bara hava 18 leikarar við á
ferðini, og tí skulu tíggju
sáldast frá.
Venjarin sigur, at fyri-
reikingarnar hava verið
nógv darvaðar av verkfalli-
num hjá Skipara- og Navi-
gatørfelagnum. Ætlanin var
at hava fleiri úttøkuvenj-
ingar tá, sum tó vórðu
avlýstar.
Eisini
hevur
verkfallið við sær, at nógvir
útsettir dystir skulu spælast
nú, og tí eru leikararnir
nógv upptiknir við dystum
í feløgunum.
U-17 landsliðið skal til
Svøríkis tann 28. juli. Før-
oyska liðið er í bólki við
Englandi, Svørík og Nor-
egi. Í hinum bólkinum eru
Finnland, Danmark, Ísland
og Slovakia.
Leikararnir eru hesir:
Gunnar Nielsen, Svenn
Dam Jacobsen, Emil N.
Leifsson, Páll M. Joensen,
Jónas Þór Næs, Jóhan E.R.
Mouritsen, Tróndur Krage-
steen, HB. Jústinus H. Han-
sen, NSÍ. Poul N. Poulsen,
Hartman Hansen, Niklas
Joensen, VB. Ovi Magnus-
sen, Jóhan Petur Poulsen,
B68. Sverri Jacobsen, Sím-
un Louis Jacobsen, GÍ. Jul-
ian
Samuelsen,
Allan
Tungá, Urbanus Olsen,
Steffan Kalsø, KÍ. Bogi
Hermansen, B36. Heini
Kristiansen, Teitur Reinert
Olsen, Borgar Kristiansen,
Skála. Ragnar Mortensen,
Búgvi Jógvansson, TB.
Fritleif í Lambanum, ÍF.
Andreas Lava Olsen, LÍF.
Mikkjal T. Hentze, B71.
Bill McLeod Jacobsen úr
Klaksvík er venjari, og
Pætur Clementsen úr Havn
er hjálparvenjari.
U-17 hevur
úttøkuvenjing
Í dag, hósdagin 20. juni,
verða tveir dystir í 1.
deild hjá kvinnum leiktir.
Kappingarstjórin hevur
gjørt av at flyta hesar
dystirnar frá øðrum leik-
døgum.
Í Havn verður dystur
millum kvinnuliðini hjá
B36 og GÍ, og inni á
Toftum spæla B68 og KÍ.
Í Havn er B36 stór-
favorittur at vinna dyst-
in. GÍ tapti seinasta dyst
sín, sum var ímóti B68,
5-1 á heimavølli. B36
skal royna at halda tørn
við KÍ í oddinum í 1.
deild, og tí er kravið ein
sigur.
Á
Toftum
verður
spennandi dystur millum
KÍ og B68, sum bæði
liggja
í
oddinum
í
fremstu kvinnudeildini.
KÍ er favorittur undan
dystinum, sum tær altíð
eru, men B68 liðið er al-
tíð torført at basa á
heimavølli.
Fluttir dystir
ÍSF tørvar eykajáttan á 800.000 krónur
Ítróttarsambandi
Føroya tørvar eina
eykajáttan á 800.000
krónur beinanvegin,
um flutningur av
ítróttarfólki skal
halda fram. Privati-
seringin av bussleið-
ini hevur havt við
sær, at eykabussar
ikki verða settir í
koyring, tá vanligi
bussurin er fullur av
fólki
FLUTNINGUR
Stefan í Skorini
Seinasta vikuskiftið boð-
aðu fleiri ítróttarfeløg kring
landið frá, at tey ikki fóru
at senda síni lið at spæla
dystir og kappingar á uttan-
fyri heimbygdina. Enn er
ógreitt, hvussu verður kom-
andi vikuskiftið, tá dystir
og kappingar aftur eru á
skránni.
Orsøkin er, at einki pláss
er í bussunum hjá bygda-
leiðum, og aðrir bussar
verða ikki settir í koyring
fyri at nøkta tørvin. Henda
støðan er íkomin, eftir at
bygdaleiðir blivu privati-
seraðar.
Nú eru tað teir einstøku
bussførararnir,
ið
hava
fingið rutuna at røkja, sum
skulu taka avgerð um at
seta fleiri bussar í koyring.
Og teir seta ikki fleiri buss-
ar í koyring uttan at vita,
hvør skal gjalda fyri hetta.
ÍSF
fór
mikudagin
seinnapartin á fund við
nýggja landsstýrismannin
við mentamálum, Annlis
Bjarkhamar, á Mentamála-
ráðnum at fáa greiðu á
støðuni.
Um viðurskiftini ikki
fáast uppá pláss, er vandi
fyri, at kappingar verða
niðurlagdar.
Eykajáttan krevst
Játtanin á fíggjarlógini til
flutning av ítróttarfólki er í
ár 1,7 milliónir krónur.
Tørvurin er í veruleikanum
3 milliónir krónur, og Heð-
in Mortensenm, forseti í
ÍSF, væntar, at játtanin fer
at nøkta tørvin komandi ár.
– Vit kunnu als ikki liva
við hesi støðuni. Vit hava
strongt á at fáa greiðu á
viðurskiftunum, men einki
er hent. Vit hava tørv á eini
eykajáttan á 800.000 krón-
ur, so klára vit at halda tørn
restina av árinum, sigur
Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at síðan
bygdaleiðir vóru einskildar,
hava
ítróttarfeløg
havt
trupulleikar.
Eykabussar
eru ikki til tey fólkini, ið
ikki fáa sess í vanliga
bussinum. Tí verður tørv-
urin ikki nøktaður.
Og tað eru ikki bara
ítróttarfólk, ið mugu svíða
fyri hetta. Pensjónistafeløg
og skúlaflokkar hava eisini
avlýst sínar ferðir kring
landið vegna plásstrot í
bussunum.
Arbeitt verður eisini við
eini nýggjari elektroniskari
gjaldsskipan, men ÍSF vil
als ikki taka undir við hesi
skipan.
– Tann nýggja elektron-
iska gjaldsskipanin fer at
geva nógv størri umsiting
og fer at skapa órógv, sigur
forsetin, sum heldur, at tey
skulu halda fram við gomlu
skipanini við teimum gulu
seðlunum.
Heðin Mortensen er eis-
ini misnøgdur við, at tey
ferðandi bert fáa 15 prosent
í avsláttri, tí fyrr var avslátt-
urin heili 40 prosent.
ÍSF ber eisini ótta fyri, at
tey ungu skipa fyri sínum
egna flutningi. Trygdin er
ikki altíð í lagi, tá fleiri fólk
kroysta seg inn í ein bil.
Hesum er ÍSF harðliga
ímóti og mælir frá, at fólk
skipa fyri flutningi, har
trygdin ikki er í lagi.
Fleiri ítróttarfeløg fingu ikki
pláss í bussunum hjá
Bygdaleiðum seinasta
vikuskiftið, og tí blivu fleiri
dystir avlýstir. ÍSF krevur
eina eykajáttan á 800.000
krónur fyri at fáa glið á
flutningin aftur
Nr. 115 • hósdagur • 20. juni 2002 • 76. árg.
Í seinastu viku lótu
VR Bilar, við Hoy-
víksvegin, tveir
nýggjar Volvo bussar.
Annar var ein bý-
bussur til Gunnleif
Danielsen í Havn og
hin var ein bussur til
Bygdaleiðir hjá
Thórleif Isaksen í
Søldarfirði. Nógvir
nýggir bussar eru á
veg
BUSSAR
Magnus Gunnarsson
Nú eru yvir 20 ár liðin
síðan Bussleiðin í Havn og
Bygdarleiðir fóru at virka.
Tað at hesir bussar koyra í
fastari rutu, tó á hvør sínum
økjum, hevur broytt nógv
innan samferðsluna í Før-
oyum.
Hóast
bussarnir
halda leingi, er neyðugt at
skifta teir út av og á, fyri at
halda standardin á so høg-
um støði sum gjørligt.
Bussar eru nógv broyttir
hesi meira enn 20 árini. Tað
síggja vit best á teimum
nýggju framkomnu bussun-
um, har næstan alt er
teldustýrt og verður stýrt
við smáum joystickum, og
teldur mugu brúkast fyri at
finna mekanisk, elektrisk
ella elektronisk brek.
Uppbygdir í Danmark
og Finnlandi
Býbussurin hjá Gunnleif
Danielsen er uppbygdur í
Aabenraa í Danmark. Hann
er ein sokallaður "lav entré
bussur", ið er sera væl egn-
aður til býkoyring. Motor-
urin er ein DH12D við 340
hk, við umhvørvisvinar-
ligum CRT sótfiltri og
heilautomatiskum girkassa
við retardara. Bussurin, ið
er luftavfjaðraður, kann
lyftast upp ella senkast og
knela á høgru síðu, soleiðis
at trinbrettið er í somu
hædd sum gongubreytin.
Instrumentborðið
kann
lyftast upp og niður eftir
ynski. Bussurin hevur eftir-
litskamera og t.d. verða
ljós, hurðar og hitin elek-
troniskt stýrd. Skivubrems-
ur eru framman og aftan
við EBS bremsuskipan.
Bygdaleiðirbussurin hjá
Thórleif Isaksen, ið er
uppbygdur hjá Kiitokori í
Finnlandi, hevur eisini ein
DH12D motor, men við
420 hk og 4 trins retardara,
ið aktiverast við at sleppa
spitaranum. Hann hevur
eisini ABS bremsuskipan,
fartpilot, antispinn og elek-
troniskt girskifti. Bussurin
er uppbygdur sum ein
touristbussur,
t.v.s.
at
setrini
kunnu
leggjast
niður, 2 sjónvarp við DVD-
spælara, eisini sæst SVF.
Øll setrini hava stikk til
oyramikrofon og kunnu
skifta millum sjónvarp og
radio. Umframt bakkika-
mera eru eisini tvey eftir-
litskamera.
Hóast Nissan Terrano
sær út sum ein lættur
frítíðar SUV, er hann
ein ektaður jeepur.
Bilurin, ið er bygdur
yvir eina chassis-
rammu, fæst í tveim-
um støddum og
aksilfrástøðum og við
einum nýggjum
kvikum 3.0 litur
turbodieselmotori
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nissan Terrano er nakað
broyttur í nýggjastu út-
gávuni. Koyrieginleikarnir
eru
munandi
betraðir.
Størra útgávan, við 5
hurðum, kann hava upp til
7 sitipláss, meðan útgávan
við 3 hurðum er ein 5
persónabilur. Motorurin er
2.7 ella 3.0 litur turbodiesel
við intercoolara. 3.0 litur
16V motorurin, ið er
kvikur, kraftar væl og er
lutfalsliga
orkusparandi,
fæst eisini við automat-
iskum girum. Til ber at
skifta ímillum, so bilurin
trekkjur á 2 ella 4 hjólum,
eins og millum høg og lág
gir. Terrano hevur ikki
sjálvberandi karossarí, men
er
bygdur
yvir
eina
chassisrammu, ið ger bilin
stúttan at koyra við á vána-
ligum vegi ella har sum
ongin koyrivegur er.
Nissan Terrano 3.0 TDi
Motorurin
3.0 litur 4 syl. 154 hk
Turbodiesel v. intercoolara
0-100 km/t
13.5 sek
Oljunýtsla
11,0 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
235/70-16
Stødd og vekt
Longd
472,2 cm ella 424,2 cm
(styttra modellið)
Breidd
175,5 cm
Hædd
181,0 cm
Eginvekt
1850 kg
Totalvekt
2575 kg
Prísur
við 3.0 litur motori úr kr. 317.000,-
(sum vøruvognur kr.235.000,-)
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.nissan.fo
Nissan Terrano - nú við kvikum 3.0 litur motori
Við 3.0 litur motorinum er Nissan
Terrano sera kvikur og orkusparandi
VR Bilar – stór útskifting
av bussum í løtuni
Tveir nýggir bussar – ein býbussur til Gunnleif Danielsen og bussur til Bygdaleiðir hjá Thórleif Isaksen. Á myndini eru frá
vinstru: Gunnleif Danielsen, busseigari, Torleif Nón, verkførari hjá VR Bilum, Sverri Steintún, stjóri á VR Bilum, og Thórleif
Isaksen, busseigari
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12