leygardagur 4. oktober 1975síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 4. oktober 1975
Málingahandilin letur ikki
byggja í Hoydølum
B
R
Ø
V
Í seinasta SOSIALI verður
skrivað, at goymslurúm til Mál-
ingahandilin verða bygd í Hoy-
delum. Hetta er ikki so. Henda
bygging fer fram á idnadarøk-
inum uppi á Brekku í Hoyvík.
Tað er umráðandi, at staða-
nøvnini, og tá serliga bygda-
nevnini, ikki verða avlagað av
ókunnleika. Hoydalar, sum jú
eru ein partur av tí gamla Hoy-
víkshaganum, hevur nú í fleiri ár
havt heiti av bygd. Men
sosialurin
Hoydalar rekka ikki longur enn
niðri úr Hoydølum, um Midhoy-
dalar og nidan til ovastu Hoy-
dalar vid Hoydalsta.
Annars eru stada- og gøtu-
nøvn i Hoydølum og i Hoyvik
kunngjørd.
Hoyvik 2. okt. 1975
Hanus Samuelsen
Kjøt og avroð
Gott, feskt lambskjøt og avroð.
Ringid 13989.
Påll Patursson
Kirkjubø
> Framhald frá síðu 10
at vera hjástaddur tá faðir og
sonur hittust.
Og legið var tað, at Sigga
eisini skuldi vera har. Geir
segði hana vera gentu sína,
og tað kom mær als ikki
óvart. Men tað, verfaðirin nú
segði við hana, tóktist mær
margháttligt.
Hvat hevur hetta at týða!
Hvussu ert tú higar komin,
Sigga?
— Eg havi tænt her í
summar, — á sama garðinum
sum Geir, svaraði hon smæð-
in og um at gráta.
Men nú kom Geir henni til
hjálpar.
Her er einki annað at gera,
pápi, segði Geir og royndi at
yvirtala hin; tygum mugu
samtykkja. Eg kann prógva,
at eg í summar havi biðið um
átta bóndadetur, havi gjørt
hvat eg havi kunnað fyri at
fingið mær konu, sum semdi
seg ætt mini, men havi alla-
staðni fingið tvert nei. Vin-
maður min, sum har stendur,
kann vitna, at eg sigi satt.
Og giftast vil eg. Eg haldi,
eg skuldi takka til, at Sigga
skoytir um meg aftan á alt
hetta.
Av samreðuni skiltist, at
Sigga var haðan av landi,
sum Geir var slektaður.
Foreldur hennara vóru fátæk
og tey bæði hevdu frá ungum
av verið góð og leingi loyni-
liga trúlovað.
Ikki er neyðugt at greiða
frá tí, sum síðan varð sagt.
Menn vóru heitir og lang-
røkjutir. Bert skal eg nevna,
at fadirin, tå hann var aftur-
sissaður, var so mikið skila-
góður, at hann gav sítt
samtykki. Kortini kundi hann
ikki bara sær fyri at vera
speiskur við sonin og helt
fyri, at hasum mátti hann
sjálvur taka ábyrgdina av.
Men hetta tóktist ikki nerva
Geir stórvegis.
Seinni um dagin kom Jóna
á Teigi yvir til mín.
Tú mást skilja, at eg
gjørdist ikki sørt org henda
dagin. Eg haldi tað eisini
vera legið ikki at koma
sjálvur — í slíkum vandamáli
— tí tað verður betur dámt.
Men tað sæst so av øllum
brøgdum, at hatta er eingin
apukattur.
Tvertur ímóti, svaraði eg.
Hatta er stersti apukattur,
eg nakrantíð havi vitað.
Annars er ov seint nú — hann
er longu trúlovaður.
Ert tú býttur? Heldur tú
meg vilja hava nakað við
hann at gera! Skilti tú ikki
svarið eg gav tær hin dagin
— eg helt annars tað vera nóg
skilligt!
Jú, jú, leika ikki so i!
Hatta man vera tann tápu-
gásin, hann hevur fingið sær!
— hon rýmdi frá mær í
ødini. —
Eina letu seinni hitti eg
Øluvu á Sondum.
Eg skal siga tær, góði, at
hatta sunnudagin kom mær
so púra óvart. Tú kennir
meg, — eg plægi ikki at leypa
framav, ti umrådandi er, at
tú veitst, hvat tú gert. Og
mín hugsan er so tann, at í
slíkum málum eigur ein,
heldur enn at vekja eina vón,
áðrenn ein rættiliga veit,
hvat ein vil, at svara avgjørt
nei, — so leingi tú enn ivast.
Og tað, at tú sigur nei, nýtist
ikki at hava so nógv at týða
— tá tað er fyrstu ferð. Og
annars letur eingin rættur
biðil seg ræða, um hann fær
nei fyrstu ferð. Var eg maður,
vildi eg hvorki átt ella havt ta
kvinnu, sum beinanvegin
leyp um hálsin á mær og
segði ja.
Á, hatta velst um. Hvussu
hevði tú annars ætlað tær at
sloppið frá henni aftur, tá tú
nú kortini heuði friggjad til
hennara? . . . Men Geir hevur
so aðra hugsan. Hann friggj-
aði, beint sum hann hevði
fingið svar títt, til eina aðra,
og fekk ja.
Ein sovorðin apukattur!
Nei, tað er sum eg plægi at
siga, ein krevur at ansa
sær! —
Eg gekk og leitaði eftir
Rosu, tá Marsa undir Fjalli
kom smílandi ímóti mær.
Hevur tú gloymt at bera
jeiri boðini frå mær? Hann
hevur ikki verið hjá mær enn
eftir kurvini, hóast hon leingi
hevur staðið til reiðar. Hygg,
her er hon, full av blá-
berum — eg havi verið og
hentað tey, sum tú sært ...
eitt bræv liggur niðri á botni.
— Kanst tú bera honum
hetta frá mær?
Nei, tað haldi eg ikki, tí so
vænti eg, at eg fari at órógva
— og tað dámar mær einki.
Tí beint nú er hann farin út at
henta kirsuber við gentu síni.
Marsa helt uppat at læða.
Hon bráðtagnaði eina lotu, —
so summaði hon seg og helt
turrisliga fyri:
Tað var spell. Eg hevði
annars glett meg til at fingið
hann at forsyndast av hasum
brævinum. Tí í tí stendur ikki
tað, sum tú manst halda ...
og eg skuldi sagt við hann:
fast taki tær!
Jú, hatta haldi eg við, og
eg skal fegin bera honum tað.
Kortanei! Nú verður sum
er.
Og hon skundaði sær
avstað við kurvini uttan so
mikið sum at lova mær at
smakka berini.
Nú bar eg eyga við Rosu og
fór ímóti henni.
Tú sært ikki meg, smá-
deildi hon. Og hvat er tað tú
og allar hesar genturnar hava
saman?
gsóðtrúgvin sum eg var,
segði henni læðandi frá
ollum.
Tá eg var liðugur, stóð hon
eina lotu og hugdi at mær —
so yvirsvinn.
So var tað kanska als ikki
fyri teg sjálvan tú fríggjaði
sunnudagin — til mín, meini
eg? spurdi hon so tungliga.
Nei, satt at siga, var tað
ikki tað — ikki i fyrstani,
svaraði eg læðandi.
Men nú spann eðin í hana.
Og hatta vágar tú tær at
siga! Eitt sovorðið . . . eitt
sovorðið reyhært frell!
So kastaði hon upp á nakka
og fór.
Og eg fór burturfrá og
græt.
Hans Thomsen umsetti
eftir Gunnar Gunnarsson
Síða 7
Barnalampettir
Tann nógv eftirspurda »Ole
Lukøje« lampettin, sum
spælir »Den lille Ole med
paraplyen« er nú afturkom-
in.
LAMPUBUDIN
Småsøla og heilsøla Á
R.C. Effersøesgøta - tlf. 14477 |
Telefon
1225
Telex
21
Ur Køben- Ur Halm-
skip havn ÚrÁlborg stad Úr Leith Í Feroyum
RAVNUR 30.9 1.10 6.10
BLIKUR 3.10 2.10 6.10
BLIKUR 10.10 9.10 13.10
FALKUR 9.10 13.10
RAVNUR 14.10 15.10 20.10
BLIKUR 17.10 16.10 20.10
BLIKUR 24.10 23.10 27.10
FALKUR fermir i Delfzijl 7.10, i Føroyum 13.10.
RAVNUR fermir i Drammen 2.10 og 16.10.
ID FØROYAR
PF SKIP.
Arbeidshøli
Skulu tygum innrætta arbeidshøli, tå tosid fyrst vid
okkum.
VIT HAVA:
Vanl. stålreolir
Sjålvkoyrandi kompaktreolir
Pallet reolir
Reolir til rør o. t.1.
Lyftiútgerð
Rullibanar — gravitasjón ella motordrivnar
Fytiligar stálskilaveggir
Stálklæðiskáp
Amboðsskáp
Fílabeinkir 0. a. verkstadarinnbugv.
Stort úrval av merkjunum:
K.Z. — ELECTROLUX — HARTMANN DECION
C.C. JOHANSEN
tlf. 1 4922